Uttanlands

Staðfest enn einaferð: Munnbind gera ongan mun fyri koronu ella influensu

Pulitzervinnarin Bret Stephens skrivar í New York Times týsdagin 21. februar, um eina kanning, sum 12 granskarar undir leiðslu av Tom Jefferson, smittuserfrøðingi á Oxford, hava staðið fyri vegna Cochrane stovnin. Kanningin byggir á 78 randomiseraðar granskingarverkætlanir við tilsamans 610.872 luttakandi fólkum úr ymiskum londum. Kanningin staðfestir at statir og lond, ið kravdu at fólk gingu við munnbindi, als ikki kláraðu seg betur á nakran hátt, enn tey, sum ikki høvdu hesi krøv.

2023-02-27 13:30 Author image
Jón Tyril

Jefferson og 11 felagar gjørdu kanningina fyri Cochrane stovnin, sum er ein bretskur nonprofit felagskapur, ið fæst við at kanna hvussu ymiskir heiligvágur og viðgerðir rigga. Cochrane verður av teimum flestu mett sum sera álítandi í sínum metingum av helsuinntrivum og greiningum av data.

Kanningin hjá Jefferson og feløgum er bygd á 78 randomiseraðar kanningarætlanir, seks av teimum meðan farsóttin herjaði, og tilsamans 610.872 fólk í fleiri ymiskum londum tóku lut í kanningunum. Kanningin vísir tað, sum mong onnur hava víst á áður. Statir og lond við munnbindskrøvum kláraðu seg ikki á nakran hátt betur enn statir og lond uttan hesi krøv.

Brot úr greinini: 

Um munnbind:

““Tað eru bara eingi prógv fyri at tey gera gera nakran mun” segði hann (Jefferson. ritstj.) við journalistin Maryanne Demasi. “Fult stopp.”

Um tær meira professionellu N95 maskurnar:

““Tað ger ongan mun - einki av tí,” segði Jefferson.”

Um hvat tað var, sum fekk heilsustýrini í ymsu londunum sannførd um at munnbindskrøv skuldu setast í verk:

“Tey lótu seg sannføra av ó-randomiseraðum kanningum, vánaligum eygleiðingarkanningum (observational studies).”

Hvat so tá ið munnbind verða nýtt saman við øðrum fyribyrgjandi átøkum, sosum handareinføri, sosialari frástøðu og luftfiltrum:

“Tað finnast eingi prógv fyri at nógv av hesum ger nakran mun.”

Greinin er eisini sera atfinningarsom mótvegis Rochelle Walensky, stjóra í Centers for Disease Control and Prevention (CDC), sum framvegis heldur upp á óvísindaligar vegleiðingar, ikki minst í skúlum.

Meira úr greinini: 

“Men avleiðingarnar av hesum stinga djúpri. Tá ið fólk siga “hav álit á vísindunum,” so ganga vit út frá, at tey meina, at vísindin er skynsom, bygd á royndir (empirisk), nærløgd, móttakilig fyri nýggjari vitan, hevur kenslu við ymiskum atlitum og vandamálum. Umframt: eyðmjúk, gjøgnumskygd, opin fyri atfinningum, erlig um hvat hon ikki veit, og til reiðar at viðkenna gjørdar feilir”.

“…Men tá ið tað kemur til fyrimunir við at fólk sum heild ganga við munnbindum, so er úrskurðurin komin: Munnbindini vóru ein fusari. Tey atfinningarsomu, sum fingu illsligt háð og spott omanyvir seg, blivu rópt serskøltar og sum blivu sensurerað fyri at vera “falskunnarar” tí tey ikki tóku undir við munnbindskrøvum, høvdu rætt.”

“…at C.D.C. meira og meira vitleyst framvegis heldur fast í munnbinds-vegleiðingunum, er einki av hesum. Tað undirgrevur bara álitið, sum krevst fyri at kunna virka sum ein munadyggur almennur heilsustovnur. Uttan at verða greiður yvir tað, ger stovnurin seg sjálvan medskyldigan saman við veruligum fíggindskum móti skynsemi og vísindum - samansvørjingar ástøðingum og krotulæknum — við at umboða tey virði og tær mannagongdir, sum vísindin eigur at fylgja, so illa

Tað avdúkar eisini tann teknokratiska hugsanarhátt, sum hevur ódámliga óvanan, at halda, at einki nakrantíð er galið við teimum væl løgdu ætlanunum hjá stovnunum - bara eingin kemur í vegin, eingin er ósamdur ella talar at, og øll bara gera júst sum tey verða biðin, so leingi sum tey vera biðin. Hetta er sami hugsanarhátturin, sum einaferð helt, at Kina var besta fyrimyndin fyri handfaring av farsóttini"

Greinin endan við hesum orðum:

“Her er ein seinasti lærdómur úr hesum. Seinasta rættvísgeringin fyri munnbindum er, at hóast tey skuldu víst seg, ikki at rigga, so tóktust tey sum lutfalsliga ódýrur háttur, ið kendist, sum hann riggaði, at gera okkurt fyri at avmarka virusin í fyrstu tíðini av farsóttini. Men at “gera okkurt” er ikki vísindi, og tað skuldi ikki havt verið almennur politikkur. Og fólkini, sum høvdu mót til at tala at, høvdu uppiborið, at lurtað varð eftir teimum, ikki at vera viðfarin við vanvirðing. Tey fáa kanska ongantíð tað umbering, sum tey eiga uppiborna, men tey fingu rætt, og tað eigur at vera nóg mikið.”

Í bók síni Unmasked: The Global Failure of COVID Mask Mandates, halgar data greinarin Ian Miller ein heilan kapittul til talvur, sum sýna hagfrøðisliga óreiðiligleikan hjá CDC. Hann gjørdi eisini eina talvu í samband við eina greinfyri City Journal, sum er verd at vísa umaftur, tí talvan váttar við dátum úr øllum USA, ikki kliniskum royndum, tað sum niðurstøðan hjá Cochrane eisini kemur til. Talvan teknar úrslitini frá nátúrligu royndini sum varð framd um alt USA tey bæði fyrstu árini í farsóttini, tá ið maskukrøv vóru sett í gildi og tikin av til ymsar tíðir í 39 ymiskum statum í USA.

[object Object]

Svarta strikan á talvuni sýnir vikuliga talið av koronutilburðum í statum, sum høvdu maskukrøv ta vikuna, meðan appelsinlitta strikan sýnir somu tøl fyri statir uttan maskukrøv. Sum tað sæst er nærum fullkomið samanfall millum strikurnar, og leggur tú tølini saman, so gerast samlaðu tølini av koronutilburðum mestsum eisini fullkomiliga eins.  Og tað gera tølini fyri koronuandlát eisini, (bara tað at tey eru eitt sindur lægri fyri teir statir, sum ikki høvdu maskukrøv).

Hundraðtals milliónir av amerikanarum og milliardir av fólkum kring heimin aktaðu trúliga og lýðin harraboðum at at dekka andlitini. Úrslitið var júst tað sama sum í klinisku kanningunum sum Cochrane stovnurin kannaði: Maskurnar / munnbindini gjørdu ongan mun.

Mín viðmerking:

Yvirskriftin í New York Times sigur nakað soleiðis: Munnbindskrøvini gjørdu ongan mun. Fer nakar at læra nakað av tí?

Tann spurningin eiga vit eisini at seta okkum herheima. Fleiri av teimum, ið stóðu fremst á tíðindafundunum og ráðgóvu okkum, bóðu okkum staðiliga um at nýta munnbind. Fútin heitti enntá á handlar um at krevja tað av kundunum. Og tað hoyrdist, at eitt av tilmælunum frá farsóttarnevndini um tað mundið, tá ið koronapassini vórðu sett í verk, var at munnbind skuldu vera kravd í øllum handlum og almennum støðum, men at landstýrið ikki var samt um at taka undir við tí. Tað eri eg takksamur fyri!

Men eldhugaða tosið hjá heilsuembætisfólkunum og fútanum um at fáa okkum at nýta munnbind hevði m.a. við sær, at skúlabussarnir í kommununi her eg búgvi, kravdu at børnini skuldu vera í munnbindi fyri at sleppa við. (Tí valdi eg at koyra tey sjálvur ístaðin) Tá ið eg royndi at tala at, fekk eg m.a. at vita, at tað vóru landsins ráðgevar, sum mæltu til hetta, og tí fór býráðið, sum skipar fyri skúlabussunum í kommununi ikki at gera ímóti tí. Onkur annar hevði eisini at mær, og segði, at hóast tað skuldi verið so, at tað ikki vardi móti smittu, at koyra børnini í maskur, so var tað so at “tá ið børnini gingu munnbindum, so vórðu tey mint á vandan og ansaðu betur eftir.”

Hetta gav eisini eldhugaða fyrrverandi rektaranum á setrinum, sum mestsum dagliga sendi áheitanir um at lata seg koppseta og fylgja tilmælunum, eina umbering fyri at seta maskutilmæli/krøv í verk í sambandi undirvísingina á setrinum, har eg sjálvur gekk tá. Hetta fekk meg at halda meg burtur fyrstu dagarnar, til eg gjørdi av við mær sjálvum, bara at ikki akta boðini um munnbind og møta upp alíkavæl.

Men hesi krøv og tað trýst, ið bleiv lagt á okkum og okkara børn, bygdi, sum vit enn einaferð hava fingið staðfest við hesi greinini á NYT, ikki á vísindaliga haldgott grundarlag. Tvørturímóti. Hetta var krotulæknafrøði (kvakksalvarí) ella verri, kanska pátrúgv, kanska valdsjúka. Hvør veit.

Men vónandi læra vit lektiuna.

Kelda: New York Times - The Mask Mandates Did Nothing. Will Any Lessons Be Learned?

og eitt sindur: The Free Press - The Real Science on Masks: They Make No Difference

***

Meðan vit hava teg her.
Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.fo
Sum tú sært, hava vit ikki lýsingar ella krav um haldaragjald á síðuni. Tað kemst av tí, at vit gjarna vilja hava tilfar frá okkum at síggjast og lesast so víða sum gjørligt.
Ístaðin livir Hinvegin av stuðli frá privatpersónum, sum halda, at okkara arbeiði hevur týdning og er vert at stuðla.
Um tú eisini heldur tað, so høvdu vit verið sera takksom, um tú vildi hjálpt okkum at halda arbeiðið koyrandi við antin at lata eina fasta mánaðarliga upphædd ella við at gera eina eingangs flyting á konto nr 9865 1039800.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald