Uttanlands

CDC mælir til at leggja kovid19-koppseting afturat vanligu barnakoppsetingunum

Ein nevnd undir CDC (Centers for Diesease Control) atkvøddi mikudagin í seinastu viku einmælt, at kovid19 koppsetingarnar skulu leggjast afturat skránni við teimum vanligu barnakoppsetingunum.

2022-10-24 18:24 Author image
Jón Tyril

Mikudagin í seinastu viku valdi sokallaða ACIP nevndin einmælt at atkvøða fyri at kovid19 koppsetingarnar skulu leggjast afturat skránni við teimum vanligu barnakoppsetingunum.

Avgerðin, sum ráðgevandi nevndin (ACIP) mælti til, mælir also til at koppseting fyri kovid19 skal gerast partur av skránni við vanligum barnakoppsetingum. Fimtan limir eru í nevndini, flestu teirra við heilsuvísindaligari og læknaligari bakgrund. Tað er heilsumálaráðharrin, sum velur allar limirnar í nevndini.

Avgerðin hjá nevndin fer síðani víðari til stjóran fyri CDC, Rochelle Walenksy, og amerikanska heilsumálaráðið til góðkenningar.

“Sum vit fara at kjakast um í dag, so er tað at taka kovid19 koppsetingina uppí koppsetingarskránna hjá børnunum ein týðandi liður í tí at fáa kovid19 koppsetingarnar við sum ein part av eini rutinu koppsetingarskrá,” segði Dr. Sara Oliver, limur í ráðgevandi nevndini undir CDC.

Barnakoppsetingarskráin hjá CDC er ein vegleiðing til statirnar, sum teir kunnu brúka, um teir vilja. Koppsetingarskráin er ikki kravd. Summir statir velja kanska at seta sum krøv, at børnini hava fingið kovid19koppseitng, fyri at sleppa í skúla.

“Tað eru ymsu statirnir sjálvir, sum seta í verk koppsetingarkrøv fyri skúlabørn”, sigur heimasíðan hjá CDC. “Hesar lógirnar eru oftani ikki einans galdandi fyri børn, sum ganga í almennum skúla, men eisini tey, sum ganga í privatskúlum ella í dagrøktartilboðum av ymskum slag.”

Ein sum var kvikur at viðmerkja avgerðina hjá CDC-nevndini, var Del Bigtree frá The Highwire.

"Ein ókannað koppseting, sum hevur víst seg at gera skaða um allan heim, serliga millum børn, fyri ein virus sum børnini mestsum ikki gerast sjúk av, verður trýst omanyvir fólkið av einum almennum stovni, sum átti at arbeitt fyri okkum. Eg haldi at hetta fer at vera dagurin, har meirlutin í USA fer at venda sær ímóti CDC og teimum viðmælum, sum koma frá stovninum, og ímóti allari vísind, sum stovnurin hevur staðið fyri hesi seinastu árini."

Framanundan atkvøðugreiðsluni vissaðu nakrir statir undir republikanskari leiðslu, at kovid-koppsetingar fóru ikki at vera kravdar av børnunum í teirra statum. Hægsti embætislæknin (Surgeon General) í Florida, Joseph Ladapo tweetaði: “Uttan mun til hvat CDC kemur fram til viðv. at leggja kovid19koppsetingar afturat vanligu skránni við barnakoppsetingum, so slíkt ikki gjørt í Florida.”

“Takkað verið Ron DeSantis, guvernøri, eru kovid-kravboð IKKI loyvd í Florida, EINKI verðður trýst ígjøgnum í skúlunum, og eg mæli framvegis frá, at børn við góðari heilsu verða koppsett móti kovid,” skrivaði hann eisini.

Sí longri innslag (13:59 min) í The Highwire um nýggju viðmælini frá CDC.

Kelda: https://news.yahoo.com/cdc-votes-add-covid-19-214627862.html

***

Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út við at stuðla okkum - antin við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald