Uttanlands

Professor Jeffrey Sachs frá Colombia University, heldur at USA stóð aftanfyri sabotasjuna av Nord Stream

“Eg veddi uppá, at spreingingin er framd av USA, møguliga í samstarvi við Póland,” segði Sachs, ið er kendur viðmerkjari og ráðgevi hjá hægstu leiðarum í ST, vinur við Bono og fyrrv. ráðgevi hjá Yeltsin-stjórnini í Russlandi frá 1991 til 1994. Síggj video og avskrift av samrøðuni her.

2022-10-05 04:07 Author image
Jón Tyril

Jeffrey Sachs, heimskendur búskaparfrøðingur, professari og leiðari fyri “Center for Sustainable Development” (miðstøðin fyri burðardygga menning) við Columbia University, var á Bloomberg TV mánadagin og varð spurdur um stríðið í Ukraina. 

Professarin segði at hann “veddaði uppá,” at USA stóð aftanfyri atgerðina. Hann segði eisini m.a. at ein hópur av journalistum, hann prátar við, siga tað sama við hann privat, men at teir kunnu ikki siga tað alment.

Tað var annars í seinastu viku, at seismologar í Danmark og Svøríki søgdu, at teir høvdu skrásett ógvusligar brestir, tætt við har lekarnir á Nord Stream leiðingunum vóru.

Summir eygleiðarar hava givið Russlandi skuldina, og siga, at endamálið er at økja trýstið á Europa, fyri at fáa londini at taka stuðulin til stýrið í Kyiv aftur.

Sachs, ið er kendur sum viðmerkjari, ráðgevi hjá hægstu leiðarum í ST, vinur við Bono, og fyrrverandi ráðgevi hjá Yeltsin-stjórnini í Russlandi í 1991 til 1994, umframt mangt annað, segði, at hann væntaði tað øvuta.

Síggj brot her:

“Eg veddi uppá, at spreingingarnar eru framdar av USA, møguliga í samstarvi við Póland,” segði hann.

“Hetta er spekulatión.”

“Jeff, vit mugu steðga her,” breyt Tom Keene, verturin hjá Bloomberg, hann av. “Hví heldur tú at tað var ein atgerð hjá USA? Hvørji prógv hevur tú fyri tí?”

Til tað svaraði Sachs:

“Well, fyri tað fyrsta, so er beinleiðis radara próvtilfar, sum vísir at amerikanskar hernaðartyrlur, sum vanliga halda til í Gdansk í Pólandi, flugu í ring yvir hetta økið”, segði Sachs.

“Vit fingu eisini eina hóttan frá USA (Joe Biden forseta) fyrr í ár, at ‘á ein ella annan hátt skulu vit fáa enda á Nord Stream.’” (sí videobrot longri niðri)

“Vit høvdu eisini merkisverdu útsøgnina frá [amerikanska] uttanríkisráðharranum,[Antony] Blinken seinasta fríggjadag, tá hann á einum tíðindafundi segði at ‘hetta er eisini ein einastandandi møguleiki.’”' (sí videobrot longri niðri)

“Hatta er løgin máti at tosa uppá, um tú ert stúrin um atgerðir móti altjóða infrakervi, sum hevur avgerandi týdning.”

7. februar segði Biden á tíðindafundi í Hvítu Húsunum, við týska kanslaranum, Olaf Scholz, undir liðini, at USA skuldi “fáa enda á” Nord Stream 2 gassleiðingini, um so var, at Russland gjørdi innrás í Ukraina.

Gassleiðingin er ikki tikin í nýtslu, men skuldi eftir ætlan takast í brúk í ár.

“Um Russland ger innrás - tað vil siga tanks ella hermenn fara um markið hjá Ukraina - so verður tað ikki longur nøkur Nord Stream 2. Vit fara at gera enda á henni,” segði Biden tá.

Spurdur nærri av tíðindafólkunum, hvussu hann skuldi gera enda á henni, tá nú gassleiðingin er undir týskum ræði, so svaraði Biden:

“Eg lovi tær, vit kunnu gera tað.” (sí videobrot longri niðri)

Sachs viðmerkti hesi orðini hjá Biden:

“Eg veit at tað gongur beint ímóti okkara ráðandi frásøgn, tú hevur ikki loyvi at siga hesi tingini vestanfyri, men veruleikin er tann, at alla staðni kring heimin, tá eg tosi við fólk, so halda tey, at USA gjørdi tað.”

“Sjálvt tíðindafólk á okkara bløðum, sum eru inni í málinum, siga við meg, ‘sjálvandi [vit gjørdu tað], men tað sæst ikki aftur í okkara miðlum”.

Síggj alla samrøðuna við Sachs her:

Umframt tað vit hava endurgivið omanfyri, var Sachs spurdur um at viðmerkja eina grein í The Atlantic, har hann verður álopin. Hann sigur, at hann var álopin fyri at ”verða í parti við friði” og at hann var sera stúrin um stríðið í Ukraina og møguleikan fyri kjarnorkukríggi.

“Russland kennir tað, sum at hetta kríggið er eitt kjarnumál fyri sína trygdarstøðu,” segði hann.

“USA heldur uppá, at tað vil gera alt fyri at stuðla Ukraina í at vinna á Russlandi. Russland sær hetta sum eitt staðgongukríggj (proxy war) við USA. Uttan mun til hvat vit halda um hetta, so er hetta ein leið við ómetaliga vandamiklari eskalering.”

Sachs vísti eisini á, at vesturlendsku miðlarnir reingja støðuna, tá teir lata sum um at allur heimurin er sameindur ímóti Russlandi.

“Ein stórur partur av heiminum hyggur at hesum við ræðslu, og ein stórur partur av heiminum dámar ikki hesa víðkanina av NATO, sum tey uppfata sum kjarnumálið í hesum,” segði Sachs.

“Tey vilja gjarna hava eitt kompromis millum USA og Russland.”

“Í atkvøðugreiðslu eftir atkvøðugreiðslu í Sameindu Tjóðum, so hevur tað stórt sæð verið vestanlondini, sum hava atkvøtt fyri handilstiltøkum, fordømingum og øðrum átøkum. Meðan meginparturin av heiminum, í øllum førum meginparturin av heiminum mált í fólkatali, stendur á síðulinjuni. Tey síggja hetta sum ein ræðuligan samanbbrest millum Russland og USA.”

“Tey síggja tað ikki soleiðis sum vit síggja tað í miðlunum, sum eitt óprovokerað álop, sum Russland framdi á Ukraina.”

“Hetta stríðið gongur langt aftur í tíð, tað byrjaði ikki hin 24. februar í 2022. Í roynd byrjaði sjálvt kríggið í 2014, ikki í 2022, og sjálvt tað hevði sína undansøgu.”

“Meginparturin av heiminum sær hetta ikki so sum vit lýsa tað. Meginparturin av heiminum er bara bebbaræddur júst nú, beint út sagt.”

“Tað er ótrúligt at hoyra annan partin siga, at hann er til reiðar at nýta atomvápn, um tað gerst neyðugt, meðan hin parturin sigur ‘tú klárar ikki at ræða okkum.’”

Sachs segði at heimurin var “á veg inn í ótryggasta heimspolitiska tíðarskeiðið í mong áratíggju.”

“Vit fara inn í fyrstu hyperinflatión í meira enn 40 ár. Og vit eru á veg inn í fyrstu eskaleringina móti kjarnorku avgrundini í 60 ár. Fyri júst 60 árum síðani hendan mánaðin, høvdu vit Kubakreppuna. Hetta er vandamiklasta løtan síðani Kubakreppuna.”

“Tað er ein ómetalig ovbyrjan og vit síggja ongar royndir at hála hetta niður ella at kyrra tað niður.”

“Hvør einasti dagur snýr seg um eskalering, vit fara at vinna á hinum partinum, vit hava okkara rættindi, vit kunnu krevja okkara rætt. Vit hava forkvinnuna Pelosi, sum flýgir til Taiwan. Vit hava so nógvar provokatiónir mitt í hesum ótryggleikanum.” Segði Sachs millum annað. Sí alla samrøðuna við hann omanfyri.

__

Síggj viðmerkingarnar hjá Biden forseta frá 7. februar her

Og Victorio Nuland, vara-uttanríkisráðharra, frá 27. januar

[object Object]

Og Blinken uttanríkisráðharri um "einastandandi møguleikan" eftir at Nord Stream var sett út av spælinum her:

Condoleezza Rice fyri 8 árum síðani í týskum sjónvarpi: Vit noyðast at flyta okkum frá olju- og gassveitingum úr Russlandi og Ukraina, til olju- og gassveitingar úr Norður Amerika


***

Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald