Uttanlands

Mikrokipp ísetingin, sum letur teg rinda við hondini

Tað kemur røringur í hvørja ferð Patrick Paumen rindar fyri okkurt í einum handli ella matstovu. Tað er tí at 37 ára gamli maðurin ikki hevur tørv á at nýta bankakort ella fartelefonina til at rinda við. Ístaðin flytir hann bara hondina tætt framvið kortlesaranum, og so fer gjaldið ígjøgnum.

2022-04-11 15:29 Author image
Jón Tyril

“Reaktiónirnar eg fái, eru ótrúligar!” sigur Harra Paumen, ið er úr Niðurlondum, og sum arbeiðir sum trygdarvørður.

Hann hevur kunnað nýtt hondina at rinda við síðani 2019, tá ið hann fekk sett eitt nándgjalds mikrokipp, ella erflis, sum tað eisini eitur, undir húðina.

“Tú fært ikki meira ilt enn tá onkur klípir teg í húðina,” sigur Hr. Paumen.

[object Object]

Fyrstu ferð ein erflís var sett í eitt fólk, var í 1998, men tað er ikki fyrrenn seinastu tíggju árini, at hendan tøknin hevur verið at fáa til keyps hjá vanligum fólkum.

“Ísetið kann nýtast til at rinda fyri ein drykk á strondini í Rio, ein kaffimunn í New York, at orðna sær hárið í París, ella til at rinda fyri gerandisvørurnar í tínum lokala handli” sigur Wojtek Paprota, stjóri og stovnari av felagnum Walletmor, sum byrjaði at selja gjaldsloysnir við erflísum til fólk fyri einum ári síðani.

Erflísin hjá Walletmor vigar minni enn eitt gramm, og er lítið størri enn eitt rískorn. Flísin inniheldur sjálvt kippið og eina antennu, sum er innkapslað í lívfrøðiligt evni, sum minnir um plastikk.

Hr. Paprota leggur afturat, at hetta er fulkomiliga trygt, er góðkent av myndugleikunum, og virkar straks eftir at tað er sett í, og tað heldur seg á sama stað. Ísetið krevur ikki battarí ella aðra streymkeldu. Felagið sigur seg hava selt meira enn 500 erflísar av hesum slag.

Tøknin, sum Walletmor nýtir, er nándsamskiftistøkni, NFC, sum eisini verður nýtt til nándgjald - kontaktleysa gjaldstøknin, sum verður nýtt tá ið goldið verður við korti ella fartelefon.

[object Object]

Fyri mong okkara er tankin um at hava eina slíka flís setta í okkara kropp ikki tiltalandi, men ein spurnarkanning frá 2021 har fleiri enn 4.000 fólk í Stóra Bretlandi og ES vóru spurd, vísti at 51% av spurdu fólkunum vóru til reiðar at umhugsa tað.

Tó søgdu fleiri av teimum spurdu, at “innræsið (invasiveness) og trygd eru týðandi stúranir” fyri tey.

Hr. Paumen sigur, at hann stúrir ikki fyri nøkrum av hesum.

“Kipp-íseti innihalda somu tøkni, sum fólk brúka hvønn dag,” sigur hann. “Frá elektroniskum lyklum, til busskort og bankakort við nándgjaldi.”

“Lesifjarstøðan er avmarkað av tí lítlu anntennuni inni í ísetinum. Ísetið noyðist at vera nær við ein electromagnetiskan lesara, sum hevur tilsvarandi RFID ella NFC lesara. Tástaðni, tá ið ein magnetisk paring fer fram millum sendaran og móttakaran, kann ísetið vera lisið.”

Hann leggur afturat, at hann er ikki bangin fyri at onkur kann spora, hvar hann ferð ella uppiheldur seg.

“RFID flísar verða nýttar í kelidjórum fyri at vita hvørji tey eru, og hvør eigur tey. Men tú noyðist fyrst at finna djórið, og síðani at skanna kroppin á tí fyri at fáa upplýsingar av flísini. Hon kann ikki nýtast at spora og finna djórið við.”

Men tað, sum fær summi at stúra, er hvørt hesi kipp, so hvørt sum tey gerast meira framkomin, kunnu innihalda stóran part av privatu upplýsingunum. Og harvið, hvørt hesir upplýsingar so eru tryggir.

Serfrøðingurin í fíggjarligari tøkni, Theodora Lau, sum hevur verið við til at skriva bókina "Beyond Good: How Technology Is Leading A Business Driven Revolution", sigur at ísettar erflísar bara eru “ein víðkan av sokallaða ‘internet of things.’ (har at kalla allir gerandislutir og tól verða tengd á netið -red.).” Við hesum meinar hon, at tað er bara ein annar háttur at fáa sambond og deila upplýsingar.

Tó, sigur hon, at samstundis sum mong eru opin fyri tankanum, tí tað ger tað lættari og skjótari at rinda fyri ymiskt, so mugu fyrimunirnir vigast upp í móti váðunum. Serliga tá flísarnar kunnu fara at bera meira av okkara persónligu upplýsingum.

“Hvussu nógv vilja vit rinda fyri at gera tað eitt sindur lættari?” spyr hon. “Hvar seta vit markið tá tað kemur til privatlív og trygd? Hvør skal verja kritiska infrastrukturin og fólkini, sum eru partur av honum?”

Nada Kakabadse, professari í politikki, stjórnan og etikki á Henley Business School við fróðskaparsetrið í Reading, mælir eisini til varsemi viðvíkjandi framtíðini við meira framkomnum flísum.

“Her er ein myrk síða við hesi tøknini, sum hevur potentiali fyri missnýtslu,” sigur hon. “Hetta letur upp fyri nýggjum og lokkandi møguleikum at stýra, manipulera og kúga, hjá teimum, sum ikki eru so glað fyri frælsi hins einstaka.”

“Og hvør er tað sum eigur upplýsingarnar? Hvør hevur atgongd til upplýsingarnar? Og er tað yvirhøvur etiskt at seta kipp í fólk, eins og tey vóru kelidjór?”

Úrslitið kann vera, ávarar hon, at “tey mongu vera við skerdan lut fyri at gagna teimum fáu”.

Steven Northam, sum undirvísir í innovatión og íverksetan við fróðskaparsetrið í Winchester, og sum er stovnari av felagnum BioTeq, sum hevur framleitt nándflísar til íseting síðani 2017, heldur at stúranirnar eru óneyðugar.

Ísetini hjá fyritøkuni verða serliga brúkt av fólkum sum hava eitthvørt brek, og sum brúka ísetini til at lata hurðar upp við og tílíkt.

“Vit fáa fyrispurningar dagliga,” sigur hann, og hava framt fleiri enn 500 ísetingar í Bretlandi.

Hendan tøknin hevur verið nýtt í djórum í áravís”, sigur hann. “Hetta eru pinkalítlir óvirknir lutir. Tað er eingin vandi.”

[object Object]

Aftur í Niðurlondum lýsir Hr. Paumen seg sjálvan sum ein “biohakkara” - ein sum setur tøknilutir inn í kroppin fyri at økja um førleikarnar og møguleikarnar. Hann hevur 32 ísetingar tilsamans, harímillum erflísar at lata hurðar upp við og innbygd magnet.

“Tøknin heldur fram við at mennast, so eg haldi fram við at samla meira,” sigur hann. “Míni íseti økja um førleikarnar hjá mínum kroppi. Eg hevði ikki viljað verið tey fyriuttan,” sigur hann.

“Tað fara altíð at vera fólk, sum ikki vilja broyta sín kropp. Tað skulu vit hava virðing fyri, eins og tey skulu hava virðing fyri okkum biohakkarum.”


Kelda: BBC - The microchip implants that let you pay with your hand

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald