Uttanlands

Video: Professari spáddi júst hvat fór at henda í Ukraina

John J. Mearsheimer, professari í politiskum vísindum og altjóða trygdarpolitikki, spáddi longu í 2015, hvussu tað fór at ganga millum Ukraina, Russland og vestanlondini. Sí video niðanfyri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-03-08 18:35 Author image
Jón Tyril

John J. Mearsheimer, Professari í politiskum vísindum og samstjóri á deildini fyri altjóða trygdarpolitikk á fróðskaparsetrinum í Chicago, gav í einum fyrilestri í 2015 sítt boð uppá, hvussu spenta støðan millum Ukraina og Russland kundi loysast, og hvat kundi henda, um støðan ikki varð loyst.
Í brotinum her, sum also er frá september í 2015, sigur harra Mearsheimer m.a. at hann heldur, at

"vestanlondini leiða Ukraina eftir breiða vegnum til undirgang. Endaúrslitið verður, at Ukraina verður knúst sundur. Eg haldi at tann politikkur, sum eg mæli til, sum er at halda Ukraina uttanveltað, byggja tað upp búskaparliga, og halda tað uttan fyri kappingina millum Russland og NATO, er tað besta sum kundi hent fyri ukrainska fólkið. Men tað, sum vit gera, er at eggja ukrainarunum at spæla skrappir yvirfyri russum, vit eggja teimum til at halda, at teir við tíðini fara at gerast partur av vestanlondunum, og at vit til endans fara at vinna á Putin, og at vit til endans fáa okkara vilja. At tíðin arbeiðir fyri okkum. Og sjálvandi spæla ukrainararnir við í hesum. Og teir eru næstan ikki til at høgga ella stinga í, men vilja ístaðin halda eina sera harðrenda kós mótvegis Russlandi. Men sum eg havi sagt fyrr, um teir gera tað, so verður endaúrslitið, at landið verður sorlað sundur. Og tað, sum vit gera, er í roynd og veru, at eggja til tað úrslitið. Eg haldi tað hevði givið nógv meira meining, at vit arbeiddu fyri at skapa eitt uttanveltað Ukraina. Tað vildi verið í okkara áhuga at lagt hetta stríðið afturum okkum so skjótt sum gjørligt. Tað hevði eisini tænt Russlandi væl. Og tað mest umráðandi er, at tað sanniliga hevði tænt Ukrainska fólkinum best at enda stríðið."

Uppskotið hjá Mearsheimer bleiv sum kunnigt ikki tikið til eftirtektar og tað kann vera eitt sindur sorgblítt at ímynda sær, hvussu støðan kundi havt verið, hevði vesturheimurin fylgt ráðunum, og ístaðin gjørt Ukraina til eitt slag av eystureuropeiskum uttanveltaðum Sveits, sum lá sum ein brúgv millum eystur og vestur.

Allur fyrilesturin kann hoyrast her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald