Uttanlands

Sí video: Enn ein gitin granskari og serfrøðingur mælir til at steðga mRNA-koppsetingunum í stundini

Viðurkendi professarin og serfrøðingurin í greining av heiligvágstrygd á MIT, Retsef Levi, legði mánadagin eitt video út á Twitter, har hann sigur m.a.: “Vit eiga at steðga koppsetingunum í stundini tí tær elva til slíkan skaða, sum vit ikki hava sæð fyrr, herundir deyða hjá ungum og børnum.” Sí video og umseting, umframt leinki til prógvini hjá honum.

2023-02-01 06:12 Author image
Jón Tyril

Tað legst afturat við granskarum og læknum, sum heita á myndugleikar um at steðga við mRNA-koppseting ímóti koronu.

Mánadagin 30. januar gjørdi professarin á MIT, Retsef Levi eitt uppslag á Twitter, har hann greiðir frá, hvønn skaða mRNA-prikini gera ungum fólki.

“Próvtilfarið hópast upp og er ósvitaligt, mRNA koppingarnar elva til álvarsligan skaða, herundir deyða, serliga millum ungfólk. Vit mugu steðga í stundini við at geva tær!,” segði Retsef Levi, sum er professari og serfrøðingur í greining, váðastýring, heilsuskipanum, matvøru og landbúnaðar skipanum, framleiðslu og veitingarketustýring á MIT.

Sí video her:

Leystlig umseting av video:

"Hey, eg eiti Retsef Levi, og síðani 2006 havi eg verið limur í fakultetinum á MIT í Cambridge Massechusets.

Eg havi meira enn 30 ára royndir í verki og sum akademikari at nýta dátur í greiningum til tess at meta um og handfara váða. Serliga í sambandi við heilsuskipanir, heilsupolitikkir, eins væl og handfaring av trygd og góðsku í sambandi við framleiðslu av heiligvági.

Eg taki upp hetta video til tess at deila við tykkum mína sterku sannføring, at sum støðan er í løtuni, so eiga øll kovid-mRNA koppsetingar-átøk at steðga í stundini.

Tey skulu steðga, tí tey fulkomiliga svikið at livað upp til nakað av teimum lyftum, sum reklamerað var við, viðvíkjandi virknaði. Og tað sum meira umráðandi er, tey eiga at steðga vegna vaksandi og ósvitaliga próvtilfarið, sum vísir, at koppingin elvir til so nógvan skaða, sum ongantíð er sætt fyrr, herundir deyða hjá ungum og børnum.

Eg byrjaði persónliga at stúra um koppsetingar-trygdina áleið miðskeiðis í 2021, tá ið tað gjørdist kent, at mRNA koppingarevnini elva til myokarditis, ein bruni í hjartanum.

Eftirsum at tað er trupult at staðfesta myokarditis, tí tað ofta hevur veik sjúkueyðkenni ella enntá kann vera uttan sjúkueyðkenni, og tað eisini er kent fyri at ein vanlig orsøk til brádligan hjartasteðg uttanfyri sjúkrahúsið, serliga millum ungfólk, so var eg sera stúrin um at tað fór ikki at verða uppdagað av teimum verandi trygdareftirlitisskipanunum.

Eggjað av hesum, gjørdu vit av at greina landsumfatandi ísraelsku EMS (emergency medical service / bráðfeingis læknalig tænasta) dáturnar fyri at síggja, um har vóru nøkur signal um økt hjáárin uttanfyri sjúkrahús.

“Vit staðfestu eina hækking uppá 25% í hjartasteðg diagnosum”

“Greiningarnar av EMS uppkallum og diagnosudátum frá 2019 til og við fyrru helvt av 2021, avdúkaðu nøkur sera ørkymlandi signal. Vit staðfestu eina øking upp á 25% í orsøkum av diagnosum við hjartasteðgi millum tey sum vóru 16 til 39 ár í fyrru helvt av 2021, júst tá ið farið var undir at koppseta í Ísrael. Ein minni hækking var eisini staðfest millum eldri aldursbólkar. Harumframt staðfestu vit eisini eina hagfrøðisliga signifikant tíðarbundið samanfall millum talið av Pfizer prikum, sum fólkið hevði fingið, og hvussu nógv bráðfeingis-uppkall vóru framd við hjartasteðgi sum diagnosu.

Áhugavert er tað, at vit ikki funnu nakað signifikant hagfrøðisligt samanfall við talið av kovidtilburðum í tíðarskeiðinum.

Meðan hetta ikki er nakað prógv um orsøks-samanhang, so elvdi hetta til nógva stúran, serliga havandi í huga kendu virknis-mekanismurnar, og vit heittu á ísraelska heilsumálaráðið at kanna hetta gjølla beinanvegin, hvat eru undirliggjandi orsøkirnar  til økingina í uppkallum í sambandi við hjartasteðg. Tíverri, so vítt eg veit, var ein slík gjøllig kanning ongantíð framd.

Eg haldi nú, at samanlagda próvtilfarið er avgerandi og váttar okkara stúran, at mRNA koppingarnar veruliga elva til brádligan hjartasteðg sum fylgju av koppsetingarelvdum myokarditis. Og hetta er møguliga bara ein mekanisma, sum koppsetingarnar elva til skaða ígjøgnum.

Dátur úr Stórabretlandi, Skotlandi, og Australia vísa tað sama, sum dáturnar úr Ísrael. Onnur tøl úr Ísrael benda á at bráðfeingis heilsustarvsfólk í Ísrael framdu meira enn 3000 fleiri uppafturvekingar (t.d. við hjartastartara) samanborið við 2019, tað er ein vøkstur upp á 27%.

Tvær prospektivar kanningar úr Teilandi og Sveis, har fólk vóru kannað áðrenn og aftaná at hava móttikið koppseting, benda á at tølini fyri skaða á hjørtuni eru munandi hægri, enn hvat verður staðfest og skrásett við kliniskari diagnosu. Hetta er júst tað sama, sum gjørdi seg galdandi, tá ið amerikanski herurin gjørdi eina líknandi kanning í sambandi við eina koppseting fyri pokur í 2015.

Ein onnur kanning frá Harvard Medical School, staðfesti eitt heilt speik í blóðinum á børnum, sum høvdu fingið myocarditis av koppsetingini, sum aftur er ein ábending um undirliggjandi mekanismuna, sum elvir til skaðan, men sum í roynd hevur enn breiðari týdning viðv. trygdini við koppsetingini, havandi í huga tað endurtikna próvtilfarið vit hava, fyri at mRNA-feittpartiklarnir í roynd fara í blóðrenslið.

“Og til seinast, líkskurðir av fólki, sum eru deyð stutt eftir at tey hava fingið koppseting, benda á, at í einum stórum parti av førunum, eru tað sterk prógv fyri at myokarditis vegna koppseting, var atvoldin til deyðan.

So havandi alt hetta próvtilfar í huga, haldi eg ikki, tað er nakað annað etiskt ella vísindaligt val, enn at taka hesar heiligvágsvørurnar av marknaðinum og steða øllum mRNA programmum. Hetta er greitt tann mest misseydnaði heiligvágurin í søguni, bæði í mun til virknað og trygd. Og vit noyðast at kanna og hugsa gjølla, hvussu hetta samstundis kundi vera tann læknaliga vøran í søguni, sum hevur skapt nógv mest peningaligan vinning.

Takk fyri at tit lurtaðu”

Á sínum twitter profili hevur Levi lagt uppfylgjandi tilfar út sum dokumentatión fyri sínum páhaldum.

[object Object]

Leinkið hann vísir til: Serious adverse events of special interest following mRNA COVID-19 vaccination in randomized trials in adults

[object Object]

Leinkið hann vísir til: CDC Finally Released Its VAERS Safety Monitoring Analyses for COVID Vaccines via FOIA

[object Object]

Leinkini hann vísir til her: Increased emergency cardiovascular events among under-40 population in Israel during vaccine rollout and third COVID-19 wave

og: Patients with heart conditions/strokes from 2017-present day

[object Object]

Leinkini hann vísir til her: Cardiovascular Manifestation of the BNT162b2 mRNA COVID-19 Vaccine in Adolescents

og: Temporary mild damage to heart muscle cells after Covid-19 booster vaccination

og: A Prospective Study of the Incidence of Myocarditis/Pericarditis and New Onset Cardiac Symptoms following Smallpox and Influenza Vaccination

og: Higher Troponin Levels on Admission are associated With Persistent Cardiac Magnetic Resonance Lesions in Children Developing Myocarditis After mRNA-Based COVID-19 Vaccination

[object Object]

Leinki:Circulating Spike Protein Detected in Post–COVID-19 mRNA Vaccine Myocarditis

[object Object]

Leinki: Autopsy-based histopathological characterization of myocarditis after anti-SARS-CoV-2-vaccination

Vit hava áður skrivað um kenda bretska yvirlæknan í hjartasjúkum Dr. Aseem Malhotra, sum var millum tey fyrstu at koppseta seg í Bretlandi, og sum var í Good Morning Britain og eggjaði øllum til at lata seg koppseta, sum herfyri kom við somu áheitan sum Levi, at steðgað verður í stundini at koppseta. Tað kanst tú lesa og síggja meira til her:

Hinvegin: Stjørnulækni í sjónvarpi heitti á øll at koppseta seg, sigur nú "steðga í stundini"

Ein annar kendur vísindamaður og lækni, sum kom fram alment hin 15. januar og bað um at mRNAkoppsetingin verður steðgað, er Joseph Fraiman, sum er bráðfeingislækni og kliniskur vísindamaður úr Louisiana. Hann sigur, at kovid-koppsetingarnar við mRNA kunnu elva til álvarslig hjáárin millum fólk, herundir brádligan hjartadeyða.

Breaking! Researcher claims mRNA COVID-19 vaccines can increase serious adverse events; calls for it to be withdrawn from the market

Hoyr Fraiman greiða frá her (einans 2:32 langt):

***
Takk fyri at tú vitjar hinvegin.fo

Um tú heldur at arbeiðið vit gera, hevur týdning, so er tú vælkomin at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - soleiðis at vit kunnu fáa meira upplýsandi tilfar út til føroyingar. Allur stuðul ger mun og er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald