Tú leitaði eftir “apple-touch-icon.png” og fann 170 úrslit
-
07. March 2023
-
07. March 2023 19:10
10 mytur, sum serfrøðingarnir breiddu út - sum nú eru avváttaðar
Dr. Marty Makary, skurðlækni og professari í kirurgi og almennari heilsu við Johns Hopkins Bloomberg School of Public Health skrivaði hesa greinina í New York Post, har hann tekur fram vísindaligar greinar frá høgt virdum granskarum, sum avdúka sannleikar, ið ganga ímóti tí, sum almennu serfrøðingarnir royndu at trútta niður í okkum, og sum í nógvum førum var skeivt.
-
-
03. March 2023
-
03. March 2023 02:25
12 ráð, hvussu tú við tolni kanst uppala viljasterka og lívliga barn títt
Hevur tú eitt viljasterkt barn? So ert tú heppin! Meðan börnini eru smá kann viljastyrkin tykjast avbjóðandi, men við eymligari uppaling gerast tey framúrskarandi tannáringar og ung vaksin. Her eru 12 góð ráð frá Dr. Lauru Markham, sálarfrøðingi, rithøvundi og serfrøðingi í barnauppaling, hvussu tú á bestan hátt kanst menna og menta títt viljasterka barn.
-
-
01. March 2023
-
01. March 2023 13:40
Bloomberg: Týskland skal nýta meira enn 7.000 milliardir til at tryggja orkuveitingina
Týskland skal økja orkuframleiðsluna við áleið 250 gigawattum fram til 2030. Landið skal taka 43 fótbóltsvallir av sólorku í nýtslu um dagin og fleiri enn 30 vindmyllulundir um vikuna fram til 2030, skrivar Bloomberg m.a.
-
-
28. February 2023
-
28. February 2023 18:33
Amerikanska orkumálaráðið sigur nú, at Kovid19 helst er likið úr eini starvsstovu
Wall Street Journal skrivar, at amerikanska orkumálaráðið, sum umsitur eina røð av serfrøðiligum granskingarstovnum, ið m.a. hava við biotrygd og fregnarvirksemi at gera, nú sigur, at mest sannlíki upprunin til kovid19 er, at virusið er likið úr eini starvsstovu. Niðurstøðan byggir á nýggjar fregnarupplýsingar.
-
-
27. February 2023
-
27. February 2023 13:30
Staðfest enn einaferð: Munnbind gera ongan mun fyri koronu ella influensu
Pulitzervinnarin Bret Stephens skrivar í New York Times týsdagin 21. februar, um eina kanning, sum 12 granskarar undir leiðslu av Tom Jefferson, smittuserfrøðingi á Oxford, hava staðið fyri vegna Cochrane stovnin. Kanningin byggir á 78 randomiseraðar granskingarverkætlanir við tilsamans 610.872 luttakandi fólkum úr ymiskum londum. Kanningin staðfestir at statir og lond, ið kravdu at fólk gingu við munnbindi, als ikki kláraðu seg betur á nakran hátt, enn tey, sum ikki høvdu hesi krøv.
-
-
24. February 2023
-
24. February 2023 10:17
Sveisarar krevja fólkaatkvøðu um at varveita reiðan pening
‘Sveisiska Frælsisrørslan’ er eitt átak, ið arbeiðir fyri at varveita reiðan pening sum gjaldoyra í landinum. Rørslan hevur savnað fleiri enn 160.000 undirskriftir inn til tess at fáa eina fólkaatkvøðu, sum skal tryggja, at reiður peningur altíð kemur at vera ein gjaldoyramøguleiki hjá borgarunum í landinum.
-
-
23. February 2023
-
23. February 2023 09:45
Tá ið fjøldin gerst ør
Fyri sálarfrøðingin og hagfrøðingin Mattias Desmet var heimsfarsóttin, sum kom buldrandi í 2020, meira ein sinnislig støða, enn ein fysiskur veruleiki. Jú, ein nýggj smitta var farin at ganga. Jú, vit máttu taka smittuna í álvara. Ja, hon heimilaði nøkrum felags atgerðum. Men soleiðis sum fólk tíggjaðu sær? Tað var tað veruliga virusið. ”Frá mai 2020 hevði eg eina kenslu av, at tað lívfrøðiliga vandamálið ikki var kjarnin,” hevur hann sagt. ”Tað var tann sinnisligi trupulleikin, ið var kjarnin.”
-
-
17. February 2023
-
17. February 2023 07:20
Doyði av heilaskaða frá kovid19-koppseting
Javnlíkametta læknaliga tíðarritið “Vaccines” hevur eina vísindaliga gjøgnumgongd av einum máli, har ein maður doyði av heilaskaða sum hjáárin av kovid19-koppseting, staðfest við líkskoðan. Hendingargongdin og lýsingin váttar av nýggjum tað, sum onnur hava víst á og staðfest vísindaliga áður, at koppsetingin kann elva til bruna í heilanum og bruna í hjartanum við álvarsomum og stundum fatalum fylgjum.
-
-
16. February 2023
-
16. February 2023 08:36
Blindsjón er 2020: Gabrielle Bauer og Jeffrey Tucker frá Brownstone práta um mótstøðurørsluna
Vóru niðurlæsingarnar, krøvini og tilmælini til samfelagsins besta? Vísindin kann ikki svara tí spurninginum einsamøll. Heimsspekingar, sálarfrøðingar, búskaparfrøðingar, rithøvundar, sakførarar og onnur kunnu kasta umráðandi ljós á ymisk viðurskifti í tí sambandinum. Tað er tað, sum 'Blindsight is 2020' snýr seg um. Hoyr áhugavert prát millum høvundin og útgevaran.
-
-
-
16. February 2023 06:38
Fjølmiðlar látast ikki um vón, at vestanlondini steðgaðu friðartilgongd
Hóast útsagnirnar frá ísraelska forsætisráðharranum, Naftali Bennet, ukrainska politikkaranum, Roman Romanyuk, í Ukrainska Pravda, og turkiska uttanríkisráðharranum, Mevlut Cavusoglu, allar byggja undir somu fatan, at tað vóru vestanlondini, sum forpurraðu friðartilgongdina millum Russland og Ukraina, so látast stóru miðlarnir ikki um vón.
-
-
-
16. February 2023 05:07
Washington Post: At kalla øll Ukrainsk rakettálop móti Russlandi nýta knattstøðuhjálp úr USA
Ukrainskir tænastumenn siga við amerikansku avísina Washington Post, at teir hava tørv á at fáa neyvu knattstøðutølini váttað frá USA og tess sameindu í nógv teimum flestu álopunum, sum Ukrainar fremja við framkomnum amerikanskum rakettskipanum. Hetta er sambært blaðnum nýggir upplýsingar, og avdúkar ein djúpari og virknari beinleiðis leiklut hjá amerikanska hervaldinum í krígnum.
-
-
14. February 2023
-
14. February 2023 23:38
Tað byrjaði áðrenn útbrotið: Ein tíðarlinja fyri koppsetingar-verkætlanina hjá BioNTech-“Pfizer"
Við øllum hesum slepst ikki uttanum, at koppsetingarverkætlanin hjá BioNTech í roynd og veru fór í gongd áðrenn nakar tilburður av kovid-19 var staðfestur! Eyðsýndi spurningurin er: Hvussu ber hetta til?
-
-
09. February 2023
-
09. February 2023 03:24
Blindsjón er 2020
Hvar vóru sálarfrøðingarnir, sum kundu siga okkum, hvussu sosial avbyrging fór at ávirka okkara sárbærastu? Hvar vóru búskaparfrøðingarnir, sum skuldu kravt eina kostnaðar-fyrimunar-greining? Hvar vóru etisku ráðini, sum skuldu kravt eina hóskandi javnvág millum fyribyrgjandi tiltøk øðrumegin og mannarættindi hinumegin? Ella filosoffarnir, sum kundu viðgjørt vandarnar við eitt nú at sundurskilja lívið frá tí livandi? Hesi sjónarhorn hava ikki minni týdning enn smittufrøðiligu sjónarhornini, hvussu vit best tálma smittu.
-
-
02. February 2023
-
02. February 2023 06:19
Eysturríki og Ungarn fara ikki at senda Ukraina vápn. Vit eru í parti við friði og veita humanitera hjálp ístaðin
Eysturríki og Ungarn eru samd um ikki at senda Ukraina vápn. Hetta søgdu ungarski verjumálaráðharrin Kristóf Szalay-Bobrovniczky og Eysturríkska starvssystirin, Klaudia Tanner, á einum tíðindafundi mánadagin. Bæði løgdu dent á tætt samstarv millum londini.
-
-
01. February 2023
-
01. February 2023 06:12
Sí video: Enn ein gitin granskari og serfrøðingur mælir til at steðga mRNA-koppsetingunum í stundini
Viðurkendi professarin og serfrøðingurin í greining av heiligvágstrygd á MIT, Retsef Levi, legði mánadagin eitt video út á Twitter, har hann sigur m.a.: “Vit eiga at steðga koppsetingunum í stundini tí tær elva til slíkan skaða, sum vit ikki hava sæð fyrr, herundir deyða hjá ungum og børnum.” Sí video og umseting, umframt leinki til prógvini hjá honum.
-
-
-
01. February 2023 03:17
Leikurin er lokin, og tey hava tapt
Trýr nakar teimum longur? Hetta er ikki nýggjheitir. Hetta er ein roynd í evstu løtu at pressa tann síðsta dropan úr turru sitrónini. Fyri tveimum árum síðani høvdu hesir boðskapir eina veldiga óttavekjandi kraft. Men hvørja ferð, onkur brúkar teir, verða teir eitt sindur avløddir. Handritið hevur slitið seg sjálvt upp. Líkingarnar eru troyttar og gera ongan mun longur. Ótta-makararnir sýnast ikki at vita, at boðskapurin onga ávirkan hevur longur, men teir hava einki annað at bjóða.
-
-
31. January 2023
-
31. January 2023 01:27
Rættargongd móti gloymsku
Jagstranin av Julian Assange er grundað á politisk motiv, og er ætlað sum ávaring til onnur, ið kunnu hugsast at farið undir at avdúka krígsbrotsverk hjá USA. Verður hann útflýggjaður og dømdur fyri sítt útgávuvirksemi, fær tað grundleggjandi og víðgongdar avleiðingar fyri miðlafólk um allan heim.
-
-
30. January 2023
-
30. January 2023 10:13
Stór mótmælisgonga móti krígnum í Ukraina savnar vinstra- og høgrakreftir í USA
Hin 19. februar fer ein nýggj antikrígs samgonga millum fólk frá progressiva vinstraveinginum og libertarianska høgraveinginum at ganga mótmælisgongu, har kravt verður at myndugleikarnir gevast at senda vápn og pengar til Ukraina og ístaðin seta alt inn at fáa frið í lag við vápnahvíld og diplomatiskum samráðingum.
-
-
27. January 2023
-
27. January 2023 13:09
BUMBA: Pfizer-stjóri fortelur í loyniligum upptøkum at fyritøkan “muterar Kovid við stýrdari evolutión” við vinningi fyri eygað
Skakandi upptøkur, sum eru gjørdar í loyndum, eru komnar fram, har ein av hægstu stjórunum í Pfizer viðgongur, at felagið arbeiðir við at ‘mutera Kovid við “stýrdari evolutión” fyri at felagið kann halda á at vinna pening frá koppingarevnum og at “kovid fer at verða ein peningalig mjólkikúgv fyri okkum.” Men “tað siga vit ikki við almenningin” … “Tað fer fólki ikki at dáma” … “Ikki siga tað við nakran”
-
-
25. January 2023
-
25. January 2023 14:35
Bretar koma í vár og í heyst upp á ÁTTANDA prikið móti koronu
Bretskir miðlar skriva í dag, at vísindaliga ráðgevandi nevndin undir stjórnini mælir til at milliónir av bretum skulu hava fingið sítt áttanda prik áðrenn næsta vetur
-
-
24. January 2023
-
24. January 2023 20:35
Tí kom Pfizer koppingin ongantíð á Indiska marknaðin
Felagið kravdi at fáa løgfrøðiligt órin, soleiðis at tað ikki kundi rættarsøkjast fyri møguligar skaðar, teirra koppingarevni elvdi til. Samstundis sum medisinframleiðarin noktaði at gera kanningar av trygd og virknaði lokalt í India, eins og onnur heiligvágsfeløg skulu, fyri at sleppa á indiska marknaðin. Tá felagið ikki fekk sín vilja, valdi tað at siga farvæl við ein marknað á 1,4 milliardir fólk.
-
-
23. January 2023
-
23. January 2023 13:56
Bloomberg: Tað fer at taka fleiri ár hjá Týsklandi at javna missin av russiskum gassi
Ein ríkistinglimur sigur við Bloomberg, at “sannleikin er, at har verður ikki nóg mikið av framleiðslukapasiteti til í heiminum, at framleiða nóg stórar mongdir av LNG soleiðis at vaksandi eftirspurningurin kann nøktast hesi næstu trý til fýra árini, so tann ósagda strategiætlanin er, at Týskland skal halda á við at rinda svakar prísir, meðan onnur, minni rík lond, ganga tómhent.”
-
-
19. January 2023
-
19. January 2023 20:49
Amerikanska stjórnin drívur umfatandi sensur umvegis stóru tøknifeløgini
Nýliga leyslatnir teldupostar vísa, hvussu embætismenn hjá stjórnini noyða sosialar miðlarn sum t.d. Facebook at sensurera tilfar um koronu og koppsetingar soleiðis at fólk ikki hoyra kritiskar ella ivandi røddir.
-
-
18. January 2023
-
18. January 2023 02:22
Japanskir serfrøðingar eru bilsnir av at so mangir koronusjúklingar doyggja við hjartatrupulleikum, tá ið nú so mong eru koppsett
Í Japan eru tey millum heimsins raskastu at fáa sær stimbursprik nr 3, 4 og 5. Men hóast tað doyggja sera mong við koronu og hjartatrupulleikum og nýratrupulleikum.
-