Uttanlands

Fjølmiðlar látast ikki um vón, at vestanlondini steðgaðu friðartilgongd

Hóast útsagnirnar frá ísraelska forsætisráðharranum, Naftali Bennet, ukrainska politikkaranum, Roman Romanyuk, í Ukrainska Pravda, og turkiska uttanríkisráðharranum, Mevlut Cavusoglu, allar byggja undir somu fatan, at tað vóru vestanlondini, sum forpurraðu friðartilgongdina millum Russland og Ukraina, so látast stóru miðlarnir ikki um vón.

2023-02-16 06:38 Author image
Jón Tyril

Noah Carl skrivar soleiðis á DailySceptic:

Sum eg vísti á í eini undanfarnari grein, so avdúkaði fyrrverandi ísraelski forsætisráðharrin Naftali Bennett í eini samrøðu herfyri, at tað vóru leiðarar úr vestanlondunum, sum blokeraðu fyri einum uppskoti um friðaravtalu millum Russland og Ukraina. (Á Hinvegin skrivaðu vit um samrøðuna við Bennet her.)

Tað sær út til at vera ein viss ósemja um neyvu orðingarnar hjá Bennet, eftirsum samrøðan var á hebraiskum. Eg bygdi mína endurgeving á undirtekstirnar hjá Youtube, har tað var týtt til “They blocked it” (á føroyskum - tey/teir blokeraðu tað, also uppskotið um friðaravtalu). Men onnur halda upp á, at hann segði, “They broke off negotiations” (á føroyskum áleið: Teir/tey slitu samráðingarnar) Hvussu er og ikki, so skein tað greitt ígjøgnum, at tað vóru vestanlondini, sum forðaðu samráðingunum, sum kundu havt leitt til eina friðaravtalu.

Tað sum er enn meira sigandi, er orsøkin, Bennet gav fyri, at vestanlondini gjørdu soleiðis, nevniliga “at halda á at banka Putin.” Hetta passar neyvt saman við tí sum Roman Romanyuk greiddi frá (í Ukrainska Pravda, red.), um hví vesturlendsku leiðararnir vóru ímóti samráðingum í ápríl mánaða:

“Sambært keldum hjá Ukrainska Pravda, ið eru nær Zelenskyy, hevði bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sum nærum uttan ávaring troppaði upp í høvuðsstaðnum, tveir einfaldar boðskapir við sær.

Fyrsti var, at Putin er ein krígsbrotsmaður, ið eigur at verða trýstur, ikki at sessast við samráðingarborðið við.

Og næsti boðskapurin var at sjálvt um Ukraina var til reiðar at skriva undir okkur slag av avtalu um trygd við Putin, so vóru teir ikki. (hetta fyrsta pettið úr grein í Ukrainska Pravda omanfyri, havi eg skoytt uppí fyri meira høpi og forstáilsi, ritsj. JT)

"Handan vitjanina og orðini frá Johnson liggur nógv meira enn ein einføld aftran at gera semjur við Russland. Samlaðu vestanlondini, sum í februar høvdu skotið upp, at Zelensku skuldi geva skarvin yvir og rýma, hildu nú at Putin var ikki so almáttugur, sum tey høvdu ímynda sær hann. Harafturat var møguleikin har nú, at “trýsta hann.” Og vestanlondini ynskja at nýta tann møguleikan."

Sum Caitlin Johnstone vísir á, so passar hetta eisini við tað, sum turkiski uttanríkisráðharrin, Mevlut Cavusoglu segði 20. apríl seinasta ár (Turkaland var vertur fyri samráðingar í apríl, Hvítarussland í mars, ritsj.):

"Eftir at uttanríkisráðharrarnir í NATO høvdu hittst, var tað fatanin at … har vóru nøkur av NATO-limalondunum, ið vildu hava kríggið at halda á, lata kríggið halda fram og Russland viknar. Tey leggja ikki nógv í støðuna í Ukraina."

So her hava vit ein NATO uttanríkisráðharra, ein (ukrainskan, ritstj.) journalist við keldum “nær Zelensky” og ein fyrrverandi ísraelskan forsætisráðharra, sum allir siga, at leiðararnir í vestanlondunum vóru ímóti eini friðaravtalu, tí teir vildu “trýsta”, “knúsa” ella gera Putin veikari.

Hetta tykist sum avdúkingar við tíðindavirði í, ger tað ikki? Ikki sambært meginstreymsmiðlunum.

Eg kannaði, hvørt avdúkingarnar hava verið nevndar í nøkrum av hesum miðlum: BBC, CNN, Times, Guardian, Telegraph, New York Times, Washington Post, ella Wall Street Journal. Við undantaki av einari meiningagrein (op-ed) í New York Times, sum endurgav útsøgnina hjá Cavusoglu, so hava hetta verið fulkomiliga ignorerað.

Poengið her er ikki, at partarnir púra sikkurt vóru komnir til sættis um eina friðaravtalu, høvdu vestanlondini ikki lagt uppí. Tað kunnu vit ikki vita. Poengið er: Vit hava sannførandi próvtilfar, um at vesturlendskir leiðarar syrgdu fyri at samráðingar, sum kundu havt endað við eini friðaravtalu, vóru steðgaðar, tí teir vildu gera Russland veikari.

Um vit ikki telja Tucker Carlson og nakrar minni kendar miðlar uppí, hví hava miðlarnir so ikki dekkað hetta? Ein av yvirskriftunum á heimasíðuni hjá BBC ímeðan eg skrivi hetta, er ‘Rihanna avdúkar at hon er upp á vegin í Super Bowl framførsluni’. Hvat inniheldur meira tíðindavirði: Persónliga lívið hjá Rihannu, ella avdúkingin, at leiðararnir í vestanlondunum kunnu hava sabotera friðin?

Eg komi í tankar um hetta meme’ið:

[object Object]

Fyri nøkrum døgum síðani fór ein journalistur frá BBC Ukraina upp og klemmaði Zelensky á einum tíðindafundi. Hvussu so nógv tú tekur undir við eini ávísari søk, so eigur tú sum journalistur at sýna eitt minstamál av óheftni. At døma út frá hesari hendingini, so hevði eg ikki roknað við nakrari dramatiskari broyting í fjølmiðladekninginum.

Høvundur: Noah Carl á DailySceptic

Upprunagrein: Media Ignores Evidence That West Opposed Ukraine Peace Deal

(Týtt: JT)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald