Innanlands

Blindsjón er 2020

Hvar vóru sálarfrøðingarnir, sum kundu siga okkum, hvussu sosial avbyrging fór at ávirka okkara sárbærastu? Hvar vóru búskaparfrøðingarnir, sum skuldu kravt eina kostnaðar-fyrimunar-greining? Hvar vóru etisku ráðini, sum skuldu kravt eina hóskandi javnvág millum fyribyrgjandi tiltøk øðrumegin og mannarættindi hinumegin? Ella filosoffarnir, sum kundu viðgjørt vandarnar við eitt nú at sundurskilja lívið frá tí livandi? Hesi sjónarhorn hava ikki minni týdning enn smittufrøðiligu sjónarhornini, hvussu vit best tálma smittu.

2023-02-09 03:24 Author image
Gabrielle Bauer

Hví skuldi ein 66 ára gomul kona mótmælt so harðliga ímóti fyriskipanum, sum eru settar í verk, fyri at hon skal vera trygg?

Henda spurning viðgeri eg í bókini Blindsight is 2020, sum júst er útgivin á Brownstone Institute. Bókin er sprottin úr míni djúpu stúran fyri niðurlæsingunum, serloyvunum og tí, ið eg kalli kovid-mentan. Tað gleðir meg, at eg kann siga eitt sindur um bókina her í Brownstone-umhvørvinum.

Minnist tú, hvussu tað var fyrr, tá ið øll søgdu, at vit máttu akta vísindini? Sum so mong onnur hevði eg tað ikki lætt við hesum slagorði. Frá tí degi, niðurlæsingarnar vórðu fráboðaðar, grundaði eg yvir henda spurning: Hví verða bara vísindafólk spurd?

Hvar eru sálarfrøðingarnir, sum kunnu siga okkum, hvussu sosial avbyrging fer at ávirka tey sárbærastu okkara millum, bæði ung og gomul? Hvar eru búskaparfrøðingarnir, sum skuldu kravt eina kostnaðar-fyrimunar-greining? Hvar eru etisku ráðini, sum skuldu funnið eina hóskiliga javnvág millum fyribyrgjandi tiltøk øðrumegin og mannarættindi hinumegin? Ella filosoffarnir, sum kundu viðgjørt tey allarstørstu málini, eitt nú vandarnar við at sundurskilja lívið frá tí livandi?

Hesi sjónarhorn, sum hava verið so lítið frammi í kovid-orðaskiftinum, hava ikki minni at týða enn epidemiologiska sjónarhornið. Ein ungur mannarættindasakførari kann geva okkum lut í sínum djúpa innliti í pandemi’ir, eins væl og ein gamal filosoffur. Ella ein høvundur, sum skrivar slóðbrótandi fagurbókmentir. Eg rendi meg í hesa vitan í blaðgreinum, akademiskum ritum, poddvørpum og aðrastaðni, og eg helt tað vera týdningarmikið at savna alt á einum stað.

Tí umfatar bókin 46 ymiskar teinkjarar, ikki bara vísindafólk og læknar, men filosoffar, siðfrøðingar, búskaparfrøðingar, politikarar, sakførarar, høvundar, tónleikarar og eisini ein skemtara og ein prest. Ein bók kann bara vera so og so long, og tí noyddist eg at velja fleiri týdningarmikil fólk frá – granskarar og vísindafólk, sum ótroyttiliga halda á við at mótarbeiða  órímiligheitunum og blindu blettunum frá kovid-tíðini.

Eg havi valt tilfarið út frá hesum grundtanka og tí endamáli at leggja fram sjónarmið frá ymsum vísindagreinum og politiskum veingjum.

Handan vísindi

Støðutakanin í bókini er, at ein pandemi er ikki bara ein vísindaligur, men eisini ein menniskjaligur trupulleiki. Tað vísir seg eisini, at nógv vísindafólk halda tað sama. “Vit hava handfarið nýggja koronavirusið alt ov nógv eftir epidemiologiskum leisti,” sigur Mark Woolhouse í bókini The Year The World Went Mad. Woolhouse er professari í smittusjúku-epidemiologi við universitetið í Edinburgh og er ein teirra, sum fær pláss í bókini. Woolhouse er eins ráðaleysur og eg av hesi undarligu og sjónsku fráveru av sálarfrøðiligu, mannarættindarligu og búskaparligu sjónarmiðunum. “Vit epidemiologar fingu uppaftur og uppaftur at vita, at tað vóru onnur, sum skuldu taka sær av hesum viðurskiftum,” skrivar hann. “Men hvørji onnur? Einki varð nakrantíð almannakunngjørt.”

Eg skrivi um heilsu og læknafrøði, og eg samstarvi við læknar flestu dagar í vikuni, og eg havi djúpa virðing fyri vísindi. Men vísindi einsamalt kann ikki stýra pandemipolitikki. Stjørnin í Bretlandi skilti hetta í undan-kovid-tíðarskeiðnum. “Áðrenn kovid høvdu vit eina nógv rúmsáttari uppfatan av, hvussu vit skuldu handfara eina pandemi,” segði bretski medisinski samfelagsfrøðingurin Robert Dingwall – ein annar av teim 46 útvaldu í bókini – í eini samrøðu við meg. “Okkara whole-government-hugburður, har vit uppfataðu pandemi’ir sum eina hóttan móti samfelagnum heldur enn eina hóttan móti almennu heilsuni, var høgt í metum í Europa.”

At stýra eini pandemi snýr seg ikki bara um at temja eitt virus, men um at leiða menniskjuni gjøgnum eina ógvusliga samfelagsbroyting. Eina broyting, sum hóttir ikki bara lív, men eisini lívsgrundarlag. Ikki bara lungnaheilsuna, men eisini sálarligu heilsuna. Ikki bara hjartaslátturin, men eisini vónir og dreymar. Tað snýr seg um at finna javnvágina millum kollektivar atgerðir og einstaklingavirksemi. Tað snýr seg um at virða, at øll ikki hava sama førleika ella sama yvirskot til at navigera í almennu heilsuleiðbeiningunum – hesi fyrilit, sum vórðu tveitt fyri borð, tá ið kovid kom.

Epidemiologar vita um farsóttir. Serkøn í almennari heilsu vita um almenna heilsu. Men eingin av teimum veit meira um samfelagið ella menniskjalyndið enn øll tey vitugu fólkini frá øðrum vísindagreinum ella enntá “vanlig fólk”.

Einki vísindafólk hevur lógligan ella moralskan myndugleika at siga við avvarðandi, at tey sleppa ikki at vera hjá mammuni ella pápanum, sum liggur á deyðastrá. 

At lata fók doyggja í einsemi sampakkar ivaleyst væl við málið at forða smittuspjaðing, men tað merkir ikki, at tað tænir einum “hægri endamáli”, hvat so tann vendingin man merkja. Filosoffurin Samantha Godwin á Yale universitetinum skrivaði í einum tviti í 2021: “Uttan at vit hava havt nakað týðandi orðaskifti, hava vit í felag góðtikið ta ideologisku sannføring, at tað felags besta er tað sama sum minst møgulig kovid-smitta, men vit hava ikki hugsað um ella viðurkent fylgiskaðarnar, sum standast av hesum tiltøkum.” 

Í fjølmiðla-meginrákinum hevur kovid-handritið stutt og greitt skúgva slík tíðindi til viks. Eg skrivaði bókina, so at gløggskygd fólk sum hesi skuldu fáa fremsta pláss.

At fevna veruleikan

Í ráðandi miðlasøguni verður virusið sett fram sum fíggindin í einum gongustjørnukríggi – ein fíggindi, sum vit mugu berjast ímóti til tann beiska enda, ið hvussu nógv tað kemur at kosta okkum. Tað øvugta sjónarmiðið uppfatar kovid sum ein gest, sum, hóast hann ikki er beinleiðis vælkomin, so er hann komin fyri at vera, og tí noyðast vit at finna ein máta, har vit kunnu liva við hesum gesti, uttan at vit oyðileggja okkara sosiala bygnað.

Í bókin Gone Viral kallar Justin Hart tey, sum taka undir við fyrra sjónarmiði, Opinberingartoymið, og tey, sum taka undir við seinna sjónarmiðinum, Veruleikatoymið.

Bókin fylgir seinna sjónarmiðinum: vit kunnu minka um vandan, men vit kunnu ikki fáa hann burtur, og at býta klótuna við koronavirusið og samstundis varðveita menniskjansskap okkara, merkir, at vit góðtaka henda veruleika.

“Tú orkar bara at avnokta veruleikan í eina ávísa tíð, áðrenn tú missir kreftirnar til at halda sjónleikin gangandi,” sigur Heidi Buxton, framúrskarandi sjúkrasystirin úr Colorado, sum gjøgnumgekk handritið til bókina, áðrenn hon kom út. “Verðin er nógv nærri við Veruliga Normalin 2019, enn hon er við Nýggja Normalin 2020, og tað er fyri ein stóran part av tí, at tað, sum kovidianararnir ætlaðu, er bæði logistiskt og psykologiskt ógjørligt.” Við øðrum orðum, pandemipolitikkur má virða mannalyndið – hetta sjónarmiðið hava fleiri greinaskrivarar í bókini sett fram.

Sum essay- og memoirskrivari dámar mær eisini væl at flætta søgutræðrir inn í skrivingina. Eg sigi frá fleiri persónligum royndum, sum stóðust av tí ráðaloysi, eg kendi, orsakað av kovid-politikkinum; frá eini frælsisgongu til viðgerð hjá einum Zoom sálarfrøðingi til eina ferð til Svøríkis og eitt LSD trip á eini tjørn.

Eingin bók kann fevna um alt. Eg havi stóra virðing fyri granskarum, sum halda á at kanna, hvaðani virusið stavar, bráðfeingis viðgerð og hjáárin av vaksinum, men boðskapurin í Blindsight is 2020 er ein annar. Ymisku røddirnar, ið fáa ljóð, varpa ljós á ræðsluna og dáragerðirnar, sum settu ferð á kovid-tilgongdina, og koma við uppskotum um eina skilabetri leið framá.

Bókin fæst hjá Amazon í prentaðum líki og sum e-bók. Um ikki so leingi fer Brownstone at leggja nøkur brot úr bókini út.

Høvundin Gabrielle Bauer fæst við at skriva bøkur, greinar og kliniskt tilfar til starvsfólk í heilsuverkinum. Hon hevur fingið seks tjóðarheiðurslønir fyri journalistiskt arbeiði viðvíkjandi heilsu. Hon hevur skrivað tvær bøkur – Tokyo, my Everest, samvinnari av The Canada-Japan Book Prize, og Waltzing the Tango, sum var finalistur í The Edna Staebler creative nonfiction award – og arbeiðir í løtuni við tveimum bókum afturat.

Hendan greinin er endurgivin við loyvi frá Brownstone Institute har hon var givin út hin 30.01.2023 undir heitinum:

Blindsight Is 2020

(S.S. týddi)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald