Uttanlands

Washington Post: At kalla øll Ukrainsk rakettálop móti Russlandi nýta knattstøðuhjálp úr USA

Ukrainskir tænastumenn siga við amerikansku avísina Washington Post, at teir hava tørv á at fáa neyvu knattstøðutølini váttað frá USA og tess sameindu í nógv teimum flestu álopunum, sum Ukrainar fremja við framkomnum amerikanskum rakettskipanum. Hetta er sambært blaðnum nýggir upplýsingar, og avdúkar ein djúpari og virknari beinleiðis leiklut hjá amerikanska hervaldinum í krígnum.

2023-02-16 05:07 Author image
Jón Tyril

Hesar avdúkingarnar, sum trý høgt standandi ukrainsk tænastufólk og eitt høgtstandandi amerikanskt tænastufólk vátta fyri blaðnum, kemur fleiri mánaðir eftir at Ukrainsku herdeildirnar byrjaðu at skjóta eftir russiskum málum við amerikansku rakettskipanunum. Talan er um sokallaðu HIMARS (High Mobility Artillery Rocket System) rakettskipanirnar og aðrar líknandi skipanir sum eitt nú M270 MLRS (multiple-launch rocket system).

Eitt høgt standandi ukrainskt tænastufólk segði við Washington Post, at ukrainsku herdeildirnar at kalla ongantíð skjóta við framkomnu vápnunum uttan neyvar knattstøður, sum teir fáa frá starvsfólkum í amerikanska herinum, sum sita aðrastaðni í Europa. Ukrainarar siga, at henda mannagongd átti at givið amerikanarum nóg gott álit á ukrainsku deildunum, til at teir eisini kunnu veita teimum longri røkkandi rakettir enn higartil.

Eitt høgtstandandi amerikanskt tænastufólk váttar fyri blaðnum, at USA spælir ein lyklaleiklut í siktingini hjá ukrainsku herdeildunum, hetta fyri at tryggja neyvleika, soleiðis at rakettirnar verða brúktar til fulla nyttu, tí tær finnast einans í avmarkaðum nøgdum.

Mín viðmerking: Hetta má so merkja, at tað eisini eru amerikansk hernaðarlig starvsfólk, sum sita í einum NATO-landi og geva neyvu knattstøðurnar, tá ið sivilmál sum íbúðarblokkar, sjúkrahús og handilstorg í Donbass-landslutinum vera skotin við amerikanskum rakettum og sivilfólk lata lív.
Ella v.ø.o. raketskjótiskipanir úr USA ella øðrum NATO-landi, rakettir/lóður úr USA ella øðrum NATO-landi, og góðkendar knattstøður frá amerikanskum starvsfólkum í einum NATO-landi. Ukraina veitir so fólkini, sum trýsta á knøttarnar, og sum doyggja á hermótinum.

Kelda: Washington Post - Ukraine’s rocket campaign reliant on U.S. precision targeting, officials say

***

Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.fo

Sum tú sært, hava vit ikki lýsingar ella krav um haldaragjald á síðuni. Tað er tí at vit vilja hava tíðindi frá okkum at síggjast og lesast so víða sum gjørligt. Ístaðin livir Hinvegin av stuðli frá privatpersónum sum tær, ið halda, at okkara arbeiði hevur týdning og virði.
Um tú eisini heldur tað, so kanst tú hjálpa okkum at halda arbeiðið koyrandi við antin at lata eina fasta upphædd ella gera eina eingangs flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald