Uttanlands

Snilt hol ger at Bretland framvegis keypir olju úr Russlandi

The Sunday Times skrivar sunnudagin 20. november at Bretland umvegis eitt snilt hol í reglugerðunum hevur keypt í minsta lagi 39 sendingar av olju fyri eitt virði á umleið 1720 milliónir kr (200 milliónir pund), og harvið sloppið sær undan sínum egnu handilstiltøkum.

Oljuterminalurin við Novorossiysk í Krasnodar Krai, Russland, ein av størstu havnum við Svarta Havið

Oljuterminalurin við Novorossiysk í Krasnodar Krai, Russland, ein av størstu havnum við Svarta Havið

2022-11-23 19:39 Author image
Jón Tyril

Stóra Bretland hevur keypt í minsta lagi 39 lastir av russiskari olju síðani februar, hóast hesar lastir vóru skrásettar at koma úr øðrum londum, skrivar Sunday Times, sum hevur kannað skrásetingar av ferðsluni hjá tangabátum og handilshagtøl.

Russisk olja fyri áleið £200 milliónir ella áleið 1720 milliónir krónur var sambært blaðnum uppskipað í bretskum havnum, eftir fyrst at vera lossað úr einum skipi í annað úti á opnum havi - ein mannagongd sum er vanlig tá stóru tangaskipini, ið eru ov stór av leggja inn í havn, umskipa vøruna til smærri fragtskip.

Sambært Sunday Times letur hendan mannagongdin upp fyri møguleikanum hjá farmafeløgunum at skráseta sín farm, uttan at uppgeva veruliga upprunalandið, og ístaðin fyri uppgeva landið, har oljan er víðari send frá, sum upprunaland. Á henda hátt kann ein sending av russiskum vørum t.d. olju, verða skrásett sum verandi úr Týsklandi, um tað er eitt týskt felag, sum førir farmin inn í bretska havn.

Sunday Times hevur fylgt tíggjutals sendingum av russiskari olju, sum er løgd upp í Stóra Bretlandi síðani mars mánaða, og sum er uppgivin at hava sín uppruna í Týsklandi, Hollandi, Pólandi, Fraklandi og øðrum londum. Í minsta lagi 13 av hesum sendingum komu í havn í juni og og juli. Kortini vísir almenna yvirlitið yvir oljuinnflutning frá bretsku hagstovuni ONS, at landið onga olju hevur innflutt úr Russlandi hesar mánaðirnar.

“Umskipan frá skipi til skip er vorðin ein sera brúkiligur máti at dylja móttøkustað og upprunaland í sambandi við farmaflutning. Iranararnir byrjaðu við tí, venesuelararnir fullfíggjaðu tað, og russararnir tóku tað til sín og brúktu tað,” segði Michelle Wiese Bockmann, orku og farmagreinari á farmavinnutíðarritinum Lloyd’s List, við Sunday Times. Sambært Refinitiv, sum hevur eftirlit við umskipan millum skip, hava tað verið áleið 267 slíkar umskipanir kring knøttin við russiskari olju síðani mars mánaða.

Eitt handilsbann ímóti sjóvegis fluttari russiskari olju kemur í gildi í Stóra Bretlandi 5. desember. Men sambært serfrøðingum, sum blaðið hevur tosað við, gera skip til skip umskipingarnar tað sera trupult, veruliga at steðga russisku oljuni frá at koma inn í landið, eisini eftir at bannið er komið í gildi.

Keldur:

Sunday Times - Slick use of loophole keeps Russian oil flowing into Britain

RT - UK bypassing its own sanctions on Russian oil – The Sunday Times

***

Takk fyri at tú lesur á síðuni.

Hjálp okkum at fáa enn meira upplýsandi tilfar út við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun. Stuðulin fer fyrst og fremst til at vit kunnu halda á, síðani til at víðka og vaksa um virksemið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald