Uttanlands

Pfizer setti fleiri enn 600 fólk í starv fyri at taka ímóti skaðafráboðanum fyrstu tríggjar mánaðarirnar

Pfizer setti áleið 600 fólk í fulltíðarstarv at taka ímóti og viðgera fráboðanir um óheppin hjáárin frá kovidkoppsetingini fyrstu tríggjar máðanirnar, eftir at góðkenning var givin, og ætlanin var at seta 1800 afturat, tilsamans umleið 2400 fram til juni 2021, kemur fram í skjølum, sum kortsíðani eru vorðin almenn

2022-04-11 11:25 Author image
Jón Tyril

Pfizer setti áleið 600 fólk í fulltíðarstarv at taka ímóti og viðgera skaðafráboðanum í sambandi við kovid-koppsetingina hjá felagnum fyrstu tríggjar mánaðirnar eftir at neyðgóðkenning (EUA emergency use authorization) var givin. Ætlanin var at seta fleiri enn 1800 afturat í juni 2021, kemur fram í skjølum, sum kortsíðani eru vorðin almenn.

Sambært skjølunum segði Pfizer, “Fleiri verða sett hvønn mánað og vit rokna við at hava fleiri enn 1800 afturat áðrenn endan á juni 2021.”

Hetta kemur fram í einum 10.000 síður stórum skjalasavni, sum Food and Drug Administration (FDA) leysgav 1. apríl. Skjølini eru partur av sokallaðu Pfizer-skjølunum, sum rætturin gav boð um, skuldu leysgevast sambært einum máli um alment innlit (FOIA request).

Seinastu avdúkingarnar eru at finna í einum skjalið við heitinum “Cumulative analysis of post-authorization adverse event reports,” also nakað í stíl við “upphópaðar útgreiningar av óhepnum hjáárinum eftir góðkenning” av Pfizer-BioNTech koppsetingini, og leggur dent á óheppin hjáárin sum eru staðfest fram til 28. februar 2021.

Skjalið er áður leysgivið í november 2021, men tá vóru partar av tí yvir-strikaðir. Millum tað, sum var strikað út, var talið av fólkum, sum Pfizer hevði sett í starv, og hvussu mong ætlanin var at seta í starv.

Sambært óredigeraða skjalinum frá 1. apríl:

“Pfizer hevur eisini tikið fleiri stig til tess at lætta um trýstið av vaksandi fráboðanum um óheppin hjáárin. M.a. munandi tøkniligar batar, betri mannagongdir í viðgerð og arbeiðsgongdum, eins væl og at seta fleiri starvsfelagar at tasta data inn og sum sakarmálsviðgerðar.

“Higartil hevur Pfizer sett umleið 600 nýggj fólk í fulltíðarstarv..

“Fleiri verða sett hvønn mánað, og vit rokna við at hava sett fleiri enn tilsamans 1800 afturat  innan endan av juni 2021.”

Óredigeraða útgávan avdúkar eisini hvussu nógvir skamtar av Pfizer-BioNTech koppsetingini vóru avskipaðir um allan heimin millum desember í 2020 og februar í 2021:

“Tað verður mett at áleið 126.212.580 skamtar av BNT162b2 [EUA góðkenda Pfizer-koppingin] vóru avskipaðar kring heimin eftir at fyrsta fyribils góðkenningin var fingin 1. desember í 2020 og fram til og við 28. februar 2021.”

Talið av avskipaðum skamtum var strikað út í fyrru útgávuni av skjalinum.

Brian Hooker, ovasti vísindaligi leiðari fyri felagskapin Children’s Health Defense, segði við The Defender:

“Útrullingin av Pfizer koppsetingini hevur elvt til eitt óhoyrt tal av fráboðanum um óheppin hjáárin. 158.000 óheppin hjáárin fyrstu góðu tveir mánaðirnar eftir byrjan merkir, at títtleikin av fráboðaðum óhepnum hjáárinum (ÓH) var umleið 1:1000, harav mong ÓH vóru flokkað sum álvarsom. Hetta byggir á ein nevnara uppá 125.000.000 milliónir skamtar av koppsetingini.

“Tað er ikki løgið at ein herur uppá 1.800 fólk skuldi til fyri at viðgera alla hasa informatiónina.”

Hooker vísti á, at samlaða talið (1.205.755) av óhepnum hjáárinum frá kovid koppsetingini, sum varð skrásett í VAERS skipanina (Adverse Event Reporting System - fráboðanarskipanin fyri óheppin hjáárin) millum 14. des 2020 og 25. mars 2021, nú var hægri enn samlaða talið av fráboðanum sum eru komnar í 32 ára longu søguni hjá skipanini.

Pfizer legði lítlan dent á óheppin hjáárin í umsøknini um fulla góðkenning frá FDA

Skjølini, sum komu út 1. apríl, innihildu eisini “umbøn um raðfest ummæli” (request for priority review) — sum er dokumentatión, sum Pfizer lat FDA í mai 2021 fyri at fáa fulla góðkenning av sínari Cormirnati kovid koppseting. Hetta fyri at tað kann ganga skjótari og lættari at fáa koppsetingina út til so mong sum gjørligt.

Millum grundgevingarnar fyri at fáa endaliga góðkenning, skrivar Pfizer m.a.:

“Hópkoppseting við eini tryggari og munadyggari koppseting ímóti kovid19 kann stórliga broyta útfallið av farsóttini.”

Pfizer segði seg eisini stúra fyri møguligum linkingum í kovidavmarkingum, so sum niðurlæsingum og maskukrøvum, tí at linkingar av tiltøkunum “kunnu mótvirka ávirkanini frá koppsetingarætlanini.”

Pfizer ger eisini vart við, at til tess at fáa neyðuga ávirkan á gongdina í farsóttini, so má berast skjótt at við at fáa so mong koppsett sum møguligt, fyri harvið at røkka floksimmuniteti.

Umrøddu skjølini eru partur av umleið 400.000 síðum av skjølum, sum FDA fekk frá Pfizer í sambandi við góðkenningina av koppingarevninum. Leysgevingin av Pfizer koppsetingarskjølum heldur fram, og næstu áleið 80.000 síðurnar verða væntandi leysgivnar í seinasta lagi 1. mai

Les meira um áður leysgivin Pfizer-skjøl her:

Hinvegin - Skjøl frá Pfizer máa støðið undan útsagnunum sum “tryggar og munadyggar”


Kelda: The Defender - Pfizer Hired 600+ People to Process Vaccine Injury Reports, Documents Reveal 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald