Innanlands

Burðartíttleikin er rapaður at kalla allastaðni síðani mRNA innspræningarnar

Tað er ikki einans í Føroyum, at burðartalið er fallið brádliga. Í grannalondum okkara og stórsta partinum av Europa og øllum industrialiseraða heiminum, eru burðartølini fallin munandi. Summi vilja vera við, at skeringspunktið, er áleið 9 mðr eftir mRNA koppsetingarnar

2023-12-06 18:08 Author image
Jón Tyril

Tað er ikki einans í Føroyum, at burðartalið er fallið brádliga.

Íslendska hagstovan skrivaði í mai mánaða í ár, at í Íslandi hevur ikki verið slíkt fall talinum av livandi nýføðingum síðani 1838, sum fallið frá 2021 til 2022. Og at 2022 var lægsti burðartíttleiki í landsins søgu, síðani mátingar byrjaðu av hesum í 1853.

Men tað er ikki bara í Íslandi. Hetta er galdandi sera nógvastaðni.
Her er eitt yvirlit yvir 26 europeisk lond við meira og minni drastiskt fallandi burðartíttleika.

Hendan greinin vísir á, at skeringspunktið í teimum londum í Europa, sum vóru kannað, er 9 mðr eftir koppseting við mRNA koppseting.

Og her er ein grein um støðuna í Svøríki, sum eisini vísir somu gongd við at stóra fallið kemur 9 mðr eftir koppsetingarnar.

Eg dugi ikki at siga nakað kvalifiserað um, hvørt koppsetingarnar eru høvuðsorsøk til fallandi burðartølini, ella um tær yvirhøvur hava týdning fyri fallið, vít síggja.
Men eg haldi tað er sera løgið, at tá ið vit hava havt eina slíka heimssøguliga hending sum farsóttina, og síðani eftirfylgjandi eina viðgerð av áleið 80-90% av fólkinum við einari mRNA innspræning á royndarstøði, sum mong framanundan ávaraðu um, fór at hava ávirkan á fertilitetin, og sum síðani er blivið staðfest av europeiska heiligvágsstovninum, elvir til óreglusemi í mánaðarligu ringrásirnar hjá kvinnum, sum jú eru grundleggjandi partur av fertilitetinum, at spurningurin als ikki verður nevndur í allari tí viðgerð, sum hevur verið í eitt nú almenna tíðindamiðlinum. Har verður tosað og gitt um alt annað - veðurlagsbroytingar, bústaðarneyð, inflatión, strongd, modernitet og hvørt av sínum, sum uttan iva kann hava ávirkan á hesi viðurskifti.
Men fílurin í rúminum - tann viðgerð, sum flestu kvinnur og menn fingu í 2021, sum ongantíð er roynd fyrr, og sum vit vita ávirkar gøgnini, ið hava við nøring at gera, verður ikki nevndur við einum orði.

Nú kom Miðflokkurin so og nevndi mRNA innspræningarnar, sum ein møguleika av mongum, ið má kannast nærri, í sínum uppskoti, at seta eina nevnd at kanna, hvat er hent og hvør orsøkin er til fallið, og hvat vit kunnu gera fyri at fáa burðartølini upp aftur.
Síggj tíðindaskriv frá Miðflokkinum her

Vit hoyra fegin tykkara tulkingar, ískoyti, rættingar og meiningar. Skriva til okkum ella viðmerk á sosialu miðlunum. Enn er okkara høvuðsstøð á sosialu miðlunum, Facebook:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald