Uttanlands

Týska parlamentið vrakar kravda koppseting fyri tey eldru

Olaf Scholz, ríkiskanslari, var fyri einum ósigri í dag, tá ið týska parlamentið vrakaði eitt lógaruppskot um at øll omanfyri 60 skuldu koppsetast í heyst

7 apríl, 2022. REUTERS/Lisi Niesner

7 apríl, 2022. REUTERS/Lisi Niesner

2022-04-07 21:16 Author image
Jón Tyril

Týska undirhúsið atkvøddi og vrakaði í dag eina lóg, sum kravdi at øll omanfyri 60 ár, skuldi koppsetast ímóti kovid19 í heyst.

Týska koppsetingarætlanin hevur mist ferðina við umleið 76,6% av týska fólkinum koppsettum við minst einum priki. Hetta er lægri enn tey 80% í øðrum vestureuropeiskum londum sum Fraklandi, Italia og Spania.

Í eini roynd at sleppa undan eini nýggjari smittubylgju í heyst, so var ætlanin at fáa lógina ígjøgnum, soleiðist at øll omanfyri 60 vórðu koppsett frá 15. oktober.

Dagligu smittutølini í Týsklandi eru høg, men eru fallin seinastu vikuna. Í dag vóru 201.729 nýggir tilburðir skrásettir.

Av teimum 683 tinglimunum, sum greiddu atkvøðu, vóru 378 ímóti og 296 fyri. Tinglimir høvdu frælsi at atkvøða sambært egnari samvitsku og høvdu ikki fingið boð frá flokkinum, hvussu tað skuldi atkvøðast.

At uppskotið fall er ein ósigur fyri Scholz, sum enntá hevði sent boð eftir uttanríkisráðharranum, Annalena Baerbock, sum mátti rýma av NATO fundi í Brússel fyri at náa atkvøðugreiðsluna.

Scholz var í seinastu viku noyddur at sleppa ætlanunum um koppsetingarkrøv fyri øll omanfyri 18 ár, eftirsum hann ikki kláraði at tryggja sær meirluta fyri tí uppskotinum.

Dirk Wiese, ein av tinglimunum, sum var við til at seta uppskotið fram, gav konservativu andstøðuni skuldina fyri at uppskotið fall. Tey blokera lógina fyri at gera stjórnini ilt, segði hann.

“CDU/CSU (konservativu) hava atkvøtt samvitskuleyst í einum samvitskuspurningi,“ segði Wiese í eini fráboðan.

At uppskotið fall avdúkar veikleikarnar hjá ráðandi samgonguni av Sosial Demokratunum hjá Scholz, Teimum Grønu og teimum frælslyntu Fríu Demokratunum, sum eru ósamd um mong mál.

Kanslaraembætið hevur ikki viðmerkt støðuna enn, men heilsumálaráðharrin, Karl Lauterbach, sum tók undir við uppskotinum, segði at tað fór at vera munandi truplari at berjast ímóti farsóttini í heyst.

At noyða koppsetingar á fólk stríður ímóti øðrum punkti í forfatninginum, sum tryggjar borgarunum rættin yvir egnum kroppi, segði mótuppskotið hjá AfD flokkinum.

Í seinasta mánað tók Eysturríki lógina um kravda koppseting av, seks dagar áðrenn bøturnar skuldu byrja at falla.


Kelda: Reuters - German parliament rejects mandatory COVID shots for elderly in blow for Scholz

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald