Uttanlands

Italska stjórnin tekur undir við uppskoti, sum bannar starvsstovu-kjøti

BBC skrivar í dag 29. mars, at Italska stjórnin tekur undir við einum uppskoti um at banna sokallaðum starvsstovukjøti ella laboratoriiframleiddum kjøti. Hetta kemur eftir at Italska stjórnin kortsíðani eisini bannaði mjøli av malnum skordýrum.

2023-03-29 22:13 Author image
Jón Tyril

BBC skrivar at bóndafeløgini hálova uppskotinum, sum leggur dent á veruligan mat og mattraditiónir, meðan summir djóraverndarfelagskapir síggja tað sum eitt niðurlag. Hesir felagskapir hava víst á starvstovukjøt sum eitt umhvørvisvinarligt alternativ til vanligt kjøt.

Felagskapir, ið arbeiða til frama fyri landbúnaðin hava savnað undirskriftir fyri at fáa lógarverkið at verja "natúrligan mat móti kunstigum mati" og millum tey áleið 500.000, ið hava skrivað undir, er forsætisráðharrin Giorgia Meloni.

Lógaruppskotið kemur beint eftir at stjórnin hevur lýst eina røð av kunngerðum, sum banna nýtslu av mjøli, ið er gjørt av skordýrum sum grashoppum og ongsprettum, í pizza og pasta.

Ráðharrar hava víst til tørvin at verja hátt virda italska miðalhavskostin, sum grundgeving fyri at taka slík stig. 

Harra Lollobrigida, úr sama politiska flokki sum forsætisráðharrin, Brøður Italia, sigur sambært BBC: "Starvstovu-framleiðsla er ikki nøkur trygd fyri góðsku, vælveru, ella verju av italskari mat- og vínmentan og siðvenju, sum ein partur av okkara samlaðu siðvenju er knýtt at."

Uppskotini, sum ráðharrarnir góðkendu týsdagin, stevna eftir at banna syntetiskum mati, sum er framleiddur úr djórakyknum uttan at at djórið er slátrað, og fevnir eisini um starvsstovuframleiddan fisk og syntetiska mjólk.

Í nevember í fjør  góðkendu amerikansku matvørueftirlitismyndugleikarnir (US Food and Drug Administration (FDA)) kyknu-kultiverað hósnarungakjøt til matna fyri fólk eftir at hava "viðgjørt tað gjølla". Í 2020 góðkendi Singapore at starvsstovu kjúlingur kundi vera nýttur í 'nuggets'.

Higartil er hetta ikki góðkent í ES, men europeiska matvørueftirlitið (EFSA) hevur gjørt greitt, at kyknu-grundaður landbúnaður, so sum kultiverað kjøt "kundi verið sæð sum ein lovandi og nýskapandi loysn... fyri heilsugóðar og umhvørvisvinarligar matskipanir".

Viðmerkjarar hava gjørt vart við, at Italia ikki fer at kunna standa ímóti sølu av syntetiskum kjøti, sum er framleitt í ES tá ið hetta fær ES góðkenning, vegna fríu flytingina av vørum og tænastum millum londini í felagskapinum.

Kelda: BBC - Italy moves to ban lab-grown meat to protect food heritage

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald