Uttanlands

Redaktørur á Telegraph: Heimsumfatandi matvørukreppa á veg. Vit mugu fyrireika okkum til rationeringar

Sambært viðmerking í The Telegraph um vikuskiftið, so verður so stórur tørvur á korni og øðrum matvørum í ár, at tað verður neyðugt at rationera mat, eisini í ríku londunum.

Tómar hyllar

Tómar hyllar

2022-03-06 18:55 Author image
Jón Tyril

Redaktørurin fyri International Business á Daily Telegraph, Ambrose Evans-Pritchard, skrivar í viðmerking í blaðnum at kornveitingin í heiminum var við at smokka saman, longu áðrenn Russisku innrásina í Ukraina. Matvøruprís-indexið hjá Sameindu Tjóðum var longu hægri í veruligum tølum, enn tað var fyri 10 árum síðani, tá ið Tunesisku mótmælini móti ov høgum breyðprísum, settu gongd á sokallaða arabiska várið við stórum órfriði og rembingum í mongum londum.

Heimurin stendur sambært Evans-Pritchard fyri einum sokallaðum “svørtum svani” (black swan) innan fyri eina heila røð av høvuðstilfeingi. Olja, gass, kol og landbúnaðarvørur surra øll uppeftir í prísi saman í løtuni, meðan metal er væl á veg at fáa tey aftur. Hetta er ein systemiskur stagflatións-skelkur, sum tjóðbankarnir ikki megna at fáa tamarhald á.

Natasha Kanneva frá JP Morgan, sigur sambært blaðstjóranum, at lagrini eru hættisliga lág og heimsins eykagoymslur eru við at tømast. Hetta er uppskriftin til “ólinjeran prísvøkstur” sambært henni.

Men í mun til vestanlondini, so er Kina fyrireikað. Kina hevur fylt lagrini í mánaðir og liggur í løtuni á 84% av heimsins kopargoyumslum, 70% av heimsins korngoymslum og 51% av heimsins hveitigoymslum.

“Kina hevur keypt ovurstórar mongdir av amerikanskum soya hesar seinastu vikurnar” sambært Rabobank. 

Methøgir matvøruprísir er steinur oman á byrði fyri eini 45 fátøk lond, sum eru sera bundin av innfluttum matvørum: Herímillum londin ií útnyrðingspartinum av Afrika (Algir, Tunesia, Marokko, Libia, Maurotania o.o.), londini í miðeystri, sum ikki framleiða olju, stórur partur av restini av Afrika, Bangladesh, Afghanistan og onnur. The World Food Programme ávaraði um “vanlukkuligan” matvørumangul fyri fleiri hundrað milliónir fólk í november mánaða. Hendan myndin sær enn svartari út í dag.

“Alt fer lodrætt uppeftir. Øll matvøru-framleiðsluketan er undir trýsti frá øllum síðum”, segði Abdolreza Abbassian, fyrrverandi leiðari fyri landbúnaðar-marknaðir hjá ST Matvørustovninum.

“Eg havi ikki sæð nakað líknandi í 30 ár og eg óttist at prísirnir fara at hækka nógv meira í 2022-2023. Støðan er stutt sagt ræðulig, og fyrr ella seinni fara fólk at varnast, hvat kann vera á veg. Vit noyðast øll at tátta lívreimarnar og lagið kann skjótt gerast ótespiligt, eisini í OECD londum sum Bretlandi”, segði Abdolreza.

Stívliga 33% av heimsins bygg-útflutningi kemur úr Russlandi og Ukraina, 29% av heimsins hveiti, 19% av maisi og umleið 80% av sólblómuolju. Nógv av hesum verður vanliga sent ígjøgnum Svartahavið og skipað úr havnum í Odessa, Kherson ella Mykolaiv.

[object Object]

“Farmingin er steðga upp. Tað eru ikki bara havnirnar. Tú fært ikki eitt skip inn har. Eingin vil stranda har”, segði Hr. Abbassian. Økið er lýst sum krígslíknandi øki, sum merkir at reiðaríini noyðast at rinda dupultar hýrur, um tey yvirhøvur fáa manning. Hækkaðir tryggingarkostnaðirnir fáa eisini reiðaríini at halda seg aftur, eins og bankar halda aftur uppá kreditveiting, hóast korn, kunsttøð og orka eru undantikin handilstiltøkunum.

“Russisk og Ukrainsk hveiti verður ikki boðin út. Avgerandi streymurin av korni til heimin verður forðaður. Um bóndirnir í Ukraina ikki fáa sátt munandi nøgdir av korni í næsta mánað, so fer útboðið at fella heilt avgerðandi”, segði Rabobank.

Smærri bóndur í Russlandi eru læstir úti frá innlendis lánimarknaðinum, beint sum farast skal at sáða. Neyðstøðutáttingar hjá russiska tjóðbankanum hava hækkað miðal-lánikostnaðin við 27% hesa seinastu vikuna.

Harafturat sigur Rabobank, at vit mugu stríðast við ógvuslig La Niña veðurviðurskifti og turk í Brasilia og Argentina. “Mangulin uppá korn kemur helst at vera so stórur, at tað fara at krevjast rasjoneringar ella ein niðurbræðing í eftirspurningi (demand destruction)”, sigur Rabobank.

Brent rá-oljan náddi sín hægsta prís í Evrum og Sterling nakrantíð hósmorgunin (upprunagreinin var løgd út fríggjamorgunin 4. mars.). Men í mun til seinastu oljukreppu, so hevur hetta breitt seg til allan orkugeiran. Europeisku gass-sáttmálarnir fyri apríl náddu eitt nýtt hámark á €198 fyri MWtíman. Prísurin á koli til orkuframleiðslu er hækkaður 75% seinasta mánaðin.

[object Object]

Enn merkja vit tó ikki avleiðingarnar fyri vesturlendsku flogfaraframleiðararnar (aorospace) og hálvleiðaraframleiðararnar (semiconductors), um so er at Russland skuldi hevnt handilstiltøkini við at útnytta sítt jarnhald í alheimshandlinum av titaninum, palladium og neon.

Vit síggja beint fyri eygum okkara alt sum skal til, fyri at elva til eina varandi matvørukreppu. Ein milliard av heimsins fátækastu fólkum koma at ganga enn svangari og summi fara at svølta. Okkara næsta moralska missión verður at hjálpa teimum, sigur Evans-Pritchard at enda.

Greinin í Telegraph kann lesast í síni heild her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald