Uttanlands

Amerikanski kjarnorkuvápna-ovastin sigur “tað stóra kemur”

Ovastin fyri strategisku herleiðsluna (US Strategic Command) kallaði kríggið í Ukraina fyri eina “upphiting” til tað, ið koma skal.

2022-11-10 02:07 Author image
Dave DeCamp

Herovastin, sum hevur umsjón við kjarnorkuvápna-herdeildunum hjá USA, kom við eini ófrættakendari ávaring á eini herflotaráðstevnu í seinastu viku, tá ið hann kallaði kríggið í Ukraina fyri eina “upphiting” til “tað stóra” (the Big One), ið koma skal.

[object Object]

“Hendan Ukraina-kreppan, sum vit eru í beint nú, hetta er bara upphiting,” segði flota admiralurin Charles Richard, sum er ovasti fyri strategisku hernaðarleiðsluna, US Strategic command ella STRATCOM. “Tað stóra kemur. Og tað verður ikki leingi fyrr enn vit vera roynd á slíkan hátt, sum vit ikki hava verið roynd í langa tíð.”

Ávaringin frá Richard kemur eftir at USA gav almenninginum innlit í sína nýggju frágreiðing um hugburðin ella støðuna til kjarnorkuvápn, tað sokallaðu Nuclear Posture Review (NPR), sum staðfestir av nýggjum, at doktrinin hjá USA loyvir fyrstu nýtslu av kjarnorkuvápnum.. Frágreiðingin sigur, at endamálið við amerikansku kjarnorkuvápnunum, er at “ræða onnur frá strategiskum álopum, at vissa og sissa sameindar og samstarvspartar, og at náa amerikanskum endamálum, um so er, at ræðing ikki riggar.”

NPR frágreiðingin sigur, at USA “fer einans at umhugsa at nýta kjarnorkuvápn undir heilt serligum umstøðum til tess at verja lívneyðug áhugamál hjá USA ella tess sameindu ella samstarvsfeløgum.”

NPR skjalið var givið út saman við landsins verjustrategi fyri 2022 (2022 National Defense Strategy), sum nevnir Kina sum hina “mest umfatandi og álvarsamastu avbjóðingina” mótvegis USA, og lýsir Russland sum eina “bráðfeingis hóttan” (acute threat). Hetta skjalið, eins og seinasta strategiskjalið, 2018 National Defense Strategy, ger greitt, at amerikanski herurin ger seg til reiðar at koma í stríð móti bæði Kina og Russlandi.

Ovastin fyri STRATCOM, Richard, hevur áður ávarað um at váðin fyri kjarnorkukríggi við Russland og Kina er ein "veruligur møguleiki." Hann segði seinasta ár, at amerikanski herurin má “broyta høvuðshugsan frá at ‘nýtsla av kjarnorkuvápnum er ikki møgulig’ til at ‘nýtsla av kjarnorkuvápnum er ein sera veruligur møguleiki’, og virka soleiðis, at hesin veruleiki verður møttur og hóttur.” (en: act to meet and deter that reality).

NPR frágreiðingin mælir til at nýtímansgera kjarnorkuvápnini, sum verður mett at kosta upp til 1,5 trilliónir dollarar(áleið 11060 milliardir krónur). At halda spenningin høgan við Russland og Kina hjálpir til at rættvísgera slíkar ovurstórar kostnaðir. Richard segði í seinastu viku, at USA noyðist at seta meira pening av til tess at kappast við kinesiska hervaldið.

Umboðsmannatingið fer eftir ætlan at spandera nógvar pengar upp á at vápna Teivan, har ætlanin er at geva oynni 10 milliardir dollarar í hernaðarligum stuðli, sum eisini er tikið við í fíggjarætlanina fyri verjumál hjá senatinum fyri 2023 (the 2023 National Defense Authorization Act). Hóast hetta skal eitast fyri at vera till tess at ræða onnur frá at gera nakað, so vísa gerðir og orð Kina, at tess meira USA stuðlar Teivan, tess meira sannlíkt gerst tað, at kríggj brestur á í økinum.

Høvundur: Dave DeCamp

Dave DeCamp er tíðindaredaktørur á Antiwar.com, fylg honum á Twitter @decampdave

Upprunagrein - Antiwar.com - US Nuclear Forces Chief Says ‘the Big One Is Coming’

(týtt: JT)

***

Hjálp okkum at fáa enn meira upplýsandi tilfar út. Stuðla okkum við fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun fyri at vit fyrst og fremst kunnu halda á, men eisini víðka og vaksa um virksemið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald