Uttanlands

1.000 átrúnaðarligir leiðarar mæla til jóla-vápnahvíld í Ukraina

Áheitanin, sum hevur íblástur frá søguligu jólavápnahvíldini undir fyrra heimsbardaga, fór út samstundis sum ukrainski forsetin vitjaði í Washington

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-12-22 13:37 Author image
Jón Tyril

Áleið 1000 leiðarar úr ymiskum trúarsamfeløgum og friðarfelagskapum í USA heita á amerikanskar myndugleikarnar at arbeiða fyri at stríðandi partarnir í Ukraina skulu halda eina jóla-vápnahvíld, nú stríðið hevur vart í 10 mánaðir.

Leiðararnir, sum umboða eina breiða røð av ymiskum átrúnaðum, søgdu í eini fráboðan, at teir vónaðu ein fyribils vápnahvíld um jólini kundu leiða til samráðingar um varandi frið.

“Sum trúgvandi fólk við samvitsku, ið trúgva á heilagleikan av øllum lívi á fold, mæla vit til eina jóla-vápnahvíld í Ukraina,” sigur fráboðanin m.a.

“Í sama anda, sum vápnahvíldin, ið var hildin undir Fyrra Heimsbardaga í 1914, heita vit á okkara myndugleikar um at taka ein leiðandi leiklut í at fáa enda á krígnum í Ukraina, við at stuðla áheitanum um vápnahvíld og friðarsamráðingar, áðrenn stríðið endar við kjarnorkukríggi, sum kann týna heimsins vistskipanir og oyða alt Guds skapanarverk.”

Í fráboðanini, sum er undirskrivað av umboðum fyri bæði kristnar, jødiskar, hindu, sikhiskar, buddistiskar, muslimskar og aðrar trúarfelagskapir, umframt friðarrørslur sum Code Pink og aðrar, stendur eisini:

“Vit heita á okkara stjórnarleiðarar um at minnast aftur á eitt annað blóðigt stríð millum tjóðir, ið fór fram á europeiska meginlandinum fyri meira enn einari øld síðani. Í 1914 lýstu áleið 100.000 týskir og bretskir hermenn á vesturhermótinum eina almenna jóla-vápnahvíld og góvust við fíggindaliga stríðnum eina stund.

Hetta var ein so skelkandi løta fyri okkara vanligu hugsanir, at hon framvegis gevur afturljóð í okkara felags hugflogi meira enn 100 ár seinni. Ein nýggj jóla-vápnahvíld kundi bjarga lívum og slóðað vegin fyri alneyðugum friðarsamráðingum.

Vegurin út úr krígnum í Ukraina verður ikki ein hernaðarlig loysn. Leiðin mótvegis friði í Ukraina krevur mátt av øðrum slag: samráðingar og hugflog. Sum leiðarar úr einum fjølbroyttum bólki av trúarfelagskapum, skriva vit undir hesa áheitan og biðja eftir at okkara leiðarar hava dirvi og samvitsku at nýta tann máttin ístaðin."

Keldur:

Washington Post - Nearly 1,000 faith leaders call for Christmas cease-fire in Ukraine

Almenna heimasíðan hjá áheitanini - For USA - Faith Leaders and Organizations Call for a Christmas Truce in Ukraine

Eitt sindur um jóla-vápnahvíldina í 1914

***

Takk fyri at tú vitjar hinvegin.fo

Okkara endamál er at fáa søgur, vinklar og kunning út, sum hinir miðlarnir ikki gera nógv við.

Tú kanst hjálpa okkum at fáa meira tilfar út til føroyingar við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun og er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald