Uttanlands

Kovid-andlátini í Finnlandi yvirskrásett við nærum 40%

Finski tjóðarmiðilin Yle skrivar at alt ov mong andlát í landinum eru skrásett sum kovidandlát, hóast tey deyðu í veruleikanum doyðu av øðrum orsøkum - í nærum 40 prosentum av førunum, har tann deyði er skrásettur sum farin av kovid, er høvuðsorsøkin ein onnur enn kovid, og í 14 % av førunum hevur kovid als einki við andlátið at gera.

2022-11-07 15:34 Author image
Jón Tyril

Í Finnlandi hava tey havt sum reglu, at øll sum doyggja innan 30 dagar eftir positiva koronukanning, verða tald upp í kovid-deyðatølini.

Sirrka Goebeler, leiðandi serfrøðingur hjá THL, sum er finski stovnurin fyri heilsu og vælferð, hevur hugt ígjøgnum allar deyðsváttanirnar, áðrenn tær verða sendar víðari til finsku hagstovuna til endaliga skráseting.

Almenna talið av kovid-andlátum í Finnlandi var pr tysdagin 25. oktober 6.407 fólk.

Men sambært Sirrka Goebeler, var tað einans í 3.953 av teimum 6.407 andlátunum, at kovid var mett av lækna, at vera høvuðs- ella beinleiðis orsøkin til andlátið.

Í 1.579 førum hevur læknin skrivað, at korona var ein av fleiri viðvirkandi orsøkum til andlátið. 

Og í nærum 900 førum, sum annars vóru skrásett sum kovidandlát vegna 30 daga regluna, vísti deyðsváttanin, at andlátið als einki samband hevði við kovid.

Tað merkir at 14% av skrásettu kovid andlátunum í roynd einki sum helst høvdu við kovid at gera, og nærum 40 prosent av førunum høvdu kki kovid sum høvuðs- ella beinleiðis orsøk til andlátið.

Medianaldurin á teimum, ið doyðu av kovid í Finnlandi, var 85 ár. 81 ár fyri menn og 87 ár fyri kvinnur.

Miðallívsævin í Finnlandi er annars 82 ár.

“Meginparturin av andlátum eru beint sum nátúrliga lívsringrásin er við at koma til endans,” segði Sirrka Goebeler við Yle.

Tað kemur greitt fram á deyðsváttanunum, at demensur og aðrar sjúkur sum gera fólk seingjarbundin, eru viðvirkandi til at tey gomlu doyggja, meðan hjartasjúkur, krabbamein, sjúkligt ovurfiti og sukursjúka hevur elvt til andlát millum tey yngri enn 60 ár, sigur Goebeler við miðilin.

“Tú kanst telja tey sum eru undir 60 ár, og eru deyð av kovid síðani mars, á einari hond,” segði Goebeler víðari við finska tjóðarmiðilin.

Kelda: yle.fi


***

Hjálp okkum at fáa enn meira upplýsandi tilfar út. Stuðla okkum við fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun fyri at vit fyrst og fremst kunnu halda á, men eisini víðka og vaksa um virksemið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald