Uttanlands

CDC tekur tíggjutúsundtals deyðsføll úr yvirlitinum yvir kovid-deyð

Amerikanski heilsustovnurin tók tíggjutúsundtals deyðsføll av listanum - herundir næstan fjórðingin av øllum barna-deyðsføllum

2022-03-22 11:25 Author image
Jón Tyril

Amerikanski heilsustovnurin, CDC (The Centers for Disease Control and Prevention) tók 14. mars tíggjutúsundtals deyðsføll av listanum yvir koviddeyðsføll á síni kovid-dátu-heimasíðu - herundir næstan fjórðingin av øllum deyðsføllum millum børn. Orsøkin er ein algoritma, sum hevur talt deyðsføll uppí, sum av røttum ikki áttu at verið roknað sum deyð av ella við kovid, sigur CDC við Reuters.

Stovnurin ásannaði eisini, at skrásetingarnar av kovid-deyðum eru ikki fullfíggjaðar.

Áðrenn rættingarnar kannaði CDC kovidfarsóttini 851.000 deyðsføll, harímillum 1.755 barnadeyðsføll. Eftir rættingina lækkaði samlaða talið niður til 780.000 deyð í samband við kovid.

Broytingin hevði við sær, at 72.277 deyð í 26 ymiskum statum vóru tikin burturúr yvirlitinum. Herundir 416 børn, ein minking uppá 24% til tilsamans 1.341, segði stovnurin.

CDC brúkti kovidhagtølini til at argumentera fyri hvørjir aldursbólkar skuldu fáa koppsetingar og til at stuðla undir góðkenningini av Pfizer koppingarevninum til børn millum 5 og 11 ár.

Stjórin í CDC, Dr. Rochelle Walensky, vísti til deyðstølini í november í 2021, tá ið hon trýsti á fyri at fáa ein serfrøðingabólk at viðmæla teimum at bjóða koppingina til børn millum 5 og 11 ár.

19% av deyðsføllum í samband við kovid í USA eru millum børn. Tað vil siga, at deyðstíttleikin millum børn, sum fáa kovid í USA, er 0.01% sambært amerikanska barnalæknafelagnum.

Sambært CNN ætlar Moderna at lata inn dátur frá kliniskum royndum við koppseting av 2 til 5 ára gomlum, sum felagið væntandi fer at søkja um góðkenning til, um datatilfarið stuðlar tí. 

Stjórin í Pfizer, Albert Bourla segði 13. mars í einum parti av “Face the Nation” á CBS, at hann roknar við at hava eina koppseting klára til børn í aldrinum 6 mánaðir til 4 ár, “møguliga í mai, um hon riggar."

Tað er enn ógreitt, hvørt medisinfeløgini fara at brúka nýggjastu rættaðu tølini frá CDC í sínum váðametingum, sum skulu meta um, hvørt fyrimunirnir eru størri enn vansarnir viðv. koppseting av børnum, hesar skulu síðani latast heilsumyndugleikunum til støðutakan.

Keldur: Reuters, The Defender, The Epoch Times, CNN, CDC,

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald