Uttanlands

Russland kann halda á at kríggjast í tvey ár afturat við verandi styrki, sigur Litava

Reuters endurgevur stjóran fyri hernaðarligu fregnartænastuna í Litava, sum sigur, at Russland hevur nóg mikið av vápnum og lóðri til at halda á at kríggjast við somu styrki í tvey ár afturat.

2023-03-15 05:27 Author image
Jón Tyril

“Russland hevur í løtuni ráð at halda kríggið koyrandi við verandi styrki í tvey ár afturat, sigur litaviski hernaðarfregnartænastuovastin, Elegijus Paulavicius, við tíðindafólk, hetta skrivar Reuters hósdagin 9. mars.

“Hvussu leingi Russland klárar at halda á at kríggjast, kemur eisini at vera tengt at, hvønn hernaðarligan stuðul landið kann fáa frá øðrum londum, sum Iran og Norður Korea”, legði hann afturat.

Paulavicius legði fram eitt yvirlit yvir trygdarhóttanir, sum litavisku fregnartænasturnar hava gjørt fyri stjórnina.

Litava hevur verið millum tey lond, ið hava funnist harðast at Russlandi fyri hernaðarliga átakið í Ukraina.

Litavisku fregnartænasturnar siga, at handilstiltøkini ímóti Russlandi ikki hava skatt møguleikarnar ella førleikarnar hjá Russlandi at fíggja herin hjá sær.

Kelda:

Reuters - Russia can fight in Ukraine for two more years at current intensity, Lithuania says


**

Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.
Hinvegin er fíggjað við stuðli frá privatpersónum, sum halda, at miðilin er verdur at halda koyrandi.
Tú kanst vera við at hjálpa okkum at fáa tilfar út til føroyingar, við at lata okkum eina fasta mánaðarliga upphædd, ella við eini eingangs flyting á konto nr 9865 1039800.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald