Innanlands

Video: Vit taka samanum, 3. desember 2022

Vit taka samanum, 3. des 2022 - Albert Bourla, stjórin í Pfizer, fekk átalu fyri villeiðing í sambandi við barnakoppsetingar, Karl-Erik hevur verið sjúkur í 14 mðr síðani hann fekk prikið, Norskur koppsetingargranskari ávarar ímóti fleiri prikum, Íslendska hondbóltslandsliðið stúrir fyri koppsetingarkrøvum, ES keypir LNG-gass úr Russlandi fyri milliardir, fer ikki at kunna gevast enn á sinni, Løgtingsval, ein áheitan á floksformenn og valevni, ...og so eitt afturat...

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-12-04 20:53 Author image
Jón Tyril

Her er spurningurin til floksformenninar og valevnini, sum nevdur verður í videonum.

Hey xx,

eg siti og royni at skaffa mær eitt yvirlit yvir, hvørja støðu flokkarnir hava til avmarkingarnar, sum vóru settar í verk í sambandi við koronu. Eg ætli síðani at brúka svarini til kunning á hinvegin.fo

Í tí sambandinum havi eg tveir spurningar, sum eg sendi øllum floksformonnunum. (Um flokkurin ikki hevur eina samlaða støðu til málið, so hevði eg verið takksamur, um tað bar til hjá tær at fingið sent spurningin víðari til valevni floksins, so tey kunnu svara fyri seg).

Spurn. 1

Í november mánaða í 2021 settu Føroyar í verk eina skipan við koronupassi, har munur var gjørdur á hvørji rættindi borgarar høvdu, alt eftir, hvørt teir høvdu prógv fyri at teir vóru koppsettir, ella ikki.

Tekur flokkurin undir við at seta slíka skipan í verk aftur, um vit skuldu komið í samanberiliga støðu aftur einaferð í framtíðini?

Spurn. 2

Í Føroyum vóru átøkini sum heild rættiliga lin í mun til flest onnur lond, og bygdu í mestan mun á prinsippini um samtykki, heldur enn noyðslu. Eitt nú fekk løgreglan ongantíð víðkaðar heimildir at noyða fólk at halda tilmælir, eins og í DK og flestu londum í Europa, USA og Kina.

Tekur flokkurin undir við at halda fast í prinsippinum um samtykki, ella ynskir flokkurin at ein nýggj epidemilóg skal geva myndugleikunum víðkaðar heimildir, eins og í flestu øðrum londum, soleiðis at heimild er at noyða fólk at akta heilsupolitisk tilmæli?


Vinaliga,

Jón Tyril, hinvegin.fo

jon@tyril.fo / 741653

***

Tit, kæru lesarar og hyggjarar, eru okkara sponsorar.

Hjálp okkum at fáa enn meira og enn betri upplýsandi tilfar út á síðuna við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangsupphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald