Uttanlands

Ein av heimsins mest heiðurskrýndu journalistum, Seymour Hersh, avdúkar hvussu USA saman við Norra sprongdi Nord Stream 2

Í síni fyrstu grein á Substack, avdúkar ein av heimsins fremstu gravandi journalistum, Seymour Hersh, hvussu USA sprongdi hav-gassleiðingarnar, sum eisini umboðaðu ein stóran frákoyringarmøguleika mótvegis friði.

2023-02-09 05:49 Author image
Jón Tyril

Seymour Hersh, ein av mest heiðurskrýndu, kendastu og mest ávirkandi journalistum nakrantíð, er nú á Substack. Og tað er eitt veruligt skup hann er komin út við: søgan innanífrá, hvussu amerikanska stjórnin sprongdi Nord Stream 2 gassleiðingarnar, sum vóru bygdar til tess at frakta bíligt russiskt gass til Europa og Týsklands.

Les greinina hjá Hersh her:

How America Took Out The Nord Stream Pipeline

Hersh, sum hevur fingið hendingagongdina lýsta frá innanhýsis keldum, greiðir frá, at ráðleggingin av loyniliga átakinum byrjaði seint í 2021. Tað var trygdarráðgevin hjá Biden-stjórnini, Jake Sullivan, (National Security Adviser) sum gav boðini, og sum segðist gera tað “vegna ynski frá forsetanum.” Í juni mánaða í 2022 fóru so herflota kavarar, huldir av NATO venjingini BALTOPS 22, og løgdu djúpvatnsbumbur við rørleiðingarnar. Bumburnar vóru útloysar tríggjar mánaðir seinni, í september.

Viðvíkjandi norska leiklutinum í atsøknini, sigur Hersh, at USA m.a. fekk hjálp frá Norra til at rokna út, hvar tað loysti seg best at staðseta bumburnar, leggja til rættis soleiðis at danir og sviar ikki fingu illgruna og so vóru tað norðmenn, ið útloystu spreingingarnar.

Hersh skrivar:

“Í Washington vistu tey, at tey máttu samstarva við Norra. “Í Norra hata tey russarnar og norski herflotin var fullur av sera dugnaligum sjófólki og kavarum, sum í fleiri ættarlið høvdu royndir við at leita eftir olju og gassi á djúpum vatni,” segði keldan. Tú kundi eisini líta á at teir fóru at halda atsøknina loyniliga. (Norra kann hava havt onnur endamál eisini. Oyðileggingin av Nord Stream — um so var at amerikanararnir megnaðu at fullføra hana — fór at geva Norra høvið at selja munandi meira av sínum egna gassi á europeiska marknaðinum.)”

Sum Hersh ger vart við, so fullgjørdi oyðileggingin av gassleiðingini eitt stórt geopolitiskt mál hjá USA. Um Nordstream 2 varð tikin í nýtslu, so hevði hon “tvífalda mongdina av bíligum gassi, sum var tøkt fyri Týskland og vestureuropa,” og kundi “veita nóg mikið av orku til meira enn 50 prosent av árligu nýtsluni hjá Týsklandi.” Tískil “óttaðist Washington at lond sum Týskland fóru at halda seg aftur við at stuðla Ukraina við pengum og vápnum, sum skuldi til fyri at vinna á Russlandi.”

Tað er vert at geva sær far um, at henda ætlan var orðað seint í 2021 — ikki var hetta bara tá ið Russland savnaði herfólk á markinum til Ukraina, men hetta var eisini ímeðan Russland skjeyt upp gjøllig sáttmála uppskot fyri USA og NATO, hvussu teirra trygdar stúranir kundu loysast í mun til Ukraina og onnur europeisk lond nærhendis. Nú vita vit, at tá ið USA vrakaði kjarnukrøvini hjá Russlandi — og noktaði blankt so mikið sum at kjakast um víðkanina av NATO — so arbeiddi USA samstundis við eini ætlan at spreingja tvær rørleiðingar, sum, um tær virkaðu, styrktu bondini millum Russland og restina av Europa, og gjørdu harvið eitt staðgongukríggj í Ukraina meira trupult.

Hetta er orsøkin til, sum Hersh vísir á, at hægstu embætisfólk í Biden-stjórnini ikki kláraðu at dylja sína frøi, tá ið rørleiðingarnar vóru sprongdar í september. Spreingingin av Nord Stream 2 var sambært uttanríkisráðharranum Antony Blinken ein “ómetaliga stórur strategiskur møguleiki.”

Vara uttanríkisráðharrin, Victoria Nuland, fylgdi fyridøminum hjá Blinken og segði við senatorin Ted Cruz herfyri, at hon, saman við Hvítu húsunum, er “sera takksom at vita, at Nord Stream 2 nú er … ein klumpur av metalli á havsins botni.”

Tað er sannlíkt, at søgan hjá Hersh fer at vera skíggjað ella víst aftur av ráðandi miðlunum, sum hava hildið fast í og fortalt søguna, at onkursvegna bumbaði Russland sína egnu rørleiðing (hóast, sum Hersh vísir á, summir hava nýliga, um enn á sera spakføran hátt, roynt at bakka tað páhaldið aftur).

Nú hevur Seymour Hersh, Pulitzerprísvinnandi legendariskur journalistur, so givið okkum smálutirnar í eini altjóða sabotasju-atsøkn, sum ráðandi miðlarnir higartil hava gruggað fyri okkum.

Victoria Nuland, varauttanríkisráðharri segði hin 27. januar 2022:
"viðv. Nord Stream 2, vit halda á at hava greiðar samrøður við okkara týsku sameindu, og eg vil gera púra greitt fyri tær í dag, um Russland ger innrás í Ukraina, so fer Nord Stream 2 á ein ella annan hátt at verða steðgað."

Og Biden forseti segði 7. februar í 2022 soleiðis:

Biden: "Lat meg svara hasum fyrsta spurninginum. Um Russland ger innrás, tað vil siga, um tanks ella herfólk fara um markið inn í Ukraina, aftur her, so fer tað ikki longur at vera nøkur Nord Stream 2. Vit fara at fáa ein enda á henni."

Journalistur: Hvussu fara tit at gera tað, heilt ítøkiligt, eftir sum at verkætlanin er undir týskum ræði?

Biden: "Vit ehh, eg lovi tær, vit eru før fyri at gera tað."

 

Um Seymour Hersh frá Wikipedia: Seymour Hersh er ein gravandi journalistur og politiskur rithøvundur.

Hersh fekk á fyrsta sinni viðurkenning fyri at avdúka My Lai Massakruna í 1969 og hvussu roynt var at dylja hana undir Vietnam krígnum. Hetta vann hann kendastu journalistisku virðislønina, Pulitzer Prize for International Reporting fyri. Í sjeytiárunum dekkaði Hersh Watergate gøluna fyri The New York Times og avdúkaði loyniligu bumbingina av Kambodia. Í 2004 skrivaði hann um hvussu amerikanski herurin fór illa við fangum í Abu Ghraib fongslinum. Hersh hevur eisini vunnið tveir National Magazine Awards og fimm George Polk Awards. Í 2004 fekk hann George Orwell Heiðurslønina.

__

Greinin omanfyri er í stóran mun týdd frá grein hjá Aaron Mate á Substack:
Seymour Hersh reveals how the US blew up Nord Stream 2

Upprunagreinin hjá Hersh: How America Took Out The Nord Stream Pipeline

Kann eisini lesast í norskari umseting á steigan.no her: Hvordan USA og Norge sprengte Nord Stream rørledningene

Les eisini:

Professor Jeffrey Sachs frá Colombia University, heldur at USA stóð aftanfyri sabotasjuna av Nord Stream

Washington Post: Eingi prógv fyri at Russland kvetti Nord Stream leiðingarnar

Svøríki vil ikki deila Nord Stream kanningarúrslitini við Russland

Amerikansku oljufeløgini hava ovurstóran vinning av krígnum

***

Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.fo

Vit hava valt ikki at hava lýsingar ella haldaragjald á síðuni fyri at tíðindi frá okkum kunnu síggjast og lesast so víða sum gjørligt. Ístaðin liva vit av stuðli frá privatpersónum sum tær, ið halda, at okkara arbeiði hevur týdning. Um tú eisini heldur tað, so ert tú hjartaliga vælkomin at hjálpa okkum at fíggja arbeiðið við at lata antin eina fasta ella eina eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald