Uttanlands

Daniil Medvedev noyðist kanska at avnokta Putin fyri at sleppa til Wimbledon

Nr 1 á altjóða tennis styrkilistanum, russiski Daniil Medvedev, sleppur ikki uttan víðari til Onglands at kappast í Wimbledon kappingini

2022-03-17 14:54 Author image
Jón Tyril

Russland og Hvítarussland eru longu tveitt úr liðkappingum sum Davis Cup og Fed Cup, men higartil eru einstaklingar slopnir at halda á í kappingum.

Men sambært Telegraph skulu spælarar sum Medvedev og aðrir russiskir ella hvítarussiskir spælarar ikki rokna við at sleppa til Wimbledon, uttan so, at teir taka alment frástøðu frá russisku innrásini í Ukraina.

Ráðharri í íttróttarmálum, Nigel Huddleston, avdúkaði at "kjak" hevði verið við the All England Club um hvussu forðast kann fyri, at “stuðlar hjá Vladimir Putin” sleppa við í størstu kappingina innan tennisítróttina.

Huddleston segði, at "vit mugu hava okkurt slag av vissu fyri at tey ikki stuðla Vladimir Putin og vit umhugsa, hvørji krøv vit skulu seta fyri at fáa onkra vissu handan vegin.”

Spurdur um einstakir russiskir ella hvítarussiskir spælarar, sum hava hug at koma til onglands noyddust at avnokta Putinsa innrás, svaraði Huddleston, at smálutirnir verða diskuteraðir enn, eisini við onnur lond.

Hann legði afturat, at "tað hevði verið nógv betri um vit kunnu koma til eina breiða altjóða semju um hetta."

Medvedev tók russiska flaggið av sínum Instagram profili eftir at Russland var farið inn í Ukraina, og legði eina inniliga áheitan um frið á jørð út, eftir at hann yvirhálaði Nocak Djokovic ovast á styrkilistanum hjá monnum í tennis.

Men tað kann vera, at hann noyðist at fara longri fyri at sleppa at spæla í Wimbledon.

Les meira um málið á Sports.Yahoo

Ella á Telegraph

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald