Tú leitaði eftir “apple-touch-icon.png” og fann 170 úrslit
-
17. January 2023
-
17. January 2023 03:32
Europa skundar sær at leggja russiskt diesel undir seg, áðrenn bann skakar marknaðin
Reuters skrivar 16. januar, at europeiskir handilsmenn skunda sær at fylla goymslurnar við russiskum diesel meðan tíð er, áðrenn eitt europeiskt bann kemur í gildi, sum væntandi fer at stramma útboðið, broyta altjóða farmaleiðirnar og vaksa um prís-óstøðugleikan.
-
-
12. January 2023
-
12. January 2023 23:57
Stjórnarlimur í Pfizer trýsti Twitter at dylja uppsløg, sum kundu órógva ógvusliga vinningin frá koronuprikunum
Pfizer stjórnarlimurin (sum eisini er fyrrverandi stjóri í FDA) nýtti sama Twitter-lobbyistin til at trýsta síni krøv ígjøgnum, sum umsitingin í Hvítu Húsunum eisini brúkti - eitt feskt dømi um umskaringina millum felagið, sum framleiðir og selur mRNA koppingarevnið, og myndugleikarnar, sum noyða fólk at taka tað. Her er ein søga úr Twitter-skjølunum, sum tíðindamaðurin Alex Berenson er sloppin framat at grava í.
-
-
10. January 2023
-
10. January 2023 20:28
Viðmerking: Nógv fleiri deyð, nógv færri fødd í 2022, men letst nakar um vón?
Í 2022 doyðu sambært Hagstovu Føroya 94 fólk fleiri enn í 2021, tað er ein vøkstur uppá nærum 25%. Samstundis vórðu 73 færri børn fødd í 2022 enn í 21, og tað er ein minking upp á eini 11%. Til samanberingar doyðu tilsamans 28 fólk við koronu í øllum farsóttartíðarskeiðinum. Hetta átti at verið kannað og greinað.
-
-
-
10. January 2023 06:19
Bloomberg: Yngstu arbeiðsfólkini í Bretlandi eru ov sjúk at fara til arbeiðis
Bloomberg skrivaði beint fyri nýggjár um stóran vøkstur í sálarheilsutrupulleikum millum yngra fólkið í Bretlandi. Tøl vísa at fjórði hvør ungur í Bretlandi millum 17 og 19 ár helst líður av onkrari sálarsjúku ella ólagi. Farsóttin hevur stórliga vaksið um talið av teimum, sum stríðast við sálarheilsuna, og stórur partur av tí yngra fólkinum er ikki ført fyri at fara til arbeiðis, júst sum bretski búskapurin hevur mest brúk fyri teimum.
-
-
15. December 2022
-
15. December 2022 14:37
Norsk listakvinna kann fáa 3 ára fongsulsrevsing fyri at siga, at “menn eru menn, og kunnu ikki vera lesbiskir”
Ein norsk listakvinna kann fáa upp til 3 ára fongsulsrevsing fyri at siga, at menn kunnu ikki vera lesbiskir ella upp á vegin.
-
-
-
15. December 2022 10:32
Bloomberg: Stórt yvirskot á russisku fíggjarlógini vegna øktan vinning frá sølu av brennievni
Skattir og avgjøld á óvanliga høgan vinning frá sølu av olju og gassi tryggja stórt avlop á fíggjarlógini, hóast nógvar útreiðslur til kríggj, skrivar Bloomberg
-
-
14. December 2022
-
14. December 2022 09:12
Vanlukkulig smitta - Bill Gates og tey hava aftur verið í holt við eina farsóttarsimulering
Kennir tú Event 201, sum var ein simulering av eini koronuvirus heimsfarsótt í september í 2019, stutt áðrenn vit hoyrdu um Kovid19 á fyrsta sinni? Ella hvussu við apukoppasimuleringini, sum var hildin júst eitt ár framanundan at apukopparnir brutu út? Well, í oktober í ár var skipað fyri enn einari pandemi-simulering, hesaferð fyri einum veruliga vandamiklum virusi, sum sambært venjingini rakar í 2025.
-
-
13. December 2022
-
13. December 2022 12:28
“Nú eti eg mest smør, olju, kjøt og feitt, og havi ongantíð havt tað betri”
DR skrivar um Gitte, ið hevur diabetes 2, og sum hevur minkað insulin-nýtsluna niður í helvt við at eta ‘Low Carb High Fat’ kost. Hesin kostur er í tráð við viðmælini í samband við nýggja gransking frá Odense Universitetshospital, sum verður givin út í altjóða tíðarriti í dag.
-
-
10. December 2022
-
10. December 2022 07:49
Nýtt umhvørvis-avgjald fer at taka lívið av danskari mjólka- og kjøtframleiðslu
Sambært donsku Landbrugsavisen fer nýggja CO2-avgjaldið at taka lívið av danskari mjólka- og kjøtframleiðslu. Samstundis stríðast bóndur í Ný Sælandi fyri lívinum, har CO2-avgjøld væntast at senda fimta hvønn bónda á húsagang. Og í Hollandi noyðir stjórnin upp ímóti 3.000 bóndur at niðurleggja garðarnar
-
-
07. December 2022
-
07. December 2022 11:22
Koppsetingarpass, samtykki og tvingsil, her standa flokkarnir
Her eru svarini, eg fekk frá flokkunum tá ið eg spurdi teir um teirra støðu viðv. koppsetingarpassi og víðkaðum heimildum til løgregluna at noyða fólk at akta tilmæli.
-
-
30. November 2022
-
30. November 2022 14:15
ES er bundið at russiskum LNG-gassi og rindar milliardir fyri at halda veitingarnar gangandi
Kostnaðurin at innflyta LNG er methøgur. Í mun til olju, so verður neyvan nakað bann sett í verk móti flótandi gassinum úr Russlandi, skrivar Bloomberg í dag, 30. november
-
-
28. November 2022
-
28. November 2022 20:46
Stjórin í Pfizer fekk átalu fyri villleiðandi útsagnir um barnakoppsetingar
Dr Albert Bourla, ovasti stjóri í Pfizer, helt upp á, at børn millum 5 og 11 ár fingu fyrimun av koppseting móti koronu, men heiligvágseftirlitsstovnurin í Stóra Bretlandi sigur, at Bourla við hesum útsagnum villeiddi almenningin. Hetta skrivar bretska blaðið The Telegraph.
-
-
23. November 2022
-
23. November 2022 09:40
14 ára gamal drongur doyði 3 vikur eftir prik
Ein 14 ára gamal drongur í Írlandi doyði tríggjar vikur eftir koronukoppseting. Rættarlæknin sigur orsøk vera til ‘álvarsama stúran.’ Hetta skriva bretskir og írskir miðlar í gjár, 22. november.
-
-
17. November 2022
-
17. November 2022 00:00
Spiegel: Alsamt fleiri týskarar trúgva russiskari propagandu
40 prosent av týskarum eru heilt ella lutvíst samdir við útsøgnini, at “NATO provokeraði Russland so leingi, at landið noyddist at fara í kríggj”, og 44 prosent eru heilt ella lutvíst samdir við útsøgnina, at “Putin er í kríggi móti eini alheims elitu, sum hálar í træðrirnar handan leiktjøldini”.
-
-
15. November 2022
-
15. November 2022 12:28
Frels okkum frá sannleika
Endamálið hjá Facebook er ikki at halda sínar brúkarar tryggar. Endamálið er at teir skulu kenna seg tryggar, til tess at forða teimum í at varnast nýggja og avbjóðandi vitan, forða teimum at hugsa.
-
-
10. November 2022
-
10. November 2022 02:07
Amerikanski kjarnorkuvápna-ovastin sigur “tað stóra kemur”
Ovastin fyri strategisku herleiðsluna (US Strategic Command) kallaði kríggið í Ukraina fyri eina “upphiting” til tað, ið koma skal.
-
-
09. November 2022
-
09. November 2022 15:59
Svøríki vinnur við lægst samlaða deyðatíttleika fyri alt koronutíðarskeiðið
Tað vísir seg, at landið, sum sambært uppgerðini hjá OECD hevur lægsta samlaða deyðatalið fyri tíðarskeiðið 2020 til 2022, er tað sama landið, sum setti fæstu smittutálmandi tiltøkini í verk, og sum varð nýtt sum ræðudømi hjá mongum. Men Svøríki stendur seg nú betur í samlaða deyðatíttleikarokniskapinum enn nógv róstu grannarnir Noregi, Finnland og Danmark.
-
-
07. November 2022
-
07. November 2022 17:14
Amerikansku oljufeløgini hava ovurstóran vinning av krígnum
Financial Times skrivar at amerikanska oljuvinnan stendur til at hava met vinning í ár, orsakað av príshækkingum vegna kríggið í Ukraina
-
-
-
07. November 2022 15:34
Kovid-andlátini í Finnlandi yvirskrásett við nærum 40%
Finski tjóðarmiðilin Yle skrivar at alt ov mong andlát í landinum eru skrásett sum kovidandlát, hóast tey deyðu í veruleikanum doyðu av øðrum orsøkum - í nærum 40 prosentum av førunum, har tann deyði er skrásettur sum farin av kovid, er høvuðsorsøkin ein onnur enn kovid, og í 14 % av førunum hevur kovid als einki við andlátið at gera.
-
-
04. November 2022
-
04. November 2022 06:27
Ein gjøllari eftirkanning av koronu-deyðatølunum
Ein nýggj gjøgnumgongd av andevniskanningum og deyðatølunum úr 38 londum, sum eru gjørdar áðrenn koppsetingarnar byrjaðu, vísir at deyðatíttleikin av kovid var skelkandi nógv lægri, enn áður hildið, og fleiri tíggjufalt ferðir lægri, enn vit fingu at vita frá WHO í byrjanini
-
-
03. November 2022
-
03. November 2022 18:57
Fimmfalt prikaði CDC-stjórin hevur aftur fingið kovid
Stjórin fyri amerikanska CDC, sum hevur fingið 5 prik, og tók antivirala heiligvágin Paxlovid, hevur aftur nú fingið staðfest kovid-19. Seinast hon testaði positivt var 10 dagar framanundan. Walenski er langt frá einasta høgt setta og væl koppsetta heilsustarvsfólkið, sum upplivir at fáa kovid fleiri ferðir innan stutta tíð.
-
-
-
03. November 2022 03:19
Ongland - Fleiri doyggja nú enn undir farsóttini
Bretska blaðið The Telegraph skrivar í vikuskiftinum og týsdagin um kreppu vegna høga talið av andlátum, sum er hægri nú, enn undir kovid í 2020 og 2021. Meginparturin av teimum sum doyggja nú, doyggja ikki av kovid.
-
-
02. November 2022
-
02. November 2022 18:46
Kanning: Niðurlæsingarnar av skúlum kosta næmingum trilliónir í mistum lívsinntøkum
Ein nýggj kanning úr USA vísir at ógvusligi missurin í læruúrtøku, sum stóðst av tiltøkunum ímóti farsóttini, serliga skúlalæsingunum, fer at kosta næmingunum nærum 1 trillión dollarar í mistum lívsinntøkum. Hetta svarar til áleið 6700 milliardir krónur. Lívsinntøkan er tað tú vinnur samlað gjøgnum lívið.
-
-
01. November 2022
-
01. November 2022 14:27
Italia steðgar banni móti ókoppsettum heilsustarvsfólkum
Italia sleppir nú krøvunum um at heilsustarvsfólk, lærarar og øll onnur omanfyri 50 ár skulu vera koppsett fyri at sleppa til arbeiðis, og strikar samstundis bøturnar, fólk hava fingið fyri at vera ókoppsett.
-