Uttanlands

Tað sum kovid-avbyrging hevur gjørt við børn okkara. Partur IV - Góð ráð og djúp vón

Fjórði og seinasti partur av greinarøð eftir teir báðar professararnar, Frijters og Fosters og journalistin Baker. Greinin gongur gjølla ígjøgnum avleiðingarnar, kovidtiltøkini í vesturheiminum, saman við rákum í samfelagnum, hava havt fyri børn okkara.

Børn, sum klemmast fyri fyrstu ferð í mánaðir, eftir at steðgur kom í niðurlæsingarnar.

Børn, sum klemmast fyri fyrstu ferð í mánaðir, eftir at steðgur kom í niðurlæsingarnar.

2022-05-10 01:36 Author image
PAUL FRIJTERS, GIGI FOSTER, MICHAEL BAKER

Framhald av grein í fýra pørtum. Her er fjórði og seinasti partur.

Fyrsti partur kann lesast her: Tað sum kovid-avbyrging hevur gjørt við børn okkara. Partur I - óttafull og í døpurhuga

og annar partur her: Tað sum kovid-avbyrging hevur gjørt við børn okkara. Partur II - inteligensur og fatanarevni

Triðji partur her: Tað sum kovid-avbyrging hevur gjørt við børn okkara. Partur III - kavaflykrur og aputýggi

Í fyrsta parti sóu vit hvussu álvarslig árin niðurlæsingarnar hava havt á sálarheilsuna og kropsligu heilsuna hjá børnum okkara. Eitt rák sum var longu framanundan við øktum ótta og depressión, og við børnum, sum gerast feitari og feitari. Hesi bæði rák fingu bein at renna við undir kovidfarsóttini. Í øðrum parti hugdu vit at, hvørja ávirkan hesi tiltøkini hava havt á inteligens og fatanarevni, sum vóru í stórum falli longu framanundan niðurlæsingarnar. Summastaðni er fallið í IQ so stórt, at vit hava bakkað eina heila øld aftur í tíð, hvat menningarstigi viðvíkir. Men nú kann tað ikki blíva verri, ella kann tað? Jú tað kundi tað. Í triðja parti hoyrdu vit um “woke” mentanina, vaksandi hatur móti egnari mentan og søgu, sálarligan tvídrátt og økta evnismissnýtslu. Her er so fjórði og seinasti partur.


Partur IV: Góð ráð og djúp vón

Okkara ráð: Ger tær ómak at velja hvar tú skalt búgva

Vit hava sjálv tannáringabørn, eins væl og børn, sum eru í tjúgunum, sum ikki eru so langt frá at fáa sær børn sjálv. Teirra er hetta ættarliðið, sum vit umrøða. Hvørji ráð hava vit at bjóða okkara børnum?

Høvuðsráðini vit geva teimum, er at hava kuffertini klár, og at vera til reiðar til at flyta til eitt annað land ella eitt annað økið við stuttum skotbráði. Tey av okkara familjum, sum búgva í USA, fáa tey ráð, ikki at ala upp eina familju í teimum støðum, sum framvegis eru vitleys, so sum New York ella Kalifornia, men heldur at flyta til Florida ella ein av teimum lutfalsliga meira normalu statunum. Teimum, sum búgva í Europa, ráðgeva vit at seta búgv í Danmark, Sveits ella pørtum av eystureuropa, heldur enn Stóra Bretlandi ella skjótt versnandi miðeuropeisku londunum (Frakland, Italia, Týskland, Holland, Eysturríki).

Skipaði og statsgóðkendi ágangurin móti børnum, sum nú er vorðin vanligur í stórum parti av vestanlondunum, er vorðin nóg ringur til, at um vit skuldu stovna ungar familjur í dag, so høvdu valt at sett búgv, har sum vit høvdu havt best møguleika at verja okkum fyri hesum ágangi. 

Sjálvandi, møguleikin er at verða verandi og berjast ímóti. Í einum stuðlandi umhvørvi, sum er vakið fyri, hvat tað er sum hendir, og sum hevur savnað kreftir at standa ímóti tí, er tað ein møguleiki. Tað ber til at stovna egnar skúlar, spælibólkar, felagskapir, miðlar og samkomur til tess at stríðast ímóti frankensteiniseringini, sum gongur fyri seg í bakgarðinum.

Tó, uttan mun til hvat tey royna, so eru mong foreldur, sum ikki fáa flýggjað undan mentanarligu og politisku valunum, sum eru framd í teirra lokala høpi. Harafturat kemur internetið, myndugleikarnir og sosialu miðlarnir, og troka seg inn í lívið, uttan mun til hvussu fjarskotið samfelagið er. Eini elskandi foreldur kunnu royna at verja børnini har tað er gjørligt, og trýsta afturímóti við opnum, kritiskum og kærleiksfullum samrøðum í heiminum. Men børn eru sera kenslusom mótvegis sínum javnlíkum og sosialum miðlum, sum bæði lættliga vera drigin við av rákunum, sum myndugleikar og lokal moralprædikkufólk spýta út.

Samanumtikið kanst tú kalla okkum dirvisloysingar, men vit høvdi ikki viljað váðað framhaldandi ágangin móti okkara egnu børnum. Har fer at vera nóg mikið av Frankensteinum, longu uttan at vit nýtast at leggja okkara egna avkom afturat tí herinum. Vit høvdu heldur flýggjað undan vitloysinum, og roynt at byrja eitt nýtt lív á tí minst øra staðnum, vit funnu.

Djúp vón

Kundu viljasterkir myndugleikar og iðrandi foreldur komið sær undan vanlukkuni, tey bryggja sær júst nú? Ja, í stóran mun. Uppskriftin er ikki ein gongd serliga fløkt. Trupulleikin er bara, at vit síggja lítlan møguleika fyri at høvuðsinnihaldið - ein sannkenning av, hvat tey hava gjørt, og eru í ferð við - kemur, tí tað er ov svárt at viðurkenna.

Áhaldandi ágangur móti børnum er, tíverri, sálarfrøðiliga tann meira høgligi møguleikin hjá teimum, hvørs røddir hava vald - t.e. miðalklassarnir og tey omanfyri - enn at viðganga fyri sær sjálvum, hvat tey hava verið við til. Tað liggur bara ikki til menniskjað, at leggja slíka byrði av ræðuleikum á seg sjálvt. At lata ræðuleikarnar halda á ella bara at duffa víðari, sum um einki er hent, er hópin meira lokkandi.

Ímeðan vit sostatt vænta, at fólk og myndugleikar fara at duffa víðari og royna at taka sær av ringastu trupulleikunum, so hvørt teir koma til sjóndar, á hálvgjørdan hátt, so lat okkum minnast til, at tað finnast góðir mátar at uppala síni børn.

Tað ber til at verja børnini frá fartelefonum og sosialum miðlum til tey eru nóg gomul at handfara slíkt við árvakni og tilvitan - lat okkum siga áleið um 15 ára aldur. Tað ber til at gevast við tí mesta av online undirvísing, og ístaðin bøta um góðskuna á lærarum. Tað ber til at skipa fyri positivum ítrivum, so sum at syrgja fyri at klemmast nógv, at røra seg, venja førleikarnar til innliving, og óskipað frítt spæl, alt meðan børnini verða fylt við positivum søgulærdómi, einum móttakandi hugburði mótvegis lokalum mentanum, einum mótvilja móti at nýta medisinskar loysnir til sosialar trupulleikar, og læra tey týdningin tað hevur, at taka persónliga ábyrgd. Lokalsamfeløg kunnu við sosialum normum eggjast til at taka á seg, at veita børnum persónliga leiðbeining og breiða almenna búning.

Alt hetta og mangt afturat kann gerast. Tað er ikki so hart arbeiði at finna útav, hvat skal gerast, tí útbúgvingar- og sosialsamfeløg í mongum vesturlendskum londum hava longu funnið útav tí mesta. Barnauppaling vestanfyri riggaði rímiliga væl við slíkum mannagongdum fyri ikki so langari tíð síðani. Tey góðu fyridømini í tíðarskeiðinum 1985 til 2010 nýtast bara at vera dagførd við nýggjari vitan um virknaðin av fartelefonum, sosialum miðlum og sjálvshatandi hugmyndafrøði.

Vitan um, hvussu børn kunnu alast upp, so tey trívast og eru før fyri at slóða sær leið í modernaða heiminum, er tøk - bæði nú, á ávísum støðum í eldhugaðum samfeløgum, ella í framtíðini. Øll børn í vesturheiminum fara ikki at verða kryplað, og samfelagið hevur lyndi til at fylgja góðum fyridømum í longdini, so hesin ræðuleikin kann ikki halda á í allar ævir. Vit hava djúpa vón.

__________

Greinin er upprunaliga frá Brownstone Institute undir heitinum: What Covid Containment Has Done to Our Children

Høvundarnarnir: 

Paul Frijters  er professari í Wellbeing Economics við London School of Economics: frá 2016 til og við november 2019 við Center for Economic Performance, síðani við Department of Social Policy

Gigi Foster, senior scholar á Brownstone Institute, professari á School of Economics við University of New South Wales, hevur verið í UNSW síðani 2009 eftir seks ár við University of South Australia.

Michael Baker hevur ein BA (Economics) frá University of Western Australia. Hann arbeiðir sum sjálvstøðugur fíggjarráðgevi og freelance tíðindamaður.

Somu høvundar hava eisini skrivað greinina Heimskatastrofan, sum kovid-niðurlæsingarnar hava elvt til sum vit løgdu út her 25.04.2022

Týtt: JT

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald