Uttanlands

Stjørnulækni í sjónvarpi heitti á øll at koppseta seg, sigur nú "steðga í stundini"

Kendi bretski hjartalæknin Dr. Aseem Malhotra, sum í bretskum morgunsjónvarpi heitti á øll, at gera sum hann, og lata seg koppseta móti kovid-19, heitir nú á myndugleikar í øllum londum um at støðga koppsetingini alt fyri eitt, inntil ráa dátutilfarið frá klinisku kanningunum hjá heiligvágsfyritøkunum er leysgivið almenninginum, og kannað eftir av óheftum granskarum. Hansara greining vísir m.a., at tað er størri møguleiki fyri at tú verður raktur av álvarsligum hjáárinum av koppingini, enn at tú verður innlagdur á sjúkrahús av sjúkuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-10-14 16:08 Author image
Jón Tyril

Tíðarritið “Journal of Insulin Resistance” hevur givið út vísindaliga grein í tveimum pørtum eftir Dr. Malhotra. Greinin eitur “Curing the pandemic of misinformation on COVID-19 mRNA vaccines through real evidence-based medicine,” á føroyskum kunnu vit nevna hana áleið “At grøða misskunningarfarsóttina um kovid19-mRNA koppsetingarnar við veruligari próvgrundaðari læknafrøði.”

Greinina hevur ein av mest háttvirdu hjartalæknunum í Stóra Bretlandi,  Dr. Aseem Malhotra, ið var ein av teimum fyrstu at fáa tvær koppsetingar og mæla øllum til at lata seg koppseta í sjónvarpssendingini Good Morning Britain, skrivað. Dr. Malhotra sigur nú, at síðani koppsetingin av fyrstan tíð var givin fólki, er próvtilfarið, hvussu munagóðar tær eru, og tað sanna lutfallsliga talið av hjáárinum, broytt, og hann sigur nú, at “har eru sterkar vísindaligar, etiskar, og moralskar grundgevingar fyri at útbreiðslan av kovid19-koppsetingunum, má støðgast í stundini, hetta til ráa og óviðgjørda datatilfarið er leyslatið, so tað kann vera gjølla kannað av óheftum granskarum.”

Harumframt vísir dátutilfarið, ið er savnað eftir at koppsetingarnar byrjaðu, at fyri tey, ið ikki eru gomul, so skulu túsundtals fólk koppsetast, fyri at fyribyrgja bara einum andláti av kovid19. Og ein endurgreining av próvtilfarinum frá upprunalligu klinisku kanningunum bendir á, at tað eru størri sannlíkindi fyri at fáa eitt álvarsamt hjáárin av koppsetingini, enn at verða innlagdur á sjúkrahús vegna kovid19.

Í niðurstøðuni í 1. parti stendur:

“Vit kunnu ikki siga, at tann kunning, ið varð givin, áðrenn fók fingu hesi virkevni, var upplýst samtykki, eins og kravt er bæði etiskt og løgliga. Ein støðgur í og ein nýggj meting av alheims koppsetingar-politikkinum fyri kovid19, skuldi langt síðani verið gjørd.”

Niðurstøðan í øðrum parti sigur:

“Tað eru sterkar vísindaligar, etiskar og moralskar próvgrundir fyri at tað núverandi útbreiðslan av kovidkoppsetingum má støðga, hetta til allar ráu dáturnar eru gjølla kannaðar av fult og heilt óheftum granskarum. Hyggja við frameftir, mugu læknar og tey, ið arbeiða innan heilsufakini, viðurkenna hesi brek, og halda seg frá dálkaðu pengunum frá medisinska stór-ídnaðinum (medical-insustrial-complex). Tað fer at taka nógva tíð og ídni at endurbyggja álitið á stovnarnar, men heilsan, bæði hjá mannaættini og hjá læknafrøðini, er treytað av hesum.”  


Í eini samrøðu við GB news herfyri, segði Dr. Malhotra:

“Tá ið koppsetingarnar av fyrstan tíð komu á marknaðin, fingu vit at vita, at tær vóru 95% effektivar móti smittu.

Hetta er ikki satt. Hetta er grundað á lutfalsligu váðaskerjingini (relative risk reduction). Í absoluttum lutfalli gevur koppsetingin bert 0,84 prosent verju, sum merkir, at bert ein fyri hvørji 119 koppsett var vardur mótvegis at verða smittaður. 

Hesi hagtøl vóru grundarlagið undir kravboðunum um at lata seg koppseta (vaccine mandates).”

“Nýggjasta dátutilfarið vísur, at tá ein er smittaður, er ongin týðandi munur á smittutíttleika millum koppsett og ókoppsett. Hetta ger allar vísindaligar grundgevingarnar fyri kravboðum (mandates) høpisleysar.

So hvørt sum nýggir, og tíbetur minni skaðiligir, muteraðir variantar gjørdust ráðandi, gjørdist tann møguliga verndin mótvegis smittu í minsta lagi minni munadygg og sannlíkt fullkomiliga óvirkin, hóast har er munandi (sum enn manglar at verða greitt staðfest á einstaklinga støði) verja mótvegis álvarsamari sjúku og deyða.”

Júst sum lýst var í videonum frá Canadian COVID care alliance sum eg (t.e. Robert Malone) postaði, og sum endaði við, at eg misti mín brúkara á Twitter.

Canadian COVID care alliance hevur síðani framleitt fleiri video, sum vísa á hetta sama, at SARS-CoV-2 genetisku koppsetingarnar eru hvørki tryggar ella munadyggar og mugu steðgast. Vitja Canadian COVID care alliance fyri fleiri leinki.

Avskrift av videonum ovast:

Eg eiti Dr. Aseem Malhotra, ráðgevandi hjartalækni. Í dag deili eg mína nýggjastu grein, givin út í javnlíkametta altjóða tíðarritinum Journal of Insulin Resistance. Heitið á míni grein er (leystliga umsett) “At grøða farsóttina av misskunning um kovid19-mRNA koppsetingarnar við veruligari próvgrundaðari læknafrøði.” Í fyrsta parti av greinini royni eg við kritiskari greining av randomiseraðum kontrol royndar dátum og próvtilfari úr veruligari nýtslu (real-world evidence), at staðfesta sonnu fyrimunirnar og skaðarnar, frá kovid mRNA koppsetingunum, við serligum atliti til Pfizer koppsetingina.

Niðurstøðurnar eru rættiliga hugvekjandi. Í tí ikki-eldri fólkabólkinum (non-elderly population), er talið av koppsetingum, sum skal til fyri at byrgja fyri einum kovid-andláti uppi í túsundunum. Endurgreining av randomiseraðu kontrol-royndar-dátunum frá bæði Pfizer og Moderna, avdúka, at tað er meira sannlíkt, at tú verður raktur av álvarsligum hjáárinum frá kovid-koppsetingunum, enn at blíva innlagdur við kovid19. Pharmacovigilance dátur, paraðar við sannlíkar lívfrøðiligar skaða-mekanismur, eru eisini djúpt órógvandi, serliga í sambandi við trygd viðv. hjarta og blóðrensl, og avspeglar eitt møguligt signal frá fasu 3 kanningini hjá Pfizer. Tað er eisini munandi øking í [hoyrist ikki 00:01:32] hjartasteðgum í Onglandi í 2021, dátur, sum eisini eru endurtiknar í Ísrael, við eini øking í hjartatilburðum og brádligum hjartadeyðsføllum millum fólk í aldursbólkinum 16 til 39 ár, beinleiðis í sambandi við kovid mRNA koppsetingarnar og ikki tengt at kovid.

Í øðrum parti av greinini royni eg at náa inn til rótina til tess at skilja hví myndugleikar í pørtum av læknafrøðiliga fakøkinum tóku undir við óetiskum, noyðandi, og missinformeraðum politikkum, so sum kravboð um koppseting og koppsetingarpass, sum máa støðið undan etiskari, próvgrundaðari læknafrøði og upplýstum samtykki. Hesar harmiligu gerðir eru úrslitið av misskunningar-ruðulleikanum, sum er tindurin á einum ísfjalli av andlátum, har reseptmedisin nú verður mett at verða triðvanligasta deyðsorsøk, næst eftir hjartasjúku og krabbamein. Undirliggjandi rót-orsøkir til hetta, eru millum annað at eftirlitsmyndugleikarnir eru tiknir yvir (regulatory capture). Verjarnir, ið skulu eitast at verja almenningin eru í veruleikanum fíggjaðir av júst teimum feløgum, sum standa til at fáa vinningin av at selja hendan heiligvágin.

Misseydnað kunning í sambandi við fólkaheilsu hevur eisini elvt til fyrilitarleyst oyðsl av pengum, og eitt mist høvi til at hjálpa einstaklingum at liva heilsubetri lív, sum úrslit av einføldum, ódýrum lívstílsbroytingum. Sum niðurstøða upp á báðar greinar, er ein sterk vísindalig, etisk og moralsk próvgrund fyri at útbreiðslan av kovid19-koppsetingunum má steðga í stundini, inn til ráu dáturnar eru latnar almenninginum soleiðis at ein fult óheft kanning kann gerast av teimum.

Hyggja vit frameftir, noyðast lækna- og heilsustarvsøkini at viðurkenna hesi brek, og at halda seg frá dálkaðu dollarunum frá medisinska stór-ídnaðinum (medical industrial complex). Tað fer at taka nógva tíð og ídni at endurbyggja álitið á hesar stovnar, men heilsan, bæði hjá læknafrøðini og hjá mannaættini, er treytað av hesum.”

Báðar greinar, sum eru fríar at lesa hjá øllum, kunnu lesast á insulinresistance.org.

Ískoyti hjá Dr. Robert Malone:

Tað var tá ið Dr. Malhotra misti pápa sín, tað gekk upp fyri honum, at pápi hansara var koppsettur beint áðrenn hjartatilburðin og deyðsfallið. Hetta fekk hann í gongd við eina rannsakanartilgongd. At vera eitt dugnaligt vísindafólk merkir m.a. at síggja víðari enn propagandan og sølutilfarið, og veruliga kava niður í granskingina. Viðhvørt krevst ein hvøkkur fyri at vakna, men tíbetur finnast læknar, sum kanna og lurta eftir sjálvum próvtilfarinum. 

Í august í ár skrivaði Dr Aseem Malhotra eitt opið bræv til Boris Johnson, táverandi forsætisráðharra í Bretlandi og amerikanska forsetan, Joe Biden, har hann heitti á teir um at fáa leysgivið ráa dátutilfarið frá upprunaligu klinisku royndunum hjá Pfizer í sambandi við kovid19-koppsetingarnar.

Ískoyti hjá JT:

Dr. Malhotra er hesa vikuna avmarkaður av Facebook fyri at hava deilt áheitanina hjá myndugleikunum í Florida, um ikki at lata seg koppseta fyri kovid, um tú ert mannfólk í aldursbólkinum 18-39 ár vegna munandi øktan vanda fyri hjartatilburði og deyða, sum vit skrivaðu um í gjár: 84% øking í vandanum fyri deyða av hjartasjúku, fær Florida at mæla monnum millum 18 og 39 ár frá koppseta seg

Malhotra sigur í tí sambandinum í samrøðu við Mark Stern á GB News, at Facebook og Mark Suckerberg eru fíggindar fólkaræðisins:

Her er samrøða við Dr. Malhotra á The Highwire frá 3. oktober

Greinin omanfyri er í stórstan mun umsett beinleiðis eftir grein hjá Dr. Robert Malone á hansara Substack.

Javnlíkametta greinin í Insulin Restitance kann lesast her - 1. partur og 2. partur

Týtt - TWR og JT.

***

Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald