Uttanlands

Ibuprofen-nýtsla í styttri tíð kann økja vandan fyri kroniskari pínu, bendir gransking á

Sambært The Guardian, siga granskarar, at meira gransking er neyðug, til tess at kanna møguligt samband ímillum anti-inflammatoriskan heiligvág og langtíðar trupulleikar, so sum pínu í rygginum.

2022-05-17 15:54 Author image
Jón Tyril

The Guardian skrivar í seinastu viku um gransking, sum bendir á, at nýtsla av heiligvági so sum ibuprofen og sterioidum, til tess at bøta um stutt-tíðar heilsutrupulleikar, kunnu økja um vandan fyri at fáa kroniska pínu.

Úrslitini koma frá eini lítlari kanning og geva ábendingar um, at tíðin kanska er komin til at endurhugsa, hvussu vit viðgera pínu. Vanlig leking av einum pínufullum skaða inniber inflammatión, á føroyskum kalla vit tað bruni - sum er nátúrligi mátin, kroppurin reagerar uppá skaða og infektión. Nýggja granskingin bendir á, at forða vit inflammatiónini, brunanum, við heiligvági, so kann tað elva til heilsutrupulleikar, sum eru truplari at viðgerða.

Tað kann vera, at brunin verjir fyri at akutt pína gerst kronisk, og tað, at sláa brunan niður ov nógv, tí ger ilt verri í longdini.

Granskarar søgdu at pína í niðara parti av rygginum er tað vanligasta slagi at kroniskari pínu - t.e. pína, sum varar longri enn hvat tú annars skuldi roknað við eftir skaða - og hevur við sær ógvusligan fíggjarligan og læknaligan kostnað hvørt ár.

Flestu sjúklingar fáa standard viðgerð sosum pínuheilivág, sum flokkast undir ‘non-steroidal anti-inflammatory drugs’ ella NSAID, so sum ibuprofen, voltaren og onnur, ella við kortikosteroidum. Men hesin heiligvágur hjálpir bara nakað og lítil vitan er um, hví akutt pína, sum byrjar brádliga av onkrum nágreiniligum, stundum kann steðgast, men hjá øðrum heldur á sum kronisk pína.

Fyri at skilja skiftið frá akuttari til kroniska pínu í niðara parti av rygginum, fylgdu granskararnir 98 sjúklingum, sum vóru plágaðir av pínu í rygginum, í tríggjar mánaðir.

Teir kannaðu eisini mekanismurnar í pínu hjá bæði menniskjum og músum. Granskararnir sóu at eitt slag av hvítum blóðkyknum, ið kallast neutrophil, sum hjálpa kroppinum at vinna á infektiónum, spæla ein lyklaleiklut, tá vit skulu sleppa av við pínu. Tá hesar kyknur blivu forðaðar, varð pínan longd upp til 10 ferðir í mun hvussu leingi hon varar vanliga.

Viðgerð við anti-inflammatoriskum heiligvági og steroidum skapti somu úrslit, hóast tey hjálptu ímóti pínu at byrja við.

Granskararnir søgdu, at úrslitini vóru stuðlað av eini aðrari greining av 500.000 fólkum í Bretsku Biobank kanningini, sum vísti, at tey, sum tóku anti-inflammatoriskan heiligvág, vóru meira sannlík at hava pínu tvey til tíggju ár seinni. Hesin virknaður sást ikki millum tey, sum tóku paracetamol (panodil, pinex, pamol etc) ella antidepressivan heiligvág.

Dr. Franziska Denk, sum er senior undirvísari við King’s College í London, segði at: “tað vildi púra sikkurt verið ov tíðliga at komið við tilmælum um hvønn heiligvág fólk skulu nýta, fyrr enn vit hava úrslit frá nærri og nágreiniligari kliniskum kanningum.”

Professor Blair Smith, frá University of Dundee, segði: “Ástøðið er at bruni kann virka verjandi í longdini, og at minka um brunan kann elva til skaða. Men vit skulu minnist til, at hetta er bara ein kanning, og meira gransking er neyðug, til tess at vátta og kanna hetta nærri.”

Granskingin er kunngjørd í Science Translational Medicine.

Kelda: The Guardian - Short-term use of ibuprofen may increase chance of chronic pain, study suggests

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald