Uttanlands

Japanskir serfrøðingar eru bilsnir av at so mangir koronusjúklingar doyggja við hjartatrupulleikum, tá ið nú so mong eru koppsett

Í Japan eru tey millum heimsins raskastu at fáa sær stimbursprik nr 3, 4 og 5. Men hóast tað doyggja sera mong við koronu og hjartatrupulleikum og nýratrupulleikum.

2023-01-18 02:22 Author image
Jón Tyril

Eftir trý reklamu-átøk fyri stimbursprikunum (booster shots) í 2022, eru japanararnir nú í síni egnu super deild, tá ið tað kemur til nýtslu av koronu koppsetingum, og fólkið har hevur fingið sær nógv fleiri prik, enn í londum, har roynt varð at noyða fólk at prika seg.

[object Object]

Mynd: Kovid stimburskoppsetingar fyri hvørji 100 fólk

Japanarar yvir 65 hava gjørt sítt besta til at lata seg prika við prik prosentum á ávikavist 91%, 82,5%, og 56% fyri triðja, fjórða og fimta prik.

Men tíverri hevur Japan byrjað árið við flestu koronuandlátum higartil. Meðan stimbursátøkini hava koyrt, síðani tíðliga í 2022, hevur hvør smittubylgjan verið munandi verri enn undanfarna.

[object Object]

Mynd: Daglig nýggj váttað koronu-andlát

Hvat kann hugsast at vera ein frágreiðing uppá hetta?

Takaji Wakita, sum er formaður í ráðgevandi nevndini fyri koronuhandfaring í Japan, sigur: “Orsøkin til vaksandi koronuandlátini er trupul at greiða frá.”

[object Object]

Dr. Satoshi Kamayachi, sum er stjóri í japanska læknafelagnum sigur: “Tað er mangt, sum vit ikki vita, og vit hava einki próvtilfar.”

Sambært Dr. Kamayachi, er skjóta spjaðingin av koronusmittuni ein orsøk. Hann greiddi eisini frá, at meginparturin av teim deyðu eru omanfyri 60 ár og høvdu fleiri undirliggjandi sjúkur. Beinleiðis orsøkin til andlátið er oftani hjartaviknan ella nýrasjúka, og, sigur hann, at ein “gjøll greining er neyðug”.

[object Object]

Kamayachi nevnir tó ikki nakað um at flestu japanarar omanfyri 60 hava fingið fleiri innspræningar í part, við onkrum, sum kann elva til trupulleikar í hjarta- og blóðrenslinum. Og ei heldur, at tilvildarliga er eitt viðurkent hjáárin av Remdesivir, ið er góðkent til at viðgera koronusjúklingar við í Japan, júst nýrasjúka

Japan hevur síðani 2020 talt øll við, sum hava ein positivan koronutest, og sum síðani doyggja, uttan mun til hvat veruliga deyðsorsøkin var. Men Dr. Kamayachi og hinir japonsku serfrøðingarnir hava ikki ómakað sær at býta deyðaorsøkirnar upp fyrr enn nú. Í veruleikanum nýttu teir fegnir uppblástu deyðatølini til tess at reka fleiri fólk at lata seg prika. Men nú, tá ið fólk møguliga seta fleiri spurningar við, hví andlátini eru fleiri nú, enn nakrantíð, eftir at meirilutin av teimum omanfyri 65 hava fylgt ráðunum frá serfrøðingunum, og fingið sær fleiri stimbursprik, tástaðni kunnu undirliggjandi sjúkur koma við í kjakið.

Tey gomlu í Japan eru deyð í størri talið enn væntað síðani stimbursprikini komu. Tølini fyri desember fáast ikki fyrr enn í seinnu helvt av februar, men Yokohama (næst størsti býurin í Japan) hevur longu leyslatið síni tøl fyri andlát av øllum orsøkum (all cause mortality) fyri 2022.

[object Object]

Mynd: Andlát av øllum orsøkum í Yokohama 2016-2022

Kelda: Daily Sceptic - Japan’s Experts Baffled by High ‘Covid’ Deaths From Heart Problems Despite High Vaccination Rate

Les eisini:

Viðmerking: Nógv fleiri deyð, nógv færri fødd í 2022, men letst nakar um vón?

Danskur professari um koppseting av øllum omanfyri 50 ár: “Klikkað!” 

Norskur granskari ávarar ímóti fleiri prikum

Stjørnulækni í sjónvarpi heitti á øll at koppseta seg, sigur nú "steðga í stundini"

84% øking í vandanum fyri deyða av hjartasjúku, fær Florida at mæla monnum millum 18 og 39 ár frá koppseta seg

Í ES er ovurdeyðiligleikin fyri juli omanfyri 16%, í Íslandi meira enn 55%

Kovid-koppseting oyðileggjur natúrligan immunitet, vísir gransking kunngjørd í NEJM

Fleir gerast sjúk og doyggja - lækni rópar varskó

NRK: Kommunulæknar skoyta ikki um eykaprik

Ongland - Fleiri doyggja nú enn undir farsóttini

Teilendsk kanning: Næstan 30% av ungum fáa ávirkan á hjartað eftir koppseting við Pfizer mRNA

Koppingarevnið sendir teg meira sannlíkt á sjúkrahús, enn at halda teg frá tí, vísir nýggj greining hjá BMJ-ritstjóra og øðrum

Týskir granskarar: Talið av koppsetingarskaðum kann vera 40 ferðir hægri enn fyrr hildið

Stabell Benn: Gransking av mRNA koppetingum og deyðstíttleika vísir “vanda signal”

Talið av deyðføddum og pinkubarnadeyða í Íslandi tvífaldaðist í 2021

769 ítróttarfólk smollin um á leikvølli seinasta árið. Hvat sker?

***
Takk fyri at tú vitjar hinvegin.fo

Tú kanst gera tín part fyri at hjálpa okkum at fáa meira upplýsandi tilfar út til føroyingar við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald