Tú leitaði eftir “apple-touch-icon.png” og fann 170 úrslit
-
28. October 2022
-
28. October 2022 02:11
Fleir gerast sjúk og doyggja - lækni rópar varskó
NRK skrivar at mong sjúkrahús rópa varskó um vaksandi tal av sjúklingum, sum ikki eru sjúkir av koronu, samstundis sum deyðstølini í Norra og Europa hækka.
-
-
27. October 2022
-
27. October 2022 18:22
Vinstrahallu demokratarnir tóku áheitanina á Biden aftur
Ein bólkur við 30 vinstrahallum kongresslimum úr demokratiska flokkinum, sum í einum brævi heittu á Biden um at fara undir samráðingar við Russland fyri at enda kríggið, hava tikið bæði bræv og áheitan aftur.
-
-
26. October 2022
-
26. October 2022 17:59
Norski forsætisráðharrin: Eitt avbyrgt Russland er ikki góð tíðindi
Norski forsætisráðharrin segði í røðu fyri stórtinginum í gjár, at hann stúrir fyri, at ov lítið samband og ov lítið beinleiðis samskifti við Russland minkar møguleikarnar fyri at samráða seg til ein enda á krígnum. Norra skrivaði eisini undir nýggja fiskiveiðiavtalu við Russland í gjár.
-
-
-
26. October 2022 15:01
Forsætisráðharrin í Alberta, Kanada, biður orsaka fyri mismunin, teimum ókoppsettu hevur verið fyri
Danielle Smith, stjórnarleiðari í Alberta í Kanada, biður tey ókoppsettu um fyrigeving fyri mismunin, myndugleikarnir hava gjørt móti teimum, sum sambært henni er ógvusligasta diskriminatión, hon hevur verið vitni til í sínum lívi.
-
-
25. October 2022
-
25. October 2022 14:43
Vísindafólk í USA hava skapt nýtt lívshættisligari kovidfrábrigdi
Eitt toymi av vísindafólkum við Boston University hava framleitt eitt nýtt brigdi av kovid19, sum drap 80% av mýsnum, ið vóru smittaðar við nýggja variantinum á starvsstovuni. Roger Marshall, lækni og senatorur, segði granskingin er “lívhættislig ‘gain of function’ virusgransking,” sum “hevur potentialið at taka fleiri mannalív enn nøkur einstøk kjarnorkubumba.”
-
-
21. October 2022
-
21. October 2022 20:40
Skotland stórar hækkingar í pinkubarnadeyða
Skotskir myndugleikar kanna stóran vøkstur í pinkubarnadeyða, men útiloka, at koppsetingar hava nakran leiklut, uttan tó at kanna, hvørt mammurnar vóru koppsettar í viðgongutíðini. Í Bretlandi hava sjúkrahús skrásett deyð pinkubørn sum deyðfødd, fyri at sleppa undan nærri kanningum.
-
-
-
21. October 2022 16:02
The Economist: Meðan europa stendur fyri búskaparligum hóttafalli, gongur framá hjá Russlandi
Vikuliga bretska búskaparavísin The Economist, skrivar at russiski búskapurin - í skarari andsøgn til europeisku búskapirnar - nú er í menning og styrknar, soleiðis at Putin kann halda fast og økja útreiðslurnar til hernaðarmál komandi árini.
-
-
20. October 2022
-
20. October 2022 16:14
Hví USA noyðist at trýsta fyri at fáa vápnahvíld í lag í Ukraina
"Sum høvuðsveitari av vápnum hjá Kyiv og fyrislóðari av handilstiltøkunum ímóti Russlandi, hevur Washington skyldu at hjálpa til at finna ein útveg", skrivar professor Jack F. Matlock, Jr, ið var amerikanskur ambassadørur til Sovjetsamveldið frá 1987 til 1991 og sum hevur skrivað bøkur um samráðingarnar, ið endaðu kalda kríggið, m.a. í hesari grein frá diplomatiska online tíðarritinum, Responsible Statecraft.
-
-
19. October 2022
-
19. October 2022 22:35
Stuðulsskipanir til el-bilar eru ein vánalig íløga - Bjørn Lomborg
Elbilar fara ikki at taka yvir fyrr enn víðarimenning/innovatión hevur gjørt teir betri og bíligari enn brennievnisbilar. Men politikkarar vilja hava broytingina her og nú, og ætla sær at søpla túsundtals milliardir krónur í stuðli til elbilar, og forða fyri at brúkararnir fáa teir bilar, teir ynskja, alt fyri at uppnáa so gott sum einki fyri veðurlagið, skrivar Lomborg m.a. í meiningagrein í Newsweek í gjár
-
-
18. October 2022
-
18. October 2022 23:31
Tríggir redaktørar tala fyri at fiskiveiðusamstarv við Russland heldur fram
Redaktørarnir á Norðlýsinum, R7 og Hinvegin viðmerkja allir fiskiveiðusamstarvið við Russland, eftir at Dagur og Vika mánakvøldið hevði innslag, sum snúði seg um samráðingarnar millum politisku flokkarnar, hvørt Føroyar skulu halda fram við samstarvinum, ella um tað skal slítast. Teir tríggir redaktørarnir tala allir, á hvør sín hátt, fyri at fiskiveiðusamstarvið við Russland skal halda fram.
-
-
14. October 2022
-
14. October 2022 16:08
Stjørnulækni í sjónvarpi heitti á øll at koppseta seg, sigur nú "steðga í stundini"
Kendi bretski hjartalæknin Dr. Aseem Malhotra, sum í bretskum morgunsjónvarpi heitti á øll, at gera sum hann, og lata seg koppseta móti kovid-19, heitir nú á myndugleikar í øllum londum um at støðga koppsetingini alt fyri eitt, inntil ráa dátutilfarið frá klinisku kanningunum hjá heiligvágsfyritøkunum er leysgivið almenninginum, og kannað eftir av óheftum granskarum. Hansara greining vísir m.a., at tað er størri møguleiki fyri at tú verður raktur av álvarsligum hjáárinum av koppingini, enn at tú verður innlagdur á sjúkrahús av sjúkuni.
-
-
13. October 2022
-
13. October 2022 13:26
84% øking í vandanum fyri deyða av hjartasjúku, fær Florida at mæla monnum millum 18 og 39 ár frá koppseta seg
Heilsumyndugleikarnir í Florida kunngjørdu nýggj koppsetingartilmæli fríggjadagin 7. oktober, har mælt verður frá at ungir menn fáa kovid-koppseting yvirhøvur. Hetta tí at greining vísir, at koppsetingin økir vandan fyri deyða av hjartasjúku innan 28 dagar við 84 prosentum
-
-
-
13. October 2022 12:30
Svøríki vil ikki deila Nord Stream kanningarúrslitini við Russland
Svøríki fer ikki at deila kanningarúrslitini í sambandi við spreingingarnar, sum kvettu Nord Stream gassleiðingarnar, hvørki við russiskar myndugleikar ella Gazprom. Putin sigur, tey sum vinna av sabotasjuni, eru tey, sum hava framt hana.
-
-
12. October 2022
-
12. October 2022 14:52
BRÁÐTÍÐINDI: "Innkeypið av 4,5 mia skamtum til 450 mió fólk er størsta rotinskapsgøla í heimssøguni”
ES-tinglimurin, Mislav Kolakusic, segði í dag, at innkeypið hjá ES av alt ov mongum “óprógvaðum” koppsetingarskamtum móti kovid, er “størsta korruptiónsgøla í søgu mannaættarinnar.”
-
-
11. October 2022
-
11. October 2022 17:48
At lata seg koppseta fyri hini, bygdi ongantíð á annað, enn eina lygn
Í eini hoyring í Europaparlamentinum viðgekk økisforsetin fyri koppsetingardeildina hjá Pfizer, Janine Small, at koppsetingin ongantíð var kannað fyri, hvørt hon steðgaði smittu
-
-
05. October 2022
-
05. October 2022 14:49
12 mátar at styrkja barn títt ímóti happing - harímillum happing á netinum
Hvussu styrkja vit børnini at standa ímóti happing? Tað hevur Dr. Laura Markham, sálarfrøðingur, rithøvundur og serfrøðingur í barnauppaling, nøkur góð ráð um.
-
-
-
05. October 2022 04:07
Professor Jeffrey Sachs frá Colombia University, heldur at USA stóð aftanfyri sabotasjuna av Nord Stream
“Eg veddi uppá, at spreingingin er framd av USA, møguliga í samstarvi við Póland,” segði Sachs, ið er kendur viðmerkjari og ráðgevi hjá hægstu leiðarum í ST, vinur við Bono og fyrrv. ráðgevi hjá Yeltsin-stjórnini í Russlandi frá 1991 til 1994. Síggj video og avskrift av samrøðuni her.
-
-
26. September 2022
-
26. September 2022 21:42
Stjórin í Pfizer hevur aftur nú fingið kovid
Stjórin í Pfizer, hin ferfalt koppsetti Albert Bourla, sum fyrr hevur sagt, at koppsetingin var 100% effektiv, boðaði leygardagin frá, at hann varð kannaður og funnin positivur fyri kovid, fyri aðru ferð síðani miðskeiðis í august.
-
-
21. September 2022
-
21. September 2022 14:59
Í ES er ovurdeyðiligleikin fyri juli omanfyri 16%, í Íslandi meira enn 55%
Stórur partur av heiminum upplivir í løtuni stóran ovurdeyðiligleika. Bert ein lítil partur av hesum er vegna kovid.
-
-
19. September 2022
-
19. September 2022 17:52
ES ætlar sær at revsa Ungarn fíggjarliga
ES-kommissjónin ætlar at afturhalda 7,5 milliardir evrur sum annars skuldu farið til Ungarns, vegna ákærur um undirgraving av av fólkaræðinum. Hetta er fyrsti leikur í longum talvi í stríðnum ímillum ES og Budapest, skrivar Deutsche Welle m.a.
-
-
15. September 2022
-
15. September 2022 09:56
Kovid-koppseting oyðileggjur natúrligan immunitet, vísir gransking kunngjørd í NEJM
Granskingarúrslit benda á at nátúrligi immuniteturin frá kovid-smittu, sum ókoppsett njóta gott av, verður niðurbrotin av koppsetingini. Eisini vísir granskingin, at virknaðurin av koppseting gerst negativur eftir fáar mánaðir
-
-
13. September 2022
-
13. September 2022 17:04
So nógvan mun ger influensa-koppseting
Talið av koppsetingum móti árligu influensuni í USA 15-faldaðist frá 1980 til 2020, og tú fert aldrin at trúgva, hvussu stóran mun, tað hevur gjørt
-
-
12. September 2022
-
12. September 2022 17:07
Russland gevur lyfti um at útflyta korn til tey fátækastu londini
Russiski forsetin hevur sambært RT lovað at útvega korn og ókeypis kunststøð til heimsins fátækastu lond
-
-
-
12. September 2022 15:24
Orkukreppan kann fáa ES-búskapin at “steðga fullkomiliga”
Belgiski forsætisráðharrin, De Croo, sigur við Bloomberg, at ES má seta prísloft á gass tí at samveldið er í vanda fyri “av-industrialisering” og álvarsligum “sosialum ófriði” vegna høgu orkuprísirnar
-