Uttanlands

Elon Musk og fleiri enn 1.000 serfrøðingar mæla til steðg í menningini av framkomnum tilgjørdum viti (AI)

Stjórin í Twitter og stovnarin av Tesla og SpaceX, Elon Musk, er farin saman við øðrum serfrøðingum innan tilgjørt vit (AI) og stjórum innan ídnaðin, at skriva eitt opið bræv, har heitt verður á allar AI starvsstovur um“í stundini at steðga” við at uppvenja skipanir, sum eru meira máttmiklar enn Chat GPT-4, í minsta lagi í seks mánaðir.

2023-03-30 14:01 Author image
Jón Tyril

Brævið, sum non-profit felagskapurin ‘Future of Life Institute’, hevur givið út, hevur fingið fleiri enn 1.100 undirskriftir frá fólkum sum m.a. med-stovnaranum av Apple, Steve Wozniak, stovnaranum og stjóranum í Stability AI, Emad Mostaque, umframt verkfrøðingum frá Meta, Google og øðrum.

Skrivið vil vera við, at AI skipanir við menniskjaliga kappingarførum viti kunnu vera til “álvarsaman váða fyri samfelagið og mannaættina,” og broyta “søgugongduna fyri lívið á jørð.”

“Dagsins AI skipanir eru við at gerast kappingarførar við menniskju í vanligum uppgávum, og vit noyðast at spyrja okkum sjálv: Skulu vit lata maskinur yvirfloyma okkara kunningarrásir við propaganda og ósannleikum? Skulu vit automatisera burtur øll størv, eisini tey, sum geva meining og innihald? Skulu vit menna ikki-menniskjalig sinni, sum við tíðini kunnu fara at vera talríkari og gløggari enn vit, og gera okkum óneyðug, og møguliga skifta okkum út? Skulu vit váða vandan, at missa tamarhaldið á okkara sivilisatión? Slíkar avgerðir mugu ikki útveitast til ó-fólkavaldar stjórar í tøknifyritøkunum,” stendur m.a. í brævinum.

Tørvur á trygdarforskriftum

“Máttmiklar AI skipanir eiga einans at vera mentar, tá ið vit eru trygg í, at árinini av teimum vera gagnlig og vansarnir til at handfara,” verður lagt afturat.

Brævið mælir síðani til ein almennan seks mánaða steðg í uppvenjingum av AI skipanum, sum eru máttmiklari enn GPT-4, ella eitt bráðfeingisbann frá myndugleikunum, um ein steðgur ikki verður fingin í lag sum skjótast.

Í steðginum skulu so AI starvsstovurnar og óheftir serfrøðingar nýta tíðina til at skipa og seta í verk eina røð av trygdarfyriskipanum í samband við menning av framkomnum AI skipanum, sum vera “gjølla eftirhugdar og -mettar” undir eftirliti av óheftum triðjaparts-serfrøðingum, stendur í brævinum.

Harumframt verður mælt til at lógar- og reglusmiðir kvikliga menna sterk stýringsamboð so sum ráð og stovnar, ið eru førir fyri at hava eftirlit við og fylgja við menningini av máttmiklu AI skipanunum, fáa til vega fígging til víðari gransking av AI trygd, og fáa sett á stovn stovnar, ið kunnu hjálpa samfeløgunum at handfara tað, sum serfrøðingarnir siga vera “dramatiskar fíggjarligar og politiskar umveltingar (serliga í mun til fólkaræði), sum AI fer at skapa.”

Brævið kemur bert tvær vikur eftir at OpenAI, felagið handan AI skipanina ChatGPT, gav út leingi væntaðu dagføringina av síni AI skipan hin 14. mars — Chat GPT-4.

Hesa vikuna ávaraði europeiska løgreglan Europol um ógvusligu avleiðingarnar av ChatGPT, um tað verður nýtt til cyberbrotsverk og annað skaðiligt virksemi, herundir at spjaða falskunning.

Onnur hava ávarað um avleiðingar fyri læring og útbúgvingar, um skipanin verður nýtt til at snýta við próvtøkum og heimaarbeiði.

Hóast hesar stúrarnir, so hevur stóri eftirspurningurin eftir ChatGPT havt við sær, at kappingarneytar hava latið úr hondum líknandi tænastur.

Í seinastu viku boðaði Google frá at felagið hevði sjósett eina AI app, sum kallast “Bard,” sum skal royndarkoyrast í Stórabretlandi og USA.

Les nógv meira í keldugreinini: Epoch Times - Elon Musk Joins Over 1,000 Experts Calling for Pause on Advanced AI Development

Les opna brævið frá Musk og teimum her: Pause Giant AI Experiments: An Open Letter

***

Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.

Hjálp okkum at halda hinvegin koyrandi og í menning við at stuðla arbeiðinum við eini fastari mánaðarligari upphædd ella eingangsupphædd á konto nr 9865 1039800.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald