Uttanlands

Kanning: Niðurlæsingarnar av skúlum kosta næmingum trilliónir í mistum lívsinntøkum

Ein nýggj kanning úr USA vísir at ógvusligi missurin í læruúrtøku, sum stóðst av tiltøkunum ímóti farsóttini, serliga skúlalæsingunum, fer at kosta næmingunum nærum 1 trillión dollarar í mistum lívsinntøkum. Hetta svarar til áleið 6700 milliardir krónur. Lívsinntøkan er tað tú vinnur samlað gjøgnum lívið.

2022-11-02 18:46 Author image
Jón Tyril

Dátur frá National Assessment of Education Progress (NAEP) sum komu út 24. okt., vísa at allir statirnir í USA sóu eina lækking í støddfrøðiførleikastigum, meðan dátur frá september vístu, at lesiførleikarnir eftir kovidfarsóttina fullu 30 ár aftur eftir hæli, til støðið í 1991. Fallið í støddfrøði- og lesiførleikum fer at elva til at amerikanarar fara at missa áleið 900 mia dollarar, tað er áleið 6.700 mia kr, í lívstíðar inntøkum (lifetime earnings), hetta sambært eini kanning sum Harvard búskaparfrøðingurin Tom Kane og Darthmouth økonomi professarin, Douglas O. Staiger, hava staðið fyri. 

“Vit tulka hesi úrslitini sum at tey siga, at NAEP støðumetingarnar hava týdning,” segði Staiger við tíðindatænastuna, The 74. “Tá ið førleikarnir batna, fara tey børnini at hava betri fortreytir fyri framhaldandi lívinum aftan á skúlan. Og út frá tí kunnu vit útleiða, at hesi fallini í seinastuni fara at hava við sær, at allir teir raktu bólkarnir í skúlunum fara at klára seg eitt sindur verri, enn vit høvdu roknað við.”

Skúlar, sum valdu at halda seg til fjarundirvísing undir farsóttini, hava í minsta lagi 20% størri fall í innlæringini, í mun til skúlar, sum vendu aftur til persónliga nærundirvísing, sambært eini frágreiðing í sokallaða Education Recovery Scorecard. Í skúlaárinum 2020-2021 fall lesistøðið hjá næmingum, sum gingu til fjarundivísing 20% meira, og støðið á støddfrøði fall 41% meira, enn hjá teimum sum fóru aftur í skúlan til persónliga nærundirvísing.

Nýggjastu tølini fyri útbúnar studentaskúlanæmingar (high school graduates) vístu, at teir skoraðu í miðal 19,8 av 36 møguligum á ACT royndini, sum er ein upptøkuroynd á hægri skúlunum. Hetta er fyrstu ferð síðani 1991 at miðaltalið er fallið undir 20. Av 2021-studentunum vóru 38%, sum ikki megnaðu at náa nøkur av minstumørkunum í enskum, lesing, náttúruvísindum og støddfrøði, sum vera nýtt til at gera av, hvussu væl ein studentur fer at klára seg á hægri skúla.

Kane og Staiger hugdu í kanningini at royndarúrslitunum hjá áleið 125.000 studentum úr 4.800 skúlum.

Kelda: Daily Caller - Pandemic Devastation Will Cost Students Almost $1 Trillion In Lifetime Earnings, Study Finds

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald