Uttanlands

Stjórin í CDC um koppseting: “Vit vóru ikki nóg varin og ov bjartskygd”

Stjórin í amerikanska heilsustovninum CDC (Centers for Disease Control and prevention), Rochelle Walensky segði í eini samrøðu í vikuni, at tey gjørdu nakrar feilir í tilgongdini til kovidkoppsetingina.

2022-03-10 22:01 Author image
Jón Tyril

Walensky sipaði til, at tey veruliga hildu at, at 95% effektiviteturin hjá koppsetingunum, skuldi gera enda á farsóttini. Hetta hóast mong vísindafólk ávaraðu um at júst hetta fór ikki at henda.

Viðmerkingarnar fullu meðan hon vitjaði aftur á Washington School of Medicine í St. Louis í Missouri, har hon hevur lisið. Spurd um kovidkoppsetingnarnar, svaraði hon soleiðis:

“Eg kann siga hvar eg var, tá CNN tíðindini komu um at koppsetingin var 95% munadygg. So mong av okkum vildu vera vónrík, so mong av okkum ynsktu at siga, okay, hetta er vegurin út, soleiðis, nú er liðugt. So eg haldi at vit høvdu kanska eitt sindur ov lítið av varsemi og ov nógv bjartskygni fyri at okkurt gott skuldi henda. Eg haldi vit øll veruliga ynsktu, at hetta skuldi verða liðugt.

Eingin tosaði um fáning, tá tú veitst, hesar koppsetingarnar fara at rigga. Ná vell, kanska tær fara at rigga, tær fara at fána.

Eingin segði, hvat um tað nú ikki er so virkið móti næsta variantinum”



Hetta við, at eingin segði, at koppsetingarnar kanska ikki vóru 95% munadyggar, og at virknaðurin fór at fána, er ikki rætt. Tað vóru mangir serfrøðingar innan økið, sum vístu á, at tað var stórur møguleiki fyri júst einum slíkum úrsliti.

Ein av hesum var Dr. Peter Doshi, senior redaktørur á British Medical Journal, sum skrivaði eina grein, har hann mælti til varsemi viðv. sølutilfarinum frá koppingarframleiðarunum. "Pfizer og Moderna "95% munadygg" koppingarevni - lat okkum vera varin og fyrst síggja allar dáturnar"

18. novermber í 2020 hevði CNN eitt innslag við yvirskriftini “Endaligu greiningarnar vísa at koppingarevnni frá Pfizer og BioNTech er 95% munadygt og púra trygt.”

Hatta er innslagið, sum Walensky sigur ávirkaði hennara støðutakan. CNN endurgav bara tøl og sitat beint úr tíðindaskrivinum frá Pfizer, sum var komið út fyrri um dagin.

Eingir kritiskir spurningar vórðu settir og eingin óheftur serfrøðingur viðmerkti tíðindini.

Hetta hevur týdning í eftirmetingini av allari handfaringini av farsóttini. Tí lata vit okkara heilsumyndugleikar taka stórar avgerðir, sum t.d. at satsa alla kovidætlanina uppá ynskitankar og eitt fulkomiliga ókritiskt tíðindainnslag, sum neyvt og uttan spurningar endurgevur tíðindaskriv frá fyritøkuni, sum hevur framleitt koppingarevnið, so koma vit ikki at taka rættar avgerðir. Einsíðuga satsingin uppá kopping, útihýsingin av kritiskum sjónarmiðum, og í summum londum beinleiðis og óbeinleiðis krøvini og trýstið um at lata seg koppseta, er dømi um óheppin útfall av slíkum mannagongdum.

Heilsupolitiskar avgerðir skulu takast í eyðmjúkleika og tær skulu byggja á verulig data. Samstundis skal eggjast til kritiska hugsan og atfinning, soleiðis at tey sum hava reyð fløgg at veittra við, ofta uttanveltaðir serfrøðingar og vísindafólk, kunnu vera sædd og hoyrd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald