Uttanlands

“Eitt róp um hjálp”: CDC ávarar um skjótt versnandi sálarheilsu millum ung í USA

Fleiri enn 4 av hvørjum 10 amerikanskum ungum í kanning hjá CDC søgdu, at tey kendu seg “áhaldandi kedd ella vónleys”.

sestovic/Getty Images/iStockphoto

sestovic/Getty Images/iStockphoto

2022-04-05 20:45 Author image
Jón Tyril

The Washington Post skrivar at amerikanski heilsustovnurin CDC (The Centers for Disease Control and Prevention) ávarar um eina vaksandi sálarheilsukreppu millum ungfólk, har fleiri enn 4 av hvørju 10 siga, at tey kenna seg “áhaldandi kedd ella vónleys,” og 1 av hvørjum 5 siga, tey hava umhugsað sjálvmorð, sambært einari kanning, sum varð kunngjørd hósdagin.

“Hesi úrslitini eru afturljóðið av einum neyðarrópi”, sigur Debra Houry, ein varaleiðari á CDC við blaðið. “Kovid-19 farsóttin hevur elvt til skaðiliga strongd, sum kann máa enn meira undan mentalu vælveruni hjá næmingum,” sigur Debra Houry víðari við blaðið.

Úrslitini byggja á eina spurnarkanning millum eina umboðandi fjøld av 7.700 tannáringum kring USA, og varð gjørd fyrstu 6 mánaðirnar av 2021, meðan tey vóru áleið mitt í sínum fyrsta heila farsóttarári í skúlanum Tey ungu blivu spurd um ymisk viðurskifti, harímillum um sálarheilsuna, alkohol- og narkotikanýtslu, um tey høvdu upplivað harðskap heima ella í skúlanum, og um tey høvdu verið úti fyri rasismu.

Hóast ungu fólkini eru sloppin undan tí ringasta við sjálvum virusinum - munandi færri ungfólk gjørdust álvarsliga sjúk ella doyðu enn eldri fólk - so hava tey framvegis goldið ein høgan prís fyri farsóttina, at gerast vaksin júst undir avbyrging, ótryggleika, fíggjarligum ruðulleika og hjá mongum, sorg.

Kathleen A. Ethier, leiðari fyri deildina hjá CDC, sum varðar av heilsuni hjá skúlanæmingum og ungfólkum, segði, at kanningin vísir viðbrekni hjá summum næmingum, harímillum ungum LGBTQarum og ungum við øðrum húðaliti, sum kendu seg órættvíst viðfarin vegna sína rasu. Harafturat stóð munandi verri til hjá konufólkunum enn hjá mannfólkunum.

“Allir næmingar vóru ávirkaðir av farsóttini, men allir vóru ikki ávirkaðir javnt,” segði Ethier.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ávarað verður um eina kreppu viðv. sálarheilsuni hjá tannáringum í USA. Í oktober mánaða lýsti amerikanska felagið fyri barnalæknar (American Academy of Pediatrics) eina landsumfatandi neyðstøðu viðv. sálarheilsuni hjá børnum og ungum. Felagið segði í tí sambandinum, at teirra limir “tóku sær av ungum fólkum við himmalhøgum títtleika av tunglyndi, ótta, trauma, einsemi, og sjálvmorðstankum, sum koma at hava varandi ávirkan á tey sjálv, teirra familjur og nærsamfelagið.”

Men hendan kanningin ber eisini onkra vón við sær, tí ungfólk, sum kenna seg hava samband við onnur í skúlanum, siga seg hava nógv minni trupulleikar við sálarheilsuni. Hetta peikar á umráðandi leiklutin, sum skúlar kunnu spæla í sálarheilsuni hjá ungum fólkum.

Kanningin undirstrikaði eisini serliga viðkvæmið hjá LGBTQ-næmingum, sum rapporteraðu nógv hægri títtleika av sjálvmorðsroyndum og vánaligari sálarheilsu enn onnur. Nærum helvtin av LGBTQ-tannáringum søgdu seg hava umhugsað sjálvmorð, samanborið við 14% av teirra hinskyndu javnlíkum.

Gentur kláraðu seg eisini verri enn dreingir. Tað var tvær ferðir so sannlíkt, at gentur høvdu vánaliga sálarheilsu. Fleiri enn 1 av 4 gentum høvdu alvorliga umhugsað at tikið lívið av sær undir farsóttini, dupult so nógvar, sum millum dreingirnar. Genturnar drukku og royktu eisini meira enn dreingirnir.

Og fyri fyrstu ferð spurdi CDC, um tey ungu nakrantíð høvdu kent seg órættvíst viðfarnan vegna sína rasu ella etniska uppruna. Amerikanskir studentar av asiatiskum uppruna høvdu upplivað flest rasistiskar hendingar -  64% av teimum høvdu upplivað tað, meðan 55% av svørtum og ungum av blandaðum rasum søgdu seg hava upplivað rasismu. Næmingar, sum søgdu seg hava upplivað rasismu í skúlanum, høvdu tað eisini meira trupult við sálarheilsuni og høvdu oftari kropsligar, sinnisligar ella mentalar trupuleikar, sum gjørdu tað trupult hjá teimum at miðsavna seg.

Harumframt kastaði kanningin ljós á strongd heima. Ein av hvørjum 10 segði seg hava verið fyri harðskapi heima, og meira enn helvtin segði seg hava verið fyri kensluligum ágangi, m.a. háðan, niðurgering og at bannað varð at teimum.

“Víðfevnd tiltøk sum bøta um sambondini við onnur heima, í nærumhvørvinum og í skúlanum kunnu vera við til at bøta um sálarheilsuna hjá ungum undir og eftir farsóttina“ endaði frágreiðingin.


Kelda: Washington Post - ‘A cry for help’: CDC warns of a steep decline in teen mental health

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald