Uttanlands

Trý ár eru liðin, og hvussu gekst so við niðurlæsingunum?

Brownstone Institute skrivar um eina sera áhugaverda greining hjá granskarum á Oxford University, hvussu væl niðurlæsingarnar hilnaðust. Vit endurgeva greinina í fullum líki á føroyskum.

2023-03-15 14:39 Author image
Jón Tyril

Í februar vóru trý ár liðin, síðani ein sera lítil skari av væl vardum valdsmiklum fólkum úr Stóra Bretlandi, USA og Europa komu saman, fyri at leggja til rættis hvussu landið og heimurin skuldu læsast niður. Tey hildu Zoom-fundir, nýttu einnýtistelefonir (bíligar telefonir við talutíðarkorti) og løgdu loyniráð, hvussu Donald Trump kundi fáast at ganga ímóti egnum huga.  

Somuleiðis vóru í februar trý ár síðani, at Heimsheilsustovnurin (World Health Organization) fíggjaði eina ferð til Wuhan og aðrar býir í Kina, fyri at eygleiða, hvussu tey bóru seg at: Hvussu tey fullkomiliga týndu eina sjúku, við at sora frælsið hjá fólkinum. Frágreiðingin hjá WHO var lýsandi greið: Hetta riggaði og átti at verið endurtikið um allan heim.

Vit onnur vistu ikki hvat gekk fyri seg. Tey vistu hvat var í væntu, men onki vistu vit.

Hetta stóra eksperimentið, sum ongantíð var roynt áður. Tey skuldu læsa niður stórar partar av heimsbúskapinum í væntanini eftir eini koppseting, sum eftir ætlan skuldi enda heimsfarsóttina. Við hesum, hugsaðu tey, fór allur heimurin at standa í skuld til stóru heilivágsfyritøkurnar í allar ævir, og vit fóru at verða uppvand til at seta okkara álit á heilivágsídnaðin í øllum. Síðani fara vit eftir koppsetingar-passum og talgildum miðbanka gjaldoyrum (Central Bank Digital Currencies / CBDC), og stóru tøknifyritøkurnar fóru eisini at skúma róman í alla tíð framyvir.

Á denn ætlan!

Onkur mistøk vóru. Tað vísti seg, at koppsetingin riggaði ikki, sum hon skuldi. Ups. Og so miseydnaðist okkurt annað eisini. Niðurlæsingarnar steðgaðu ikki virusinum. Og ikki bara tað; niðurlæsingarnar knústu alt sum vit kalla samfelag sundur, og oyðiløgdu ikki bara búskapin, men vóru eisini orsøk til mentanarligt skrædl og sera vánaliga fólkaheilsu.

USA er eitt áhugavert dømi, tí USA er eitt samveldisríki. Tað er enn í dag soleiðis, at einstøku statirnir kunnu ganga sína egnu leið. CDC (The Centers for Disease Control and Prevention, sum kanska kann líknast við okkara fólkaheilsustýri) hevði ikki vald at seta sínar egnu fyriskipanir í verk. Trump-stjórnin boðaði frá, at ”øll samkomustøð, bæði innandura og uttandura, skuldu steingjast”, men amboð at handhevja hetta, vóru ikki til staðar, og enn minni til at geva boð um, hvussu skuldi latast upp aftur. 

Til dømis aktaði South Dakota ikki samveldismyndugleikarnar. Georgia læt upp aftur eftir fáum vikum, hóast Trump sjálvur mótmælti hesum. Hareftir komu Florida og síðani Texas. Eins og ein røð av domino-brikkum, fylgdi restin av “reyðu statunum” (statir við republikanskum meiriluta) eftir og vendu aftur til tað vanliga, áðrenn eitt ár var liðið. ”Bláu statirnir” (statir við demokratiskum meiriluta) blivu per prinsipp við at vera stongdir: teir vildu fylgja fyriskipanunum hjá Anthony Fauci og Biden-stjórnini, líkamikið hvat.

Hetta skapti eina hugtakandi granskingarroynd. Har vóru 50 statir og 50 ymiskar ætlanir fyri at steðga smittuni. Summir statir bóðu fólk um at halda seg heima, aðrir gjørdu ikki. Summir statir hildu á at noyða fólk at brúka munnbind, meðan munnbind vóru sjálvboðin í øðrum statum. Summir droppaðu farsóttar-ætlaninar tíðliga, meðan aðrir hildu á til tann bitra enda og enntá hildu skúlar stongdar. 

Oxford University hevur fylgt ymisku smittufyribyrgingar-strategiunum og hevur gjørt eitt index. Og vit hava at síggja til endaleysa mongd av dátum um heilsuligar avleiðingar, umframt búskaparligar og demografiskar dátur, sum fevna um vinnuligt virksemi, arbeiði og arbeiðsloysi, intøku og fólkaflyting. Vit hava nóg mikið av tilfari at byggja á, til at gera eina sterka meting av hvat riggar og ikki. 

Nú hava vit eina óvanliga haldgóða kanning, sum tekur allar hesar variablarnar við og metir um avleiðingarnar á ymiskum økjum. Greinin eitur “Freedom Wins: States with Less Restrictive COVID Policies Outperformed States with More Restrictive COVID Policies” eftir Joel M. Zinberg, Brian Blase, Eric Sun, og Casey B. Mulligan, sum Paragon Health Institute hevur givið út. 

Hetta er ikki fyrsta grein av sínum slagi; Brownstone Institute hevur ein lista við fleiri enn 400 greinum um ymisku síðurnar av farsóttar-handfaringini. Men henda greinin er ómetaliga virðismikil, tí hon leggur so greitt fram eina stóra mongd av dátum og royndum, sum eru savnað saman og lýsir tað á ein greiðan hátt. 

Her er samandrátturin:

“Okkara úrslit vísa, at ógvusligari inntriv frá myndugleikunum, so sum vit máta tað við Oxford indexinum, ikki bøttu um heilsuligu avleiðingarnar (deyðstíttleika av kovid og deyðstíttleika annars, tillagað aldursbólkar og umstøðurnar áðrenn umfarsóttina) í teimum statum, sum áløgdu strongu reglurnar, samanborið við teir statir, sum høvdu linari átøk. Men greitt samband var ímillum, hvussu ógvuslig tiltøkini hjá myndugleikunum vóru, og verri búskaparlig úrslit (størri arbeiðsloysi og minking í BTÚ), verri útbúgvingarlig úrslit (dagar við uppmøting til skúlagongd) og verri kovid avleiðingar sum heild, har fólkaheilsuligu, búskaparligu og úgbúgvingarligu avleiðingarnar eru vektaðar eins."

“Vit brúktu eisini data frá fólkateljingum yvir fólkaflytingar fyri at kanna, um tiltøkini sum myndugleikarnir settu í verk ímóti heimsfarsóttini, ávirkaðu, um fólk valdu at flyta í annan stat. Vit samanbóru eisini nettoflytingina í- og úr statum tá ið farsóttin herjaði, í tíðarskeiðnum ímillum 1. juli í 2020 og 30. juni í 2022, við fólkaflytingarmynstur í meira enn fimm ár áðrenn umfarsóttina. Úrslitini vístu ein týðandi vøkstur í fólkaflyting undir umfarsóttini, samanborið við gongdina áðrenn umfarsóttina. Eisini var eitt týðiligt samanfall ímillum fráflyting og tiltøkini sum staturin setti í verk, sum bendi á, at fólk flýddu úr statum við ógvusligum niðurlæsingum og til statir við linari tiltøkum.”

Tey gjørdu eina kanning, har tey í smálutum samanbóru serliga Florida og Kalifornia: 

“Florida linkaði niðurlæsingarnar eftir stuttari tíð, og skoraði lágt í indexinum hjá Oxford yvir, hvussu myndugleikarnir handfóru kovid-19. Meðan Kalifornia harafturímóti setti strong tiltøk í verk, við longdum niðurlæsingum, og var ímillum teir statir í landinum, sum skoraðu hægst í indexinum. Tó vóru heilsuligu avleiðingarnar á leið tað sama í hesum báðum statunum, og hetta týðir tí uppá, at ógvusligu tiltøkini í Kalifornia høvdu lítlan ella ongan virknað. Men búskaparligu og útbúgvingarligu avleiðingarnar vóru nógv verri fyri Kalifornia. Og báðir statir høvdu týðandi vøkstur í fólkaflyting. Tað letur til, at ógvusligu niðurlæsingarnar í Kalifornia skumpaðu undir fráflytingina, sum longu var stór, ímeðan tilflytingin í Florida vaks í farsóttartíðarskeiðnum, samanborið við gongdina framanundan. Tað, at Florida helt uppá at lata skúlar vera opnar, er sannlíkt ein týðandi orsøk til tilflyting úr øllum landinum.”  
 

Niðurstøða: 

“Ógvuslig tiltøk frá myndugleikunum gjørdu lítlan mun í at minka um deyðstíttleikan av Kovid-19 og yvirdeyðstíttleika annars. Men tiltøkini hjá stjórnini sýnast harafturímóti at hava vaksið um deyðstíttleikan av øðrum heilsutrupulleikum enn Kovid-19. Strangari tiltøk høvdu eisini ringa ávirkan á búskapin, mátað í arbeiðsloysi og BTÚ, og á útbúgving, mátað í atgongd til skúlagongd. Statir sum Florida og lond sum Svøríki, har tiltøkini ikki vóru so ógvuslig, og har tey løgdu dentin á at verja tey heilsuveikastu, høvdu munandi betri búskaparlig og útbúgvingarlig úrslit, við lítlum ella ongum kostnaði í heilsu. Próvtilfarið bendir á, at í framtíðini eiga myndugleikarnir, tá ið farsóttir herja, at lata vera við at seta í verk ógvusligar og varandi almennar avmarkingar. Í staðin eiga teir at tillaga útspælið eftir vandanum við ávísu sjúkuni, og at eggja bæði landsstjórnum og staðbundnum myndugleikum at halda hetta upp ímóti búskaparliga, útbúgvingarliga, heilsuliga og sosiala kostnaðinum av tiltøkunum.”    

Í greinini eru nakrar áhugaverdar talvur, millum annað henda samanberingin ímillum statir, við South Dakota ovast til vinstru og New York niðast til høgru.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Hetta eru prógvini, vit hava, grundað á dátur, sum vit hava. Og tíverri er tað ikki óvæntað. Niðurlæsingarnar bøttu ikki um heilsuna hjá fólki. Búskaparligu avleiðingarnar vóru sera oyðileggjandi. Búskapur er partur av heilsu, og heilsa endurspeglar lívsgóðsku. Somu úrslitini eru galdandi, uttan mun til, hvussu vit venda tí; við atliti til aldur, við atliti til fólkatal og -tættleika. Tað er als eingin vegur uttanum niðurstøðuna. Niðurlæsingarnar vóru vanlukkuligar og tæntu á ongan hátt endamálunum, sum vóru brúkt sum grundgeving.

Hava prógv framvegis týdning? Livst so spyrst. 

Greinin er endurgivin við loyvi eftir grein hjá Jeffrey A. Tucker, sum varð givin út á Brownstone Institute hin 15. februar 2023.

Um høvundin:

Jeffrey A. Tucker er stovnari og forseti fyri Brownstone Institute. Hann er eisini Senior Economics Columnist hjá Epoch Times, hevur skrivað 10 bøkur, harímillum ‘Liberty or Lockdown’, umframt túsundtals greinar í lærdum og populerum bløðum og tíðarritum. Hann er raskur at halda fyrilestrar um evni so sum búskap, tøkni, sosial filosofi og mentan.

J.P. týddi til føroyskt

***

Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.
Hinvegin er fíggjað við stuðli frá privatpersónum, sum halda, at miðilin er verdur at halda koyrandi.
Tú kanst vera við at hjálpa okkum at fáa tilfar út til føroyingar, við at lata okkum eina fasta mánaðarliga upphædd, ella við eini eingangs flyting á konto nr 9865 1039800.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald