Uttanlands

Í ES er ovurdeyðiligleikin fyri juli omanfyri 16%, í Íslandi meira enn 55%

Stórur partur av heiminum upplivir í løtuni stóran ovurdeyðiligleika. Bert ein lítil partur av hesum er vegna kovid.

2022-09-21 14:59 Author image
Jón Tyril

 

Ovur-deyðiligleiki (Excess mortality) í ES hækkaði upp á meira enn 16% í juli 2022 - frá +7% í bæði juni og mai. Hetta var tað hægsta higartil í 2022, og svarar til áleið 53 000 fleiri andlát í ES í juli mánaða, samanborið við mánaðarliga miðaltalið fyri árini 2016 til 2019.

Hetta var óvanliga høgt fyri hendan mánaðan. Ovurdeyðiligleikin í juli 2020 var +3% (sum svarar til 10 000 fleiri andlát enn væntað) og í juli 2021 var hann +6% (sum svarar til áleið 21 000 fleiri andlát). Sambært Eurostat, sum gevur tølini út, so kann ein av orsøkunum vera hitabylgjurnar, sum hava rakt partar av Europa í tíðarskeiðinum. Hitabylgjan kann tó ikki svara fyri allari økingini, eitt nú í Íslandi, sum hevur stórsta vøksturin, men sum ikki hevur havt somu hitabylgjuna, sum europeiska meginlandið.

Tað er eurupeiski hagtalsstovnurin Eurostat, sum gav tølini út 16.09. Tølini byggja á vikuligar skrásetingar av upplýsingum.

Ovurdeyðiligleikin er sera ymiskur í ymsu ES-londunum. Átta av limalondunum eru omanfyri miðal fyri alt ES. Hægstu tølini í ES í juli í 2022 vóru í Spania (+37%) og Kypros (+33%), Grikkalandi við +31%. Samstundis hevði eitt nú Letland ongan ovurdeyðiligleika í Juli við -0,5%, meðan Svøríki lá á 2,7% ovurdeyðiligleika.

ES skrásetti annars stórar toppar í ovurdeyðiligleika undir kovidfarsóttini, í apríl 2020 (+25%), november 2020 (+40%), april 2021 (+21%) og november 2021 (+27%). Tað sum er vert at undrast á, er at vit í juli mánaða í ár, uttan fyri krímsesong og uttan heimsfarsóttarbylgju, hava so mikið stóran ovurdeyðiligleika.

Síggj tíðindaskriv, kort og yvirlit á síðuni hjá eurostat.eu her

Dr. Campell hevur eina góða gjøgnumgongd av tølunum fyri Europa og Stóra Bretland í videonum omanfyri, har hann eisini hyggur at hvørjum aldursbólkum, tey doyggjandi í Bretlandi eru í. Har er m.a. rímiliga stórur partur ungfólk millum 0 og 24 ár.

Í Onglandi vera tølini gjørd upp fyri deyðsorsøkir eisini, her vísir tað seg, at hjarta/æðrasjúkur so sum hjartasteðgur og blóðtøppar eru ovurumboðaðar sum orsøk til andlátini. Sukursjúka og nýratrupulleikar eru eisini vanligir, eins og livraskaðar.

Sambært bretsku hagstovuni ONS var kovid einans partur av orsøkini hjá 3,5% av samlaða ovurdeyðiligleika-andlátunum í Ongandi og Wales í nýggjastu tølunum, og talið er fallandi.

[object Object]

Nøkur av europeisku tølunum fyri ovurdeyðiligleika í juli síggja annars soleiðis út:

Ísland, + 55,8%

Spania +37%

Kypros +33%

Grikkaland +31%

Portugal, +28,8%

Sveits, +25,9%

Italia, + 24,9

Eysturríki, + 17,5%

Slovenia, + 16,5%

Írland, + 16.,3%

Týskland, +15,2

Noreg + 14,8%

Niðurlond, + 14,7%

Kroatia, + 14,6%

Frakland, + 14,1%

Estland + 12,3%

Luxemburg + 11%

Danmark +10,3%

Svøríki 2,7%

Letland -0,5%

Dr. Campell heldur at onkrar av orsøkunum til høgu tølini eru m.a. eftirvirkningar av kovid smittu, eftirvirkningar av niðurlæsingunum, so sum sosial- og sálarlig árin, umframt aftran at fara til lækna undir kovid og niðurlæsingum, soleiðis at sjúkur sum eitt nú krabbamein ella hjartaæðrasjúkur ikki eru staðfestar og útgreinaðar til tíðina. Dr. Campell nevnir ikki koppsetingarnar sum eina av møguligum orsøkum í sínum video, men vísir í endanum til, at hann hevur fingið eina ávaring frá Youtube, og at politikkurin/reglugerðin hjá Youtube sigur beinleiðis, at hann ikki má seta spurning við trygdina av koppsetingini, ella sáa iva um almennu tilmælini um at lata seg koppseta.

Eg havi ikki roknað uppá føroysku tølini, men yvirlit yvir andlát í Føroyum kunnu síggjast á hagstovu Føroya her.

Keldur:

Dr. Campell á Youtube - Record excess deaths in Europe

eurostat.eu - Excess mortality hits +16%, highest 2022 value so far

Office for Health Improvement and Disparities - Excess mortality in England

Unherd - Excess deaths keep rising across EU


***

Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald