Tú leitaði eftir “apple-touch-icon.png” og fann 170 úrslit
-
23. January 2023
-
23. January 2023 13:56
Bloomberg: Tað fer at taka fleiri ár hjá Týsklandi at javna missin av russiskum gassi
Ein ríkistinglimur sigur við Bloomberg, at “sannleikin er, at har verður ikki nóg mikið av framleiðslukapasiteti til í heiminum, at framleiða nóg stórar mongdir av LNG soleiðis at vaksandi eftirspurningurin kann nøktast hesi næstu trý til fýra árini, so tann ósagda strategiætlanin er, at Týskland skal halda á við at rinda svakar prísir, meðan onnur, minni rík lond, ganga tómhent.”
-
-
17. August 2022
-
17. August 2022 18:59
Soleiðis broyttu summi foreldur sína politisku fatan undir farsóttini
New York Times hevur eina grein um foreldur, sum einaferð roknaðu seg at hoyra til ávísan politiskan flokk, men sum vegna trýst frá myndugleikunum mótvegis teirra børnum undir farsóttini, gjørdust tað, sum greinin kallar “single issue voters” - also fólk, sum ikki velja vegna politskan flokk, men seta krossin sambært einum einstakum máli, sum hevur alt at siga fyri tey.
-
-
19. August 2022
-
19. August 2022 06:23
Teilendsk kanning: Næstan 30% av ungum fáa ávirkan á hjartað eftir koppseting við Pfizer mRNA
Ein kanning úr Teilandi millum ung 13 til 18 ára gomul, sum fingu seinna mRNA prikið hjá Pfizer ímóti kovid, vísir at 29,4 % av øllum luttakandi upplivdu onkra ávirkan á hjartað - alt frá hjartabankan, til hjartabruna til høgt blóðtrýst o.a.
-
-
12. September 2022
-
12. September 2022 17:07
Russland gevur lyfti um at útflyta korn til tey fátækastu londini
Russiski forsetin hevur sambært RT lovað at útvega korn og ókeypis kunststøð til heimsins fátækastu lond
-
-
19. October 2022
-
19. October 2022 22:35
Stuðulsskipanir til el-bilar eru ein vánalig íløga - Bjørn Lomborg
Elbilar fara ikki at taka yvir fyrr enn víðarimenning/innovatión hevur gjørt teir betri og bíligari enn brennievnisbilar. Men politikkarar vilja hava broytingina her og nú, og ætla sær at søpla túsundtals milliardir krónur í stuðli til elbilar, og forða fyri at brúkararnir fáa teir bilar, teir ynskja, alt fyri at uppnáa so gott sum einki fyri veðurlagið, skrivar Lomborg m.a. í meiningagrein í Newsweek í gjár
-
-
14. December 2022
-
14. December 2022 09:12
Vanlukkulig smitta - Bill Gates og tey hava aftur verið í holt við eina farsóttarsimulering
Kennir tú Event 201, sum var ein simulering av eini koronuvirus heimsfarsótt í september í 2019, stutt áðrenn vit hoyrdu um Kovid19 á fyrsta sinni? Ella hvussu við apukoppasimuleringini, sum var hildin júst eitt ár framanundan at apukopparnir brutu út? Well, í oktober í ár var skipað fyri enn einari pandemi-simulering, hesaferð fyri einum veruliga vandamiklum virusi, sum sambært venjingini rakar í 2025.
-
-
09. February 2023
-
09. February 2023 03:24
Blindsjón er 2020
Hvar vóru sálarfrøðingarnir, sum kundu siga okkum, hvussu sosial avbyrging fór at ávirka okkara sárbærastu? Hvar vóru búskaparfrøðingarnir, sum skuldu kravt eina kostnaðar-fyrimunar-greining? Hvar vóru etisku ráðini, sum skuldu kravt eina hóskandi javnvág millum fyribyrgjandi tiltøk øðrumegin og mannarættindi hinumegin? Ella filosoffarnir, sum kundu viðgjørt vandarnar við eitt nú at sundurskilja lívið frá tí livandi? Hesi sjónarhorn hava ikki minni týdning enn smittufrøðiligu sjónarhornini, hvussu vit best tálma smittu.
-
-
03. March 2023
-
03. March 2023 02:25
12 ráð, hvussu tú við tolni kanst uppala viljasterka og lívliga barn títt
Hevur tú eitt viljasterkt barn? So ert tú heppin! Meðan börnini eru smá kann viljastyrkin tykjast avbjóðandi, men við eymligari uppaling gerast tey framúrskarandi tannáringar og ung vaksin. Her eru 12 góð ráð frá Dr. Lauru Markham, sálarfrøðingi, rithøvundi og serfrøðingi í barnauppaling, hvussu tú á bestan hátt kanst menna og menta títt viljasterka barn.
-
-
22. March 2023
-
22. March 2023 18:38
KVÖKING 3. partur - Gestur: Ben Arabo
Her kanst tú síggja nýggjasta partin av KVÖKING við Ben Arabo.
-
-
05. April 2023
-
05. April 2023 16:13
Nýggjur partur av KVÖKING kl 19 í kvøld - her er ein lítil brellbiti
Í kvøld kl 19 kemur 4. partur av poddvarpinum KVÖKING út.Gestur hesaferð er Björk Tyril Sadembou, lívfrøðingur, evnafrøðingur, mamma og samskipari hjá Føroya Pro Vita.Jón Tyril, Arni Zachariassen og Björk Tyril Sadembou samskifta m.a. um spurningar í sambandi við lív, mannavirði og -rættindi.Niðanfyri er eitt lítið klipp.
-
-
-
05. April 2023 18:12
Her er KVÖKING nr 4 við Björk Tyril Sadembou
Her kanst tú síggja nýggjastu hvøtjingina
-
-
19. April 2023
-
19. April 2023 11:03
Her er KVÖKING nr 5 - framhald av samrøðu við Björk Tyril Sadembou
Her eru leinki til nýggjastu kvöking, har Arni, Jón og Björk taka tráðin frá seinasta parti uppaftur, og kava longur niður í kjakið kring fosturtøku. Hvørji eru bestu argumentini fyri fosturtøku? Hvat er tað, sum veruliga skilir partarnar í kjakinum? Eru vit ikki meira enn "ein posi av kyknum", ella hava vit íborið virði, og hava øll menniskju somu grundleggjandi rættindi, bara við at vera menniskju? Og forrestin, nær byrjar mannalívið og er meiningin við lívinum, at realisera seg sjálvan, og hvat er so tað? Hesir og mangir aðrir spurningar verða umrøddir í samrøðuni, tá ið Jón, Arni og Björk enn einaferð setast á kjørbreyt at kvökja.
-
-
03. May 2023
-
03. May 2023 20:51
Her er KVÖKING nr 6
Skal skúlin leggja ávís grundleggjandi lívsvirði og sannføringar niður í børnini, ella skal hann í mest møguligan mun halda seg til at læra børnini at lesa, rokna, gera ítrótt og annars at bera seg at sambært vanligum fólkaskikki? Tað er ein av spurningunum, Jón og Arni umrøða í kjalarvørrinum av nógv umrødda barnaleikinum "en kænguru som dig". Síggj kvökingina her
-
-
19. May 2023
-
19. May 2023 10:41
Her er KVÖKING partur 7
Sensureraðir sjónleikir og brotin ælabogafløgg! Hendir hetta tí haturstala florerar í Føroyum? Og hvat er haturstala í grundini, og hvussu virkar hon. Og ikki minst, hvønn týdning hevur tað, at vit hava víðgongt talufrælsið?Tað prátaðu Jón og Arni um m.a. í sjeynda parti av poddvarpinum KVÖKING, sum tú kanst síggja og hoyra umvegis leinki her
-
-
05. June 2023
-
05. June 2023 14:35
Her er KVÖKING nr 8
Í 8. parti av KVÖKING royna Jón og Arni at kava niður í viðurskiftini við Russland, handilstiltøkini og tíðindafundin á Viðareiði, sum landsstýrið helt.
-
-
28. June 2023
-
28. June 2023 18:47
Her er KVÖKING nr 10
Arni Z. og Jón práta um virkna deyðshjálp, heilagleika lívsins, misfosturs útgávur av læruni um arvasyndina, transhumanismu og mangt annað í 10. parti av KVÖKING
-
-
22. November 2023
-
22. November 2023 18:10
Her er KVÖKING nr 12
Arni og Jón royna at skava varisliga í lakkinum og at jokka sum minst í spinatið, tá ið teir umrøða tvey mikið umstrídd evni seinastu tíðina, Kringvarp Føroya og Ísrael-Gaza stríðið. Hvussu tað gekst, kanst tú hoyra her í 12. parti av KVÖKING
-
-
07. December 2023
-
07. December 2023 15:26
Her er KVÖKING nr 13 - um fallið í burðartíttleika
Jón Tyril og Arni Zachariassen práta um fallandi burðartíttleikan, sum veruliga eftir at hava verið spakuliga fallandi í mong ár, hevur tikið veruligt dik á seg seinastu 2 árini
-
-
03. January 2024
-
03. January 2024 18:50
Her er KVÖKING NR 14 - við Høgna Mohr
Ársins fyrsta kvöking saman við rithøvundanum og menniskjanum Høgna Mohr. Vit práta serliga um hvussu koronatíðin upplivdist, hvønn leiklut myndugleikar, fjølmiðlar og vanlig fólk høvdu, um pedel-syndromið, pringles-metoduna, um at nýta búkkensluna, til tess at skyna millum rætt og rangt, og mangt annað.
-
-
17. January 2024
-
17. January 2024 19:36
Her er KVÖKING nr 15
Jón og Arni vassa aftur út á djúpt vatn, har ilt er at grynna, men hesaferð eru teir ikki eins samdir, hvønn veg, svimjast skal, sum teir onkuntíð hava verið.
-
-
08. February 2024
-
08. February 2024 01:50
Her er KVÖKING nr 16
KVØKING NR 16 varð send beinleiðis úr gøtudali. Hoyr/síggj sendingina her
-
-
14. February 2024
-
14. February 2024 23:43
Her er KVÖKING nr 17
Sigert Paturson, formaður í bóndafelagnum var gestur í KVÖKING nr 17. Jón, Arni og Sigert prátaðu um ferðavinnu, bónding og nýggja lógaruppskotið um burðardygga ferðavinnu
-
-
20. April 2024
-
20. April 2024 21:17
Jón og Birita práta við Bárð Larsen
Her er beinleiðis sendingin frá 2. apríl har Jón og Birita práta við Bárð Larsen um Heimsheilsustovnin og mangt annað
-
-
02. June 2024
-
02. June 2024 22:16
Jón prátar við Eivind 1. juni - um Ukraina, NATO og Føroyar
Jón og Eivind prátaðu um tað nýggjasta av hermótinum í Ukraina, har tað ikki gongur væl hjá Ukraina í løtuni. Eisini prátaðu teir um minkandi vápnagoymslurnar hjá NATO og um at Føroyar ikki vilja leggja jørð til friðarsamráðingar, men fegnar vilja hýsa vápnaútbúnaði og sita við borðið til krígsráð
-